Maður og kona í hjúnaskapinum

v1  Men viðvíkjandi tí, sum tit skrivaðu um, tá er tað gott fyri mann ikki at nema kvinnu. v2  Men fyri hordómanna skuld havi ein og hvør maður sína egnu konu, og ein og hvør kvinna havi sín egna mann. v3  Maðurin geri konuni skyldu sína, og somuleiðis eisini konan manninum. v4  Konan hevur ikki vald yvir sínum egna likami, men maðurin; og somuleiðis hevur heldur ikki maðurin vald yvir sínum egna likami, men konan. v5  Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum, uttan at tað so er í samráði fyri eina tíð, fyri at tit kunnu hava náðir til bønahalds, og komið so saman aftur, fyri at Sátan ikki skal freista tykkum, við tað at tit ikki kunnu vera fráhaldandi. v6  Men hetta sigi eg sum eini eirindi, ikki sum eini boð. v7  Men tað ynski eg, at allar menniskjur vóru, eins og eg eri sjálvur; men hvør hevur sína egnu náðigávu frá Guði, ein so, og annar so.

Hini ógiftu og einkjurnar

v8  Men við hinar ógiftu og við einkjurnar sigi eg, at tað er gott fyri tey, um tey verða verandi, eins og eg eri. v9  Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, tá gifti tey seg; tí at betri er at gifta seg enn at brenna av girnd.

Um hjúnalagsskilnað

v10  Men teimum, sum eru gift, bjóði eg, tó ikki eg, men Harrin, at konan ikki má skiljast frá manninum, – v11  men er hon skild frá honum, skal hon verða verandi ógift ella sameinast við mannin – og at maðurin ikki má lata konuna fara frá sær.

Hjúnaband millum heiðin og kristin

v12  Men við hini sigi eg, ikki Harrin: Um onkur bróðir hevur vantrúna konu, og hon hevur hug at búgva saman við honum, tá skal hann ikki lata hana fara frá sær; v13  og ein kona, sum hevur vantrúnan mann, og hann hevur hug at búgva saman við henni, skal ikki lata mannin fara frá sær. v14  Tí at hin vantrúni maðurin er halgaður í konuni, og hin vantrúna konan er halgað í bróðurinum; tí at annars vóru børn tykkara órein, men nú eru tey heilag. v15  Men vil hin vantrúni fara, so lat hann fara; tí at hvørki bróðirin ella systirin eru trælabundin í slíkum lutum; men í friði hevur Guð kallað okkum. v16  Tí at hvat veitst tú, kona, um tú kanst frelsa mann tín? Ella hvat veitst tú, maður, um tú kanst frelsa konu tína? v17  Bert at ein og hvør má gera soleiðis, sum Harrin hevur givið honum í lut, sum Guð hevur kallað hann. Og soleiðis skipi eg fyri í øllum kirkjuliðunum. v18  Er nakar kallaður sum umskorin, tá dragi hann ikki yvirhúð yvir; er nakar kallaður sum óumskorin, tá lati hann seg ikki umskera! v19  Umskeringin hevur einki at týða, og yvirhúðin hevur einki at týða, men tað at halda Guðs boð. v20  Ein og hvør verði verandi í teirri støðu, sum hann varð kallaður í! v21  Ert tú kallaður sum trælur? Ber ikki sút um tað! Men um enn tú eisini kanst verða frælsur, tá ger tær tess meira gott úr tí. v22  Tí at tann trælur, sum er kallaður í Harranum, er frímaður Harrans; á sama hátt er tann, sum kallaður er sum frælsur maður, trælur Krists. v23  Tit eru keyptir dýrt; verðið ikki mannatrælir! v24  Brøður, ein og hvør verði verandi hjá Guði í tí standi, sum hann varð kallaður í!

Viðvíkjandi moyggjunum

v25  Men viðvíkjandi moyggjunum havi eg einki boð frá Harranum; men eg seti fram mína meining sum tann, ið fingið hevur ta náði av Harranum at vera trúsagdur. v26  Eg haldi tá, at tað er gott vegna ta neyð, sum nú er fyri hond, – at tað er gott fyri menniskju at vera soleiðis. v27  Ert tú bundin til konu? Royn tá ikki at verða leysur. Ert tú leysur av konu? Søk tær tá ikki konu. v28  Men um tú eisini giftist, syndar tú ikki; og um ein moyggj giftist, syndar hon ikki; men trongd vilja slík fáa fyri hold sítt, men eg vil spara tykkum. v29  Men hetta sigi eg, brøður, at tíðin er stutt, so at hereftir skulu bæði teir, sum hava konur, vera, sum høvdu teir onga, v30  og teir, sum gráta, sum grótu teir ikki, og teir, sum eru glaðir, sum vóru teir ikki glaðir, og teir, sum keypa, sum fingu teir einki at eiga, v31  og teir, sum nýta heimin, sum nýttu teir hann ikki. Tí at skapilsið á hesum heimi forferst. v32  Men eg vil, at tit skulu ikki vera stúrnir. Hin ógifti maðurin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir Harranum til, hvussu hann kann toknast Harranum. v33  Men hin gifti maðurin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir heiminum til, hvussu hann kann toknast konuni. v34  Og tað er eisini munur á konuni og moynni. Hin ógifta moyggin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir Harranum til, fyri at hon má vera heilag bæði viðvíkjandi likami og anda; men hin gifta konan hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir heiminum til, hvussu hon kann toknast manninum. v35  Men hetta sigi eg tykkum sjálvum at gagni, ikki fyri at kasta eina snerru fyri tykkum, men fyri at fremja sømd og støðugt fasthaldni við Harran. v36  Men um onkur heldur, at hann ger ógiftu dóttur síni til skammar, um hon situr ungdómsárini av sær, og tað má so vera, tá geri hann tað, sum honum sýnist, hann syndar ikki; giftist tey! v37  Tann harímóti, sum er staðfastur í hjarta sínum og ikki er noyddur til tess, men hevur fult ræði á sínum egna vilja og hevur sett sær tað fyri í sínum egna hjarta at halda dóttur sína ógifta, hann ger væl; v38  so at bæði tann maðurin ger væl, sum giftir dóttur sína burtur; og tann, sum ikki giftir hana burtur, ger betur.

Viðvíkjandi einkjum

v39  Konan er bundin, so leingi sum maður hennara er á lívi; men doyr maðurin, er hon leys, so at hon kann gifta seg við hvørjum, hon vil; bert at tað verður gjørt í Harranum. v40  Men sælari er hon, um hon verður verandi sum hon er, eftir míni meining. Men eg haldi meg eisini hava Guðs anda.