Bygging tempulsins

v1  Tá ið fýra hundrað og áttati ár vóru umliðin frá burturferð Ísraelsmanna úr Egyptalandi, í ziv mánaði, tað er í øðrum mánaði, tá ið Sálomon hevði verið kongur í fýra ár, fór hann undir at byggja Harranum templið. v2  Templið, sum Sálomon kongur bygdi Harranum, var seksti alnir langt, tjúgu alnir breitt og tríati alnir høgt. v3  Og forsalurin fyri framman templið var tjúgu alnir langur á borði við breiddina á templinum og tíggju alnir breiður fram úr templinum. v4  Og hann gjørdi á templinum rimagluggar við kørmum. v5  Og upp við tempulvegginum bygdi hann liðarhús allan vegin kring um tempulveggin, kring um hitt heilaga og hitt alrahalgasta og gjørdi har í tvinnanda hæddum smáhøli allan vegin. v6  Niðasta hæddin við smáhølum var fimm alnir breið, mittasta seks og triðja hædd sjey alnir breið; tí at hann hevði gjørt stallar uttan á tempulvegginum íkring, til tess at bitarnir úr smáhølunum ikki skuldu koma inn í tempulveggin.

v7  Og tá ið templið var í gerð, varð tað bygt av steinum, ið komu tilhøgdir úr grótholinum, so at hvørki hamar ella meitlar ella nakað jarnamboð hoyrdist í templinum, meðan tað var bygt. v8  Hurðin inn í niðastu hædd á liðarhúsinum var á suðursíðu tempulsins, og haðan varð gingið á ringstiga upp á aðru hædd og av aðru upp á triðju. v9  Soleiðis bygdi hann templið liðugt og bróstaði og takti tað við sedrisviði. v10  Og hann bygdi liðarhúsið kring um alt templið, hvørja hæddina fimm alnir høga; og hann tengdi tað at templinum við sedrisbjálkum.

v11  Tá kom frá Harranum hetta orð til Sálomons: v12  »Húsið hetta, ið tú fæst við at byggja – um tú fylgir fyriskipanum mínum og heldur lógir mínar og varðveitir boðorð míni, so at tú fylgir teimum, so skal eg evna tær heiti tað, eg gav Dávidi, faðir tínum, v13  og taka upp bústað hjá Ísraelsbørnum og ikki geva fólk mítt Ísrael yvir.« v14  Síðan bygdi Sálomon templið liðugt. v15  Hann bróstaði tempulveggirnar innan við sedrisviði; og frá gólvi tempulsins og alt upp undir loftsbjálkarnar tiljaði hann tað innan við viði og læt gólvið verða lagt við syprisborðum. v16  Tjúgu alnir frá aftasta veggi tempulsins skilaði hann frá við sedrisborðum frá gólvi undir bjálkar og gjørdi á tann hátt innhúsið, tað er hitt alrahalgasta. v17  Og aðalhúsið frammanvert við innhúsið var fjøruti alnir. v18  Templið var innan bróstað við sedrisviði, útskorin við urtum og blómukransum; alt var sett við sedrisviði; steinur sást ikki. v19  Hann búði til innhúsið innast í templinum til tess at lata sáttmálaørk Harrans standa her. v20  Innhúsið var tjúgu alnir langt, tjúgu alnir breitt og tjúgu alnir hátt, og hann legði tað við dýrum gulli. Síðan gjørdi hann altar v21  av sedrisviði framman fyri innhúsinum og legði tað við gulli. Og Sálomon legði templið innan við dýrum gulli og dró afturfyri við gullfestum. v22  Alt templið, sum tað var, legði Sálomon við gulli, og alt altarið framman fyri innhúsið legði hann við gulli.

v23  Í innhúsinum gjørdi hann tveir kerúbar úr oljuviði, tíggju alnir høgar. v24  Hvør vongur á báðum kerúbum var fimm alnir, soleiðis at tíggju alnir vóru frá endanum á øðrum veinginum at endanum á hinum veinginum. v25  Báðir kerúbar vóru javnstórir og høvdu sama skap. v26  Báðir kerúbar vóru tíggju alnir høgir. v27  Hann setti kerúbarnar innast í templinum; og teir breiddu út veingir sínar, so at annar vongurin á øðrum nart við bróstið øðrumegin, men annar vongurin á hinum nart við bróstið hinumegin; men hinir báðir veingir teirra nurtu hvør við annan í miðjum húsinum. v28  Kerúbarnar legði hann við gulli. v29  Og øll bróst innan í templinum skrýddi hann við skurðverkum av kerúbum, pálmum og blómukransum bæði har innari og har uttari. v30  Eisini gólvið í templinum legði hann við gulli bæði har innari og har uttari. v31  Fyri durum innhúsins læt hann gera veingjahurðar úr villum oljuviði; umgjørðin yvir durunum og durastavirnir myndaðu fimmhyrning. v32  Í báðar veingjahurðarnar, ið vóru úr oljuviði, læt hann gera skurðverk av kerúbum, pálmum og blómukransum og leggja við gulli, soleiðis at gullið varð lagt inn í kerúbar og pálmar. v33  Somuleiðis læt hann í durum aðalhúsins gera fýrhyrntar durastavir úr oljuviði v34  og tvær veingjahurðar úr syprisviði; hvør veingjahurðin var úr tveimum borðum, soleiðis at hvørt borðið hevði síni leikindi. v35  Hann skrýddi tær við skurðverkum av kerúbum, pálmum og blómukransum og legði skurðverkini við gulli. v36  Og hann bygdi múrin kring innara forgarðin úr trimum jaðurum av høgdum steinum og einum jaðuri av sedrisbjálkum. v37  Á fjórða ári varð farið undir at byggja hús Harrans í mánaðinum ziv; v38  og á ellivta ári í mánaðinum bul, ið er áttandi mánaður, var tað liðugt út í odd og egg; sjey ár var hann um at byggja tað.