Deyði Sáuls (smbr. 1 Sám 31,1-13)

v1  Filistar løgdu bardagar móti Ísrael, og Ísraelsmenn flýddu undan Filistum, og mangir lógu falnir á Gilboa fjalli. v2  Filistar eltu Sául og synir hansara harðliga; og Filistar vógu Jónatan, Ábinadab og Malkisjúa, synir Sáuls. v3  Ófriðurin gekk nú hart á Sául, og tá ið ørvagarparnir bóru eyga við hann, kom ræðsla á hann fyri teimum. v4  Tá segði Sául við skjaldsvein sín: »Bregð svørði tínum og renn tað gjøgnum meg, so at ikki hesir óumskornu koma og fara háðuliga við mær!« Men skjaldsveinur hansara vildi ikki, tí at mikil ræðsla var komin á hann; men Sául tók sjálvur svørðið og tveitti seg á tað. v5  Og tá ið skjaldsveinurin sá, at Sául var deyður, tveitti eisini hann seg á svørð sítt og doyði. v6  Soleiðis fylgdust Sául og synir hansara tríggir og alt húski hans í deyðan. v7  Men tá ið allir Ísraelsmenn niðri á láglendinum sóu, at Ísraelsmenn flýddu, og at Sául og synir hansara vóru falnir, tá góvu teir borgir sínar yvir og flýddu; og Filistar komu og settust niður í teimum.

v8  Tá ið Filistar dagin eftir komu at ræna teir vignu, funnu teir Sául og synir hansara falnar á Gilboa fjalli. v9  Teir lótu hann tá úr og tóku høvur hans og herklæði og lótu sendisveinar fara um alt Filistaland at bera gudum sínum og fólkinum hesi gleðitíðindi. v10  Vápn hansara løgdu teir í hov guds síns; men høvur hans hongdu teir upp í hovi Dágons. v11  Men tá ið allir teir, sum búðu í Jábesj í Gilead, hoyrdu um alt tað, sum Filistar høvdu gjørt við Sául, v12  fóru allir vígførir menn avstað, tóku lík Sáuls, og lík sona hans og høvdu tey aftur við sær til Jábesj, har teir jarðaðu bein teirra undir eikini og fastaðu í sjey dagar. v13  Soleiðis læt Sául lív vegna ótrúskap sín móti Harranum vegna tess, at hann ikki varðveitti orð Harrans, og eisini at hann leitaði sær ráð við dreygar v14  og ikki leitaði sær ráð við Harran; tí læt hann hann týna lívið og gav Dávidi Ísaisyni kongsdømið.