v1 Og sí, beint sum Jeróboam gekk fyri altarið til tess at bera fram roykilsisoffur, kom einhvør Guðsmaður úr Júda til Betel eftir boði Harrans v2 og rópaði móti altarinum eftir boði Harrans og mælti: »Altar, altar! So sigur Harrin: Sonur skal føðast í húsi Dávids, Jósia at navni; hann skal á tær ofra offurheyggjaprestar, sum á tær hava borið fram roykilsisoffur; og mannabein skulu verða brend á tær!« v3 Samstundis boðaði hann tekin og mælti: »Hetta er tekin tess, at Harrin hevur talað: Sí, altarið skal rivna og øskan, sum á tí er, spjaðast útum!« v4 Men tá ið Jeróboam kongur hoyrdi hesi orð, sum Guðsmaðurin rópaði móti altarinum í Betel, rætti hann út hond sína frá altarinum og mælti: »Takið hann á hondum!« Men í sama bili visnaði hondin, sum hann rætti út móti honum; og ikki kundi hann taka hana aftur til sín; v5 og altarið rivnaði, so øskan spjaddist burtur frá altarinum samsvarandi tí tekini, ið Guðsmaðurin hevði boðað eftir orði Harrans. v6 Tá tók kongur til orða og mælti við Guðsmannin: »Blíðka tú Harran, Guð tín, og bið fyri mær, so eg fái tikið hondina aftur til mín.« Tá blíðkaði Guðsmaðurin Harran, so kongur kundi taka hondina aftur til sín; og varð hon aftur, sum hon áður hevði verið. v7 Síðan segði kongur við Guðsmannin: »Kom tú heim við mær og fá tær ein hjartastyrk, so skal eg geva tær einahvørja gávu.« v8 Men Guðsmaðurin svaraði kongi: »Um tú gavst mær helmingin av ogn tíni, kom eg kortini ikki við tær; hvørki vátt ella turt vil eg bragda á hesum staði! v9 Tí at hetta hevur verið mær boðið við orði Harrans: Tú skalt hvørki njóta mat ella drekka vatn og ikki snúgva heim aftur somu leið, sum tú komst!« v10 Síðan fór hann ein annan veg og snúði ikki heim aftur somu leið, sum hann var komin til Betel.
v11 Men í Betel búði gamal profetur; synir hansara komu og søgdu honum frá øllum tí, sum Guðsmaðurin hevði gjørt tann dagin í Betel, og frá tí, sum hann hevði talað við kongin. Og tá ið teir høvdu sagt faðir sínum frá hesum, v12 spurdi hann teir: »Hvørja leið fór hann?« Og synir hansara sýndu honum ta leið, sum Guðsmaðurin, ið komin var úr Júda, var farin. v13 Tá segði hann við synir sínar: »Saðlið mær asnan!« Og teir saðlaðu honum asnan; og hann steig á bak, v14 helt aftan á Guðsmannin og fann hann sitandi undir eikini; og hann spurdi hann: »Ert tú Guðsmaðurin, ið kom úr Júda?« Hann svaraði: »Ja!« v15 Tá segði hann við hann: »Kom heim við mær og fá tær at eta!« v16 Men hann svaraði: »Nei, eg má ikki venda aftur saman við tær; og hvørki má eg njóta mat ella drekka vatn saman við tær á hesum staði! v17 Tí at soleiðis hevur verið mær boðið við orði Harrans: Tú skalt hvørki njóta mat ella drekka vatn har og ikki venda heim aftur somu leið, sum tú komst!« v18 Men hann svaraði honum: »Eisini eg eri profetur eins og tú, og eingil hevur við orði Harrans sagt við meg: Tak hann heim aftur við tær og gev honum at eta og drekka!« Men hetta leyg hann fyri honum. v19 Tá vendi hann aftur við honum og át og drakk í húsi hansara.
v20 Men sum teir sótu til borðs, kom orð Harrans til profetin, ið hevði fingið hin at venda aftur, v21 og hann rópaði á Guðsmannin, sum var komin úr Júda og mælti: »So sigur Harrin: Av tí at tú vart skipan Harrans ólýðin og ikki varðveitti boð tað, sum Harrin, Guð tín, legði fyri teg, v22 men vendi aftur og átst og drakst á tí staði, har sum hann hevði boðið tær ikki at eta og drekka, tí skal lík títt ikki koma í grøv fedra tína!« v23 Tá ið hann nú hevði etið og drukkið, saðlaði hann honum asnan, og fór hann tá heim aftur; v24 men á vegnum kom ljón ímóti honum og drap hann. Og har lá tá lík hansara endilangt á vegnum, meðan asnin stóð uppi yvir tí; eisini ljónið varð standandi uppi yvir líkinum. v25 Men har komu menn framvið, og tá ið teir sóu líkið liggja endilangt á vegnum og ljónið standandi uppi yvir tí, fóru teir og søgdu frá tí í borgini, har sum hin gamli profeturin búði. v26 Men tá ið profeturin, ið hevði fingið hin til at venda aftur, hoyrdi hetta, segði hann: »Hatta er hin Guðsmaðurin, ið var skipan Harrans ólýðin; tí hevur Harrin givið hann í ljónsins vald; tað hevur morlað og dripið hann samsvarandi tí orði, ið Harrin hevði talað við hann.« v27 Síðan segði hann við synir sínar: »Saðlið mær asnan!« Og tá ið teir høvdu saðlað hann, v28 reið hann avstað og kom fram á lík hans, ið lá har endilangt á vegnum, og asnan og ljónið standandi uppi yvir tí; men ljónið hevði hvørki etið líkið ella skrætt asnan sundur. v29 Hann tók tá líkið av Guðsmanninum upp á asna sín og flutti tað heim í borgina til tess at harma hann og jarða hann. v30 Hann legði lík hansara í sína egnu grøv, og teir harmaðu hann og søgdu: »Á, bróðir mín!« v31 Men tá ið hann hevði jarðað hann, segði hann við synir sínar: »Tá ið eg eri deyður, tá jarðið meg í teirri grøv, sum Guðsmaðurin er jarðaður í; latið míni bein hvíla hjá hansara beinum, til tess at míni bein mega varðveitast saman við hansara beinum. v32 Tí at tað orðið frá Harranum, ið hann rópaði móti altarinum í Betel og móti øllum hovunum á heyggjunum í borgum Sámáriu, man vissuliga fara at sannast!«
v33 Heldur ikki eftir hesar tilburðir lætti Jeróboam av sínum ringa lívi; men helt áfram av alskyns fólki at skipa prestar við offurheyggjarnar og víga hvønn sum helst til at vera prestur á offurheyggjunum. v34 Hetta varð Jeróboams húsi til syndar og atvoldin til, at tað varð týnt og oytt oman av jørðini.