Spádómur móti Jeróboami

v1  Um hetta mundið sjúklaðist Ábia, sonur Jeróboams. v2  Tá segði Jeróboam við konu sína: »Far og lat teg í dulklæði, so eingin kann síggja, at tú ert kona Jeróboams, og gakk til Silo. Har býr Áhia profetur, hann, sum segði mær, at eg skuldi verða kongur yvir hesum fólki. v3  Tak við tær tíggju breyð og køkur og krukku við hunangi og far til hansara; hann man siga tær, hvussu tað verður við sveininum.« v4  Kona Jeróboams gjørdi soleiðis, helt avstað til Silo og fór inn hjá Áhia; men Áhia kundi ikki síggja hana, av tí at eygu hansara vóru farin av elli. v5  Men Harrin hevði sagt við Áhia: »Sí, kona Jeróboams kemur til tess at leita ráð við teg um son sín, tí at hann er sjúkur; men tá ið hon kemur, letst hon vera onnur, enn hon er.« v6  Tá ið hon nú kom inn í dyrnar, og Áhia hoyrdi fet hennara, rópaði hann: »Kom innum, tú kona Jeróboams! Hví roynir tú at látast onnur, enn tú ert? Eg havi tung boð at bera tær. v7  Far nú og sig við Jeróboam: So sigur Harrin, Guð Ísraels: Av tí at eg hevjaði teg upp úr almúguni og skipaði teg høvdinga yvir fólki mínum Ísrael v8  og reiv kongsdømið frá Dávids ætt og gav tær tað, men tú hevur ikki verið eins og tænari mín Dávid, ið varðveitti boðorð míni og fylgdi mær av heilum huga til tess at inna eina tað, ið rætt er í mínum eygum, v9  heldur hevur tú gjørt meira ilt enn allir, ið undan tær hava verið; aðrar gudar hevur tú gjørt tær, stoyptar myndir til tess at reita meg, og meg tveitti tú aftur um bak – v10  tessvegna lati eg ógævu koma oman yvir hús Jeróboams og týni hjá Jeróboami alt kallkyn, bæði træl og frælsan í Ísrael, og avoyði hús Jeróboams eins og bos verður burtursópað, til einki er eftir av tí. v11  Hvønn tann av Jeróboams ætt, ið doyr innanborgar, skulu hundarnir eta; og hvønn tann, ið doyr á víðavangi, skulu fuglar himinsins eta; tí at tað er Harrin, ið talað hevur. v12  Rís nú og far heim aftur; og tá ið tú kemur heim aftur í borgina, man barnið doyggja; v13  og allur Ísrael skal harma hann og fylgja honum til gravar; tí at av Jeróboams ætt skal eina hann fáa grøv; tí at í honum var tó nakað, sum Harrin, Ísraels Guð, hevði tokka í hjá Jeróboams ætt. v14  Men Harrin man skipa sær kong yvir Ísrael, sum skal avoyða hús Jeróboams, eins og nú er longu farið at koma til sjóndar. v15  Og framvegis skal Harrin sláa Ísrael, so at teir titra eins og sevið í vatninum, og reka Ísrael burtur av teirri góðu jørð, sum hann gav fedrum teirra, og spjaða teir um fyri eystan Ánna, av tí at teir gjørdu sær Ásjerur til tess at reita Harran. v16  Og hann skal geva Ísrael upp vegna tær syndir, ið Jeróboam hevur gjørt og fingið Ísrael til at gera.« v17  Tá reis kona Jeróboams og helt ferð síni heim aftur í Tirza; men beint sum hon steig inn um gáttina, doyði drongurin. v18  Hann varð síðan jarðaður, og allur Ísrael harmaði hann; og soleiðis sannaðust tey orð, ið Harrin hevði talað við tænara sínum Áhia profeti.

Deyði Jeróboams

v19  Tað, ið meira er at siga um Jeróboam, hvussu hann herjaði, og hvussu hann ráddi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. v20  Jeróboam ráddi í tjúgu og tvey ár; tá legðist hann til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Nádab tók ríkið eftir hann.

Rehábeam av Júda

v21  Rehábeam, sonur Sálomons, varð kongur í Júda; fjøruti og eitt ára gamal varð Rehábeam kongur í Júda; og í seytjan ár sat hann sum kongur í Jerúsalem, borgini, sum Harrin hevði útvalt av øllum ættum Ísraels til tess at lata navn sítt búgva har. Móðir hansara æt Náama; hon var ammonitisk. v22  Og Júda gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans og vakti vandlæti hans, enn meira enn fedrar teirra høvdu gjørt við øllum syndum sínum. v23  Teir gjørdu sær offurheyggjar og reistu merkissteinar og Ásjerustólpar á hvørjum høgum hóli og undir hvørjum grønum træi. v24  Ja, eisini kallskøkjur vóru í landinum! Teir framdu somu andstygdir sum tær tjóðir, ið Harrin hevði rikið undan Ísraelsmonnum.

v25  Men tá ið Rehábeam hevði verið kongur í fimm ár, fór Sjisjak, Egyptalands kongur, herferð móti Jerúsalem v26  og rændi dýrgripirnar, sum vóru í húsi Harrans og kongshøllini; alt tók hann; eisini teir gullskildir, ið Sálomon hevði latið gera, tók hann. v27  Men Rehábeam kongur læt í teirra stað gera skildir av kopari og gav teir í varðveitslu hjá høvdingum verndarliðsins, ið vóru duravørðir við kongshøllina. v28  Og hvørja ferð kongur gekk inn í hús Harrans, tóku varðmenninir teir og fóru niðan aftur við teimum í herbergi verndarliðsins.

v29  Tað, ið meira er at siga um Rehábeam og alt tað, sum hann gjørdi, er jú ritað í árbókum Júda konga. v30  Bardagi var millum Rehábeams og Jeróboams alla tíðina. v31  Síðan legðist Rehábeam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. Móðir hansara æt Náama; hon var ammonitisk. Ábia, sonur hansara, varð kongur eftir hann.