v1 Og tá ið eg kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum avburðarmaður í málsnild ella vísdómi og boðaði tykkum Guðs vitnisburð. v2 Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan. v3 Og eg var hjá tykkum í veikleika og í ótta og í miklari angist. v4 Og tala mín og boðan mín var ikki við sannførandi vísdómsorðum, men við ásannan av anda og kraft, v5 fyri at trúgv tykkara ikki skuldi vera bygd á mannavísdómi, men á Guðs kraft.
v6 Men vísdóm tala vit millum hinna fullkomnu, men ein vísdóm, sum ikki hoyrir hesum heimi til ella høvdingunum í hesum heimi, sum verða til einkis; v7 men vit tala Guðs vísdóm í einum loyndarmáli, hin dulda, sum Guð frá ævigum tíðum hevur fyriskipað okkum til dýrdar, v8 og sum eingin av høvdingunum í hesum heimi kendi; tí at høvdu teir kent hann, tá høvdu teir ikki krossfest dýrdardrottin. v9 Men tað er, soleiðis sum skrivað stendur: »Tað, sum eyga ikki sá, og oyra ikki hoyrdi, og ikki kom upp í mannahjarta, tað sum Guð hevur tilbúgvið teimum, sum elska hann.« v10 Men okkum hevur Guð opinberað tað við andanum; tí at andin rannsakar alt, eisini dýpdir Guðs. v11 Tí at hvør av menniskjum veit, hvat ið býr í menniskjuni, uttan menniskjunnar andi, sum er í henni? Soleiðis kennir heldur eingin, hvat ið býr í Guði, uttan Guðs andi. v12 Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men andan, sum er frá Guði, fyri at vit skulu vita, hvat ið okkum er givið av Guði, v13 og tað tala vit um, ikki við orðum, sum eru lærd av menniskjuligum vísdómi, men við orðum, sum eru lærd av andanum, við tað at vit týða andlig evni við andligum orðum.
v14 Men ein náttúrlig menniskja tekur ikki við tí, sum hoyrir Guðs anda til, tí at tað er henni dárskapur, og hon er ikki før fyri at kenna tað, av tí at tað verður dømt á andligan hátt. v15 Men hin andligi dømir um alt, men sjálvur verður hann ikki dømdur av nøkrum. v16 Tí at hvør hevur kent hug Harrans, so at hann skuldi lært hann? Men vit hava hug Krists.