Elia undir Hóreb

v1  Ákab segði nú Jesabel frá øllum tí, sum Elia hevði gjørt, og hvussu hann hevði dripið allar profetarnar við svørði. v2  Tá sendi Jesabel ørindrekar á fund við Elia og læt siga: »Gudarnir geri bæði hetta og hatta við meg, um eg ikki í morgin um hetta mundið fari við lívi tínum eins og farið hevur verið við lívi hvørs teirra!« v3  Tá kom ótti á hann, og hann reis upp og fór avstað til tess at firra lívi sínum. Og tá ið hann var komin til Beersjebu, sum er í Júda, læt hann svein sín vera eftir har. v4  Men sjálvur helt hann ferðini út í oyðimørkina; og tá ið hann var komin eina dagsferð fram, settist hann undir ein gývilrunn. Tá ynskti hann sær deyðan og mælti: »Nú er nóg mikið; tak nú, Harri, lív mítt, tí at eg eri ikki frægari enn fedrar mínir!« v5  Síðan legði hann seg og sovnaði undir gývilrunninum. Men sí, ein eingil nart við hann og mælti: »Rís upp og et!« v6  Og tá ið hann leit seg um, sá hann við høvdalagið nýbakaða køku og bolla við vatni; hann fekk sær nú at eta og drekka og legði seg aftur. v7  Men eingil Harrans kom aftur og nart við hann aðru ferð og segði: »Rís upp og et, tí at annars verður leiðin tær ov long!« v8  Tá reis hann upp og fekk sær at eta og drekka; og styrktur av hesum verði helt hann áfram í fjøruti dagar og fjøruti nætur, til hann kom at gudsfjallinum Hóreb. v9  Har fór hann inn í helli og var har um náttina.

Elia fær opinbering undir Hóreb

Tá kom orð Harrans til hansara og segði við hann: »Hvat gert tú her, Elia?« v10  Hann svaraði: »Eg brenni av vandlæti fyri sakir Harrans, Guðs herliðanna, av tí at Ísraelsmenn hava svikið sáttmála tín, brotið niður altar tíni og dripið profetar tínar; eg eri eina eftir; og mær royna teir eftir til tess at taka meg av lívi!« v11  Tá mælti hann: »Far út og statt á fjallinum frammi fyri Harranum!« Og sí, Harrin fór framvið, og undan honum fór ógvuligt harðveður, ið sorlaði fjøllini og smildraði klettar; men Harrin var ikki í harðveðrinum. Eftir stormin kom landskjálvti; men Harrin var ikki í landskjálvtanum. v12  Og eftir landskjálvtan kom eldur; men Harrin var ikki í eldinum. Eftir eldin kom lítið blídligt fleyr. v13  Og tá ið Elia hoyrdi tað, huldi hann andlit sítt við skikkju síni, fór út og tók støðu við hellismunnan. Og sí, tá hoyrdi hann eina rødd siga: »Hvat gert tú her, Elia?« v14  Hann svaraði: »Eg brenni í vandlæti fyri sakir Harrans, Guðs herliðanna, av tí at Ísraelsmenn hava svikið sáttmála tín, brotið niður altar tíni og dripið profetar tínar við svørði; eg eri nú eina eftir, og mær royna teir eftir til tess at taka meg av lívi!« v15  Men Harrin segði við hann: »Vend aftur og far til oyðimørkina við Dámaskus; og far og salva Házael til kong yvir Áram. v16  Nehu Nimsjison skalt tú salva til kong yvir Ísrael, og Elisa Sjáfatsson úr Ábel-Mehóla skalt tú salva til profet í tín stað! v17  Og hvønn tann, ið kemst undan svørði Házaels, skal Jehu drepa; og hvønn tann, ið kemst undan svørði Jehu, skal Elisa drepa. v18  Men sjey túsund vil eg lata verða eftir í Ísrael, hvørt knæ, ið ikki hevur nigið fyri Báali, og hvønn munn, ið ikki hevur kyst hann.«

Elisa verður kallaður til profet

v19  Síðan fór hann haðan og hitti Elisa Sjáfatsson, ið fekst við at pløga; tólv pør av oksum gingu undan honum, og sjálvur gekk hann hjá tí tólvta. Tá fór Elia yvir til hansara og kastaði skikkju sína yvir hann. v20  Tá fór hann frá oksunum, rann aftan á Elia og mælti: »Loyv mær fyrst at mynnast við faðir og móður, síðan skal eg fylgja tær!« Hann svaraði honum: »Far tú bara; men minst til, hvat ið eg havi gjørt við teg!« v21  Tá vendi hann aftur og fór frá honum; so tók hann oksaparið og slátraði tað, kókaði oksarnar við týggjunum og gav fólkinum at eta. Síðan reis hann og fór aftan á Elia og tænti honum.