v1 Soleiðis haldi menn okkum fyri tænarar Krists og húshaldarar yvir loyndardómum Guðs. v2 Annars verður her kravt av húshaldarum, at ein og hvør má roynast trúgvur. v3 Men mær liggur tað ógvuliga lítið á at verða dømdur av tykkum ella av menniskjuligum dómstóli; ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur. v4 Tí at eg veit einki við mær sjálvum, men fyri tað eri eg tó ikki rættvísgjørdur; men tann, sum dømir meg, er Harrin. v5 Dømið tí ikki nakað fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, hann sum eisini skal leiða tað fram í ljósið, sum er fjalt í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna; og tá skal ein og hvør fáa rós sítt av Guði.
v6 Men hetta, brøður, havi eg nýtt um meg sjálvan og Ápollos fyri tykkara skuld, fyri at tit, við at hava okkum sum dømi, mega læra hetta: ikki at fara longur enn skrivað stendur, til tess at eingin tykkara skal blása seg upp fyri einum móti øðrum. v7 Tí at hvør gevur tær fyrimun? Og hvat hevur tú, sum tú ikki hevur fingið? Men hevur tú nú fingið, hví rósar tú tær tá, sum tú ikki hevði fingið? v8 Tit eru longu vorðnir mettir; tit eru longu vorðnir ríkir; uttan okkum eru tit vorðnir kongar; ja, gævi satt, at tit vóru vorðnir kongar, so at vit eisini kundu vera kongar saman við tykkum! v9 Tí at mær tykir, at Guð hevur sett okkum ápostlarnar aftastar, eins og deyðadømdar; tí at vit eru vorðnir heiminum ein skurssjón, bæði einglum og monnum. v10 Vit eru fávitskutir fyri Krists skuld, men tit eru vitrir í Kristi; vit veikir, men tit sterkir; tit í miklum metum, men vit vanvirdir. v11 Líka at hesi stund eru vit bæði svangir og tystir og naknir, og vit verða bardir og hava ongan tilhaldsstað; v12 og vit strevast og arbeiða við okkara egnu hondum; vit verða útspiltir, og vit vælsigna; vit verða forfylgdir, og vit taka tað við toli; v13 vit verða spottaðir, og vit áminna; vit eru vorðnir sum heimsins gólvsóp, útskot hjá øllum líka til nú.
v14 Ikki skrivi eg hetta tykkum til skammar; men eg áminni tykkum eins og elskaðu børn míni. v15 Tí at um tit so hava tíggju túsund lærumeistarar í Kristi, hava tit tó ikki mangar fedrar; tí at eg havi í Kristi Jesusi gitið tykkum við gleðiboðskapinum. v16 Eg áminni tykkum tí: verðið eftirfylgjarar mínir! v17 Tess vegna sendi eg til tykkara Timoteus, sum er mítt elskaða og trúfasta barn í Harranum, og hann skal minna tykkum á vegir mínar í Kristi, soleiðis sum eg læri allar staðir í hvørjum kirkjuliði. v18 Men summir hava blást seg upp, í vón um at eg ikki mundi koma til tykkara. v19 Men eg komi brátt til tykkara, um Harrin vil, og skal tá fáa at kenna ikki orð teirra, sum eru uppblásnir, men kraft teirra. v20 Tí at Guðs ríki er ikki í orðum, men í kraft. v21 Hvat vilja tit? Skal eg koma til tykkara við koyrli ella við kærleika og spaklyndis anda?