Ábia av Júda

v1  Á átjanda ríkisári Jeróboams Nebátssonar, varð Ábia kongur í Júda. v2  Í trý ár var hann kongur í Jerúsalem. Móðir hansara æt Máaka, dóttir Absalons. v3  Hann fylgdi faðir sínum í øllum teimum syndum, ið hann hevði gjørt undan honum; og ikki tænti hann Harranum, Guði sínum, av heilum huga, eins og Dávid, forfaðir hansara, hevði gjørt. v4  Men einans fyri Dávids sakir gav Harrin, Guð hansara, honum lampu í Jerúsalem við at hevja synir hansara í hásætið eftir hann og lata Jerúsalem standa, v5  av tí at Dávid hevði gjørt tað, ið rætt var í eygum Harrans og alla ævi sína á ongum sinni vikið frá nøkrum av tí, sum hann hevði lagt fyri hann, uttan í tí, sum hann hevði gjørt móti Uria Hetita. v6  Millum Rehábeams og Jeróboams var ófriður, so leingi sum hann livdi.

v7  Tað, ið meira er at siga um Ábia, og um alt tað, sum hann gjørdi, er jú ritað í árbókum Júda konga. Eisini millum Ábia og Jeróboams var bardagi. v8  Síðan legðist Ábia til hvíldar hjá fedrum sínum; hann varð jarðaður í Dávidsborgini. Og Ása, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.

Ása av Júda

v9  Á tjúgunda ríkisári Jeróboams kongs í Ísrael, varð Ása kongur í Júda. v10  Hann sat sum kongur í Jerúsalem í fjøruti og eitt ár. Móðir hans æt Máaka, dóttir Absalons. v11  Ása gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, eins og Dávid forfaðir hans. v12  Hann rak kallskøkjurnar út úr landinum og týndi allar skurðgudar, ið fedrar hansara høvdu latið gera. v13  Eisini tók hann drotningartignina frá Máaku, móður síni, fyri at hon hevði gjørt andstyggiliga Ásjerumynd. Ása høgdi sundur hesa andstyggiligu mynd og brendi hana í Kedrons dali. v14  Men offurheyggjarnar tók Ása ikki av; tó fylgdi hann Harranum av heilum huga alla ævi sína. v15  Og halgigávur faðir síns eins og sínar egnu flutti hann inn í hús Harrans, silvur og gull og aðrar lutir.

v16  Ása og Básja, Ísraels kongur, áttu ófrið saman alla ævi sína. v17  Básja, kongur í Ísrael, fór herferð móti Júda og víggirdi Ráma, so at eingin maður kundi sleppa út ella inn hjá Ása, Júda kongi. v18  Tá tók Ása alt silvurið og gullið, ið eftir var í fæhirðslum tempulsins og kongshallarinnar, og fekk tænarum sínum tað og sendi teir til Benhádads Tabrimmonssonar, Hezjonssonar, kongs í Áram, ið búði í Dámaskus, við hesum boðum: v19  »Sáttmáli er jú okkara millum og millum faðirs míns og faðirs tíns; nú sendi eg tær gávur í silvuri og gulli, til tess at tú skalt slíta sáttmála tín við Básja, Ísraels kong, so at hann steðgar bardaganum móti mær.« v20  Benhádad eftirlíkaði Ása kongi í hesum og sendi herhøvdingar sínar móti borgum Ísraels og hertók Ijjon, Dán, Ábel-Bet-Máaka og alt Kinnerot eins og alt Naftali land. v21  Tá ið Básja frætti hetta, lætti hann av at víggirða Ráma og snúðist heim aftur í Tirza. v22  Men Ása kongur beyð út øllum Júdamonnum, og teir fluttu burtur grótið og viðin, ið Básja hevði víggirt Ráma við; við hesum víggirdi nú Ása kongur Geba í Benjamin og Mizpa.

v23  Tað, ið meira er at siga um Ása, um brøgd hans og alt tað, sum hann gjørdi, og tær borgir, ið hann víggirdi, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. Tó er at siga, at hann á gamalsaldri varð sjúkur í fótum sínum. v24  Síðan legðist hann til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í borg Dávids, forfaðirs síns. Og Jósafat, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.

Nádab

v25  Nádab, sonur Jeróboams, varð kongur yvir Ísrael í øðrum ríkisári Ása, Júda kongs; og tvey ár var hann kongur yvir Ísrael. v26  Hann gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans, og steig í fótaspor faðirs síns og gjørdi somu syndir, sum hann hevði tølað Ísrael at gera. v27  Men Básja, sonur Áhia, av ætt Issakars fekk í lag samansvørjing móti honum og drap hann við Gibbeton, ið Filistar áttu, meðan Nádab og allir Ísraelsmenn tókust við at kringseta Gibbeton. v28  Básja drap hann á triðja ríkisári Ása, Júda kongs, og tók ríki eftir hann. v29  Og tá ið hann var vorðin kongur, drap hann alla ætt Jeróboams og læt ikki livandi mannkyn vera eftir hjá Jeróboami, men avoyddi tað alt samalt; og soleiðis sannaðust tey orð Harrans, ið hann hevði talað við tænara sínum, Áhia úr Silo, v30  aftur fyri tær syndir, ið Jeróboam hevði gjørt, og sum hann hevði fingið Ísrael at gera, og at hann hevði reitt Harran, Ísraels Guð.

v31  Tað, ið meira er at siga um Nádab og alt, sum hann gjørdi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. v32  Ása og Básja, Ísraels kongur, lógu í stríði alla ævi sína.

Básja av Ísrael

v33  Á triðja ríkisári Ása, Júda kongs, varð Básja, sonur Áhia, kongur yvir øllum Ísrael, og hann sat sum kongur í Tirza tjúgu og fýra ár. v34  Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, og gekk í fótasporum Jeróboams og í syndum hansara, sum hann eisini hevði fingið Ísrael at gera.