Maður, ið livir í hori, eigur at verða rikin úr kirkjuliðinum

v1  Yvirhøvur frættist um hor tykkara millum, og tað slíkt hor, sum enntá ikki er at finna hjá heidningunum, at maður heldur saman við konu faðirs síns. v2  Og tit eru uppblásnir, ístaðin fyri at tit heldur áttu at harmast, so at tann, sum hevur gjørt henda gerning, kundi verið koyrdur út úr felagi tykkara! v3  Tí at eg fyri mín part, frástaddur við likaminum, men hjástaddur við andanum, havi longu, sum var eg hjástaddur, felt tann dóm, at tann, sum hetta hevur gjørt, v4  hann skal í navni várs harra Jesu, við tað at andi mín og andi tykkara eru saman komnir við kraft várs harra Jesu, v5  verða givin upp til Sátan til týningar av holdinum, fyri at andin má verða bjargaður á Harrans Jesu degi. v6  Ikki er tað vakurt, sum tit rósa tykkum av. Vita tit ikki, at lítið súrdeiggj súrgar alt deiggið? v7  Reinskið burtur hitt gamla súrdeiggið, fyri at tit mega vera nýtt deiggj, eins og tit eru ósúrgaðir; tí at eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus. v8  Latum okkum tí halda hátíð, ikki við gomlum súrdeiggi ella við ilsku og óargaskapar súrdeiggi, men við reinleiks og sannleiks ósúrgaðu breyðum!

Paulus rættar nakað, sum hann fyrr hevur skrivað um horkallar

v9  Eg skrivaði til tykkara í brævinum, at tit eingi viðurskifti skuldu hava við horkallar, v10  og tað meinti eg ikki við horkallar í hesum heimi yvirhøvur, ella við gírugar og ránsmenn ella avgudadýrkarar, tí at tá noyddust tit at fara út úr heiminum; v11  men nú skrivaði eg til tykkara, at tit eingi viðurskifti skulu hava við nakran, sum er kallaður bróðir, men er ein horkallur ella gírugur ella avgudadýrkari ella illmælismaður ella drykkjumaður ella ránsmaður, so at tit ikki so mikið sum fáa tykkum at eta saman við einum slíkum. v12  Tí at hvat havi eg við at gera at døma teir, sum uttanfyri eru? Døma ikki tit teir, sum innanfyri eru? v13  Men teir uttanfyri skal Guð døma. Koyrið hin vánda burtur frá tykkum sjálvum!