Víngarður Nábots

v1  Nú bar so á, at Nábot Jizreeliti átti víngarð í Jizreel tætt við húsið hjá Ákabi kongi í Sámáriu. v2  Og Ákab bar upp á mál við Nábot og segði: »Lat meg fáa víngarð tín; eg má hava hann sum urtagarð, tí at hann liggur tætt við hús mítt; afturfyri skal eg geva tær betri víngarð ella gjalda tær fult virði í silvuri, um tú vilt tað.« v3  Men Nábot svaraði Ákabi: »Harrin forði mær frá at lata teg fáa arvalutin hjá fedrum mínum!« v4  Ákab fór tá heim ilskur og illa hýrdur um tað svar, ið Nábot hevði givið honum, tá hann segði: »Eg lati tær ikki arvalutin hjá fedrum mínum upp í hendur!« Og hann legðist í rekkju, snaraði sær móti bróstinum og vildi ikki eta. v5  Tá kom Jesabel, kona hansara, inn til hansara og segði við hann: »Hví ert tú so tungur í huga, at tú vilt ikki eta?« v6  Hann svaraði henni: »Eg bar upp á mál við Nábot Jizreelita og segði: Lat meg fáa víngarð tín; eg skal rinda tær silvur afturfyri ella geva tær annan víngarð, um tú heldur vilt tað. Men hann svaraði: Eg lati tær ikki víngarð mín upp í hendur!« v7  Tá segði Jesabel, kona hansara, við hann: »Er tað tú, sum hevur kongsvald yvir Ísrael? Kom nú upp og fá tær at eta og ver í góðum lag. Eg skal útvega tær víngarð Nábots Jizreelita!«

v8  Hon skrivaði nú bræv í navni Ákabs, innsiglaði tað við innsigli hansara og sendi tað hinum elstu og tignarmonnunum í bygd Nábots, samborgarum hansara. v9  Í brævinum skrivaði hon: »Latið boða føstu og setið Nábot á odda fyri fólkinum; v10  og beint yvir av honum skulu tit sessa tvey rætt bølmenni, ið skulu vitna móti honum og siga: Tú hevur bølbiðið Guð og kongin! Leiðið hann síðan út og grýtið hann til deyða.« v11  Bygdarmenn hansara, hinir elstu og tignarmenninir, ið búðu í bygd hansara, gjørdu nú, sum Jesabel hevði boðið teimum, eins og skrivað var í tí brævi, ið hon hevði sent teimum. v12  Teir boðaðu føstu og settu Nábot á odda fyri fólkinum. v13  Síðan komu bæði bølmennini og sessaðust beint yvir av honum og vitnaðu móti honum, meðan fólkið var hjá, og søgdu: »Nábot hevur bølbiðið Guð og kongin!« Teir leiddu hann tá út um bygdina og grýttu hann til deyða. v14  Síðan sendu teir Jesabel hesi boð: »Nábot er grýttur til deyða.« v15  Men tá ið Jesabel hoyrdi, at Nábot var grýttur til deyða, segði hon við Ákab: »Far nú og ogna tær víngarð Nábots Jisreelita, ið hann ikki vildi selja tær; tí at Nábot er ikki longur til; hann er deyður.« v16  Tá ið Ákab hoyrdi, at Nábot var deyður, fór hann á føtur og helt oman í víngarð Nábots Jisreelita til tess at ogna sær hann.

v17  Men orð Harrans kom til Elia Tisjbita soljóðandi: v18  »Rís upp og far oman á fund við Ákab, Ísraels kong, sum býr í Sámáriu; hann er nú í víngarði Nábots; hann er farin oman at taka sær hann til ognar! v19  Tú skalt siga við hann: So sigur Harrin: Hevur tú myrðað og longu tikið við arvinum? Framvegis skalt tú siga við hann: So sigur Harrin: Á sama staði, sum hundarnir sleiktu blóð Nábots, har skulu hundar eisini sleikja blóð títt!« v20  Tá mælti Ákab við Elia: »Hevur tú nú funnið meg, fíggindi mín?« Hann svaraði: »Ja, eg havi funnið teg! Av tí at tú hevur selt teg at gera tað, ið ilt er í eygum Harrans, v21  lati eg ógævu koma oman yvir teg og sópi teg út og avoyði hjá Ákabi hvørt manskyn, bæði fjøtraðan og frælsan í Ísrael. v22  Og eg skal fara við ætt tíni, eins og eg fór við ætt Jeróboams Nebatssonar og Básja Áhiasonar, aftur fyri at tú elvdi mikla harmisku og eggjaði Ísrael til at synda! v23  Men eisini um Jesabel hevur Harrin talað og sagt: Hundarnir skulu eta Jesabel á Jizreels vøllum! v24  Hvønn tann av ætt Ákabs, ið doyr innanbíggjar, skulu hundarnir eta, og hvønn tann, ið doyr úti á víðavangi, skulu fuglar himinsins eta!«

v25  Eingin hevur verið til, ið seldi seg eins og Ákab til at gera tað, sum ilt er í eygum Harrans, av tí at Jesabel, kona hansara, tøldi hann til tess. v26  Atferð hansara var andstyggilig. Hann elti skurðgudarnar í øllum eins og Ámoritar, ið Harrin hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum.

v27  Tá ið Ákab hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, læt seg í sekk og fastaði; og hann svav í sekki og fór stillisliga um. v28  Tá kom orð Harrans til Elia Tisjbita soljóðandi: v29  »Sært tú, hvussu Ákab eyðmýkir seg fyri mær? Av tí at hann eyðmýkir seg fyri mær, skal ógævan ikki koma, meðan hann er á lívi; men á døgum sonar hans skal eg lata ógævuna koma yvir ætt hansara.«