Drotningin av Sába

v1  Tá ið drotningin av Sába hoyrdi orðrómin um Sálomon, kom hon at royna hann við gátum. v2  Hon kom til Jerúsalem við ovurmiklum viðføri, við kamelum knossandi undir burðum av balsamurtum og nógvum gulli og dýrum steinum; og hon kom til Sálomons og talaði við hann um alt, sum henni í brósti búði. v3  Men Sálomon svaraði øllum spurningum hennara; eingin lutur var kongi fjaldur, sum hann ikki kundi greina henni frá. v4  Og tá ið drotningin av Sába hevði sæð allan vísdóm Sálomons og húsið, sum hann hevði bygt, v5  matin á borði hans og bústaðir tænara hans, hvussu skutilsveinar hans bóru seg, og hvussu teir vóru klæddir, skeinkjarar hans og brenniofrini, sum hann ofraði í húsi Harrans, tá bilaði henni hugur av bilsni; v6  og hon mælti við kongin: »Satt var tað, sum eg hoyrdi heima í landi mínum um teg og vísdóm tín! v7  Men eg vildi ikki trúgva tí, sum sagt varð frá, fyrr enn eg var komin og hevði sæð tað við egnum eygum; og tá var tað ikki helmingurin, ið eg hevði hoyrt gitið; tú ert nógv vitrari og ríkari, enn eg hevði hoyrt! v8  Sælar eru konur tínar, og sælir eru tænarar tínir, ið standa frammi fyri tær og lýða á vísdóm tín! v9  Lovaður veri Harrin, Guð tín, ið hevur tokka til tín, so at hann setti teg í hásæti Ísraels! Av tí at Harrin ævinliga unnir Ísrael, gjørdi hann teg til kong til tess at fremja rætt og rættlæti!«

v10  Síðan gav hon kongi stórt hundrað talentir av gulli og nøgdir av balsamurtum og gimsteinum; so nógv av balsamurtum kom ongantíð aftur sum tað, ið drotningin av Sába flutti Sálomoni kongi. v11  Og skip Hirams, ið fluttu gull frá Ofir, komu eisini við stórum nøgdum av sandelviði og gimsteinum úr Ofir. v12  Av sandelviðinum læt kongur smíða træverk í húsi Harrans og kongshøllini og somuleiðis søltur og hørpur sangarunum til handar; ongantíð síðan hevur tílíkur sandelviður komið til landið ella verið sæddur har. v13  Afturfyri gav Sálomon kongur drotningini av Sába alt tað, ið hon hevði hug á og bað um, umframt tað, sum hann tignarliga gav henni óbiðin. Síðan fór hon við fylgi sínum heim aftur í land sítt.

Eyður Sálomons

v14  Seks hundrað og seksti og seks talentir av gulli løgdust inn hjá Sálomoni hvørt ár, v15  umframt skattir frá hertiknum borgum og inntøkur frá keypmonnum og øllum kongum í Ereb og jøllum landsins. v16  Sálomon kongur læt smíða tvey hundrað skildir úr slignum gulli; hvør skjøldurin vá seks hundrað siklar; v17  og trý hundrað smærri skildir av slignum gulli, ið hvør vá tríggjar minur av gulli; teir legði kongur inn í Libanonsskógarhúsið. v18  Kongur læt eisini gera mikið hásæti av fílabeini og legði tað við skírum gulli. v19  Seks trappustig vóru niðan á hásætið, og aftantil á hásætinum vóru høvd av tarvum; armar vóru báðumegin sætið, og tvey ljón stóðu við armarnar; v20  og á teim seks trappustigunum stóðu tólv ljón, seks hvørjumegin. Tílíkt smíði hevur ongantíð verið gjørt í nøkrum øðrum ríki. v21  Øll drykkjuker hjá Sálomoni kongi vóru úr gulli; og alt reiðið í Libanonsskógarhúsi var av dýrum gulli; einki var av silvuri; tí á døgum Sálomons var silvur lítið í metum. v22  Tí at kongur hevði Tarsisskip á havinum saman við Hirami; og eina ferð triðja hvørt ár komu tey heim fermd við gulli og silvuri, fílabeini, apum og páfuglum.

v23  Sálomon kongur var ríkari og vitrari enn allir kongar á fold. v24  Og úr øllum ættum komu menn at síggja Sálomon og fregnast um vitsku hans, ið Guð hevði lagt honum í bróstið; v25  og allir komu teir ár eftir ár við gávum, við silvurgripum og gullgripum, klæðum og vápnum, balsamurtum, hestum og múldjórum. v26  Sálomon savnaði sær hervagnar og reiðmenn, og hevði hann fjúrtan hundrað hervagnar og tólv túsund reiðmenn; sumt hevði hann í hervagnaborgum, og sumt hevði hann hjá sær í Jerúsalem. v27  So stórtøkin var kongur, at silvur í Jerúsalem var eins vanligt og grót, og sedrisviður eins vanligur og morberjatrøini, ið vaksa á láglendinum. v28  Tey ross, ið Sálomon flutti inn, komu úr Mizráim og Kove; keypmenn kongsins keyptu tey haðan og guldu fæ afturfyri, v29  soleiðis at hvør vagnur, ið innfluttur varð úr Mizráim, kostaði seks hundrað siklar í silvuri; allir kongar Hetita og kongar Árams fingu eisini ross síni haðan við somu keypmonnum.