v1 Eri eg ikki fríur? Eri eg ikki ápostul? Havi eg ikki sæð Jesus, harra okkara? Eru tit ikki verk mítt í Harranum? v2 Eri eg ikki ápostul fyri øðrum, so eri eg tað, ið hvussu er, fyri tykkum; tí at tit eru innsiglið á ápostlaembæti mínum í Harranum. v3 Hetta er vørn mín móti teimum, sum døma um meg. v4 Hava vit ikki loyvi til at eta og drekka? v5 Hava vit ikki loyvi til at føra eina systur við okkum sum konu eins og eisini hinir ápostlarnir og brøður Harrans og Kefas? v6 Ella eru tað bert eg og Barnabas, sum ikki hava loyvi til at halda uppat at arbeiða? v7 Hvør er nakra tíð í hertænastu fyri egnan kostnað? Hvør plantar víngarð og etur ikki ávøkst hansara? Ella hvør røktar eitt seyðafylgi og fær ikki at leska av mjólkini úr fylginum? v8 Tali eg hetta bert á manna vísi, ella sigur ikki eisini lógin tað? v9 Tí at skrivað stendur í Móse lóg: »Tú skalt ikki múlabinda oksan, tá ið hann treskir.« Munnu tað vera oksarnir, Guð hevur umsorgan fyri? v10 Ella sigur hann tað ikki yvirhøvur fyri okkara skuld? Jú, tí at fyri okkara skuld varð tað skrivað, tí at tann, sum pløgir, eigur at pløga við vón, og tann, sum treskir, eigur at gera tað við vón um at fáa sín part. v11 Hava vit nú sáað tað, sum andligt er, hjá tykkum, er tað tá nakað stórt, um vit heysta hjá tykkum tað, sum likamligt er? v12 Hava aðrir henda rætt hjá tykkum, skulu vit tá ikki nógv meira hava hann? Men vit hava ikki nýtt henda rætt, men tola heldur alt, fyri at vit ikki skulu gera gleðiboðskapinum um Krist nakað til hindurs. v13 Vita tit ikki, at teir, sum gera halgitænastur, fáa føðslu sína frá halgidóminum? Og at teir, sum tæna við altarið, fáa lut javnt við altarinum? v14 Soleiðis hevur eisini Harrin skipað fyri, at teir, sum prædika gleðiboðskapin, skulu liva av gleðiboðskapinum. v15 Men eg havi ikki gjørt nýtslu av nøkrum av hesum; og eg skrivi hetta heldur ikki fyri tað, at tað skal verða gjørt soleiðis við meg; tí at heldur vildi eg doyð, enn at nakar skuldi gera rós mítt til einkis. v16 Tí at um eg boði gleðiboðskapin, tá er tað einki at rósa mær av; tí at ein neyðsyn liggur á mær; ja, vei mær, um eg ikki boðaði gleðiboðskapin! v17 Tí at geri eg hetta av fríum vilja, tá fái eg løn; men geri eg tað ikki av fríum vilja, tá er tað eitt húshald, sum mær er litið til. v18 Hvør er tá løn mín? At eg, tá ið eg boði gleðiboðskapin, geri tað fyri einki, so at eg ikki geri nýtslu av rætti mínum í gleðiboðskapinum.
v19 Tí at tó at eg eri fríur av øllum, havi eg gjørt meg sjálvan til træl hjá øllum, fyri at eg kann vinna tess fleiri. v20 Og eg eri vorðin Jødum sum Jødi, til tess at eg kann vinna Jødar; teimum, sum eru undir lóg, eins og tann, sum er undir lóg, tó at eg sjálvur ikki eri undir lóg, til tess at vinna teir, sum eru undir lóg; v21 teimum, sum eru uttan lóg, eins og tann, sum er uttan lóg, tó at eg ikki eri leysur frá Guðs lóg, men bundin í Krists lóg, til tess at vinna teir, sum eru uttan lóg. v22 Hinum veiku eri eg vorðin veikur, til tess at eg kann vinna hinar veiku. Øllum eri eg vorðin alt, til tess at eg, ið hvussu er, má kunna frelsa nakrar. v23 Men alt geri eg fyri gleðiboðskaparins skuld, til tess at eg má fáa lut við honum.
v24 Vita tit ikki, at teir, sum renna kapp á skeiði, renna fullvæl allir, men ein fær sigursprísin? Rennið soleiðis, at tit mega fáa hann! v25 Men ein og hvør, sum er uppi í kappleikum, er fráhaldandi í øllum; hinir fyri at kunna fáa forgongiligan krans, men vit óforgongiligan. v26 So renni eg tá soleiðis, ikki líkasum upp á óvist; eg berjist eins og tann, sum ikki slær í bera luft. v27 Men eg temji likam mítt og kúgi tað, fyri at ikki eg, sum havi prædikað fyri øðrum, sjálvur skal verða rikin aftur.