v1 Síðan savnaðust allir Ísraelsmenn um Dávid í Hebron og søgdu: »Sí, vit eru jú hold títt og bein! v2 Longu meðan Sául var kongur, var tað tú, sum førdi Ísrael í hernað og heim aftur; og við teg segði Harrin, Guð tín: Tú skalt vera hirði fyri fólk mítt Ísrael; og tú skalt vera høvdingi yvir fólki mínum Ísrael!« v3 Tá komu allir Ísraels elstu til kongin í Hebron; og Dávid gjørdi sáttmála við teir í Hebron frammi fyri Harranum; og teir salvaðu Dávid til kong yvir Ísrael eftir orði Harrans við Sámuel.
v4 Síðan fóru Dávid og allur Ísrael til Jerúsalem tað er Jebus; har búðu Jebusitar, upprunaligu íbúgvar landsins. v5 Tá søgdu Jebusitar við Dávid: »Tú fært ikki komið inn higar!« Men Dávid tók fjallavirkið Zion, tað er Dávidsborgin. v6 Og Dávid segði: »Hvør, ið fyrstur vinnur sigur á Jebusitum, skal verða høvuðsmaður og herhøvdingi!« Og tá ið Jóab Zerujuson var fyrstur, ið kom uppá, varð hann høvuðsmaður. v7 Dávid settist tá niður í fjallavirkinum; og tí nevndu menn tað Dávidsborgina. v8 Hann víggirdi borgina allan vegin íkring alt frá Millo; og hinar lutir borgarinnar bygdi Jóab uppaftur. v9 Dávid mentist í hvørjum, og Harri herliðanna var við honum.
v10 Hesir vóru mætastir av Dávids hetjum, ið saman við øllum Ísrael dúgliga hjálptu honum til at fáa kongsdømið, til tess at gera hann til kong eins og Harrin hevði heitt Ísrael. v11 Hesi vóru nøvnini á hetjum Dávids: Isjbáal Hakmonison, oddamaður teirra tríggja; tað var hann, sum reiggjaði spjóti sínum yvir trý hundrað vignum í senn. v12 Honum næstur millum hetjanna tríggja var Áhóhitin, Eleazar Dódoson. v13 Hann var við Dávidi í Pas-Dammim, tá ið Filistar høvdu savnað seg har til orrustu; har var jarðarteigur avtakin við byggakri; og fólkið flýddi undan Filistum; v14 men hann tók støðu á miðjum teiginum, vardi hann og vá Filistar; og Harrin veitti soleiðis miklan sigur.
v15 Eina ferð fóru tríggir av teimum tríati oman á hamarin til Dávids í helli Ádullams, meðan herur Filista lá í herbúðum í Refaimsdali. v16 Dávid var tá í fjallavirkinum, meðan varðlið Filista var í Betlehem. v17 Tá kom tosti á Dávid, og hann mælti: »Hvør vil fara og søkja mær vatn úr Betlehems brunni, sum er við borgarliðið?« v18 Hinir tríggir brutu seg gjøgnum herbúðir Filista, oystu vatn úr Betlehems brunni, sum var við borgarliðið, og komu aftur við tí til Dávids; men Dávid vildi ikki drekka tað og droypti tí fyri Harranum v19 og mælti: »Harrin lati tað vera mær fjart at gera tílíkt! Skuldi eg drukkið blóðið av hesum monnum, ið hava vágað lívið; tí tað var teimum um lívið at gera at fara eftir tí!« Og hann vildi ikki drekka tað. Hetta gjørdu hinar tríggjar hetjurnar.
v20 Ábisjai, bróðir Jóabs, var oddamaður teirra tríati; hann reiggjaði spjóti sínum yvir trý hundrað vignar og var navnframur millum teirra tríati. v21 Millum teirra tríati var hann mikið í metan og var oddamaður teirra, men kundi tó ikki javnbjóða seg hinum trimum.
v22 Reystmennið Benaja Jójadason, frægur fyri roysni síni, var úr Kabzeel. Hann vá báðar synir Áriels úr Móab; og hann steig hin kavadagin niður í brunnin og drap ljónið. v23 Somuleiðis vá hann risavaksnan egyptiskan mann, fimm alna høgan; í hond Egyptans var spjót eins og rivur; men hann fór ímóti honum við stavi, tók spjótið úr hond Egyptans og drap hann við hans egna spjóti. v24 Hesi roysni vann Benaja Jójadason og var navnframur millum teirra tríati hetja. v25 Hann var mikið í metan millum teirra tríati, men hinum trimum kundi hann ikki javnbjóða seg. Dávid setti hann yvir lívverju síni.
v26 Tær reystu hetjurnar vóru: Ásahel, bróðir Jóabs, Elhanan Dódoson úr Betlehem; v27 Sjammot úr Háror; Helez úr Pelon; v28 Ira Ikkesjson úr Tekóa; Ábiezer úr Ánatot; v29 Sibbekai úr Husja; Ilai úr Áhó; v30 Máharai úr Netofa; Heled Báanason úr Netofa; v31 Itai Ribaison úr tí benjaminitisku Gibeu; Benaja úr Piraton; v32 Hurai úr Náhále-Gáasj; Ábiel úr Árába; v33 Azmavet úr Báhurim; Eljaba úr Sjáalbon; v34 Gunitin Jasjen; Háraritin Jónatan Sjammason; v35 Háraritin Áhiam Sákarsson; Elifal Ursson; v36 Mekeratitin Hefer; Pelonitin Áhia; v37 Hezro frá Karmel; Náarai Ezbaison; v38 Jóel, bróðir Nátans; Mibhar, sonur Hágritans; v39 Ammonitin Zelek; Náharai úr Berot; hann var skjaldsveinur Jóabs Zerujusonar; v40 Ira úr Jattir; Gáreb úr Jattir; v41 Uria Hetiti; Zábad Álaison; v42 Rubenitin Ádina Sjizason, oddamaður hjá Rubenitum yvir tríati; v43 Hánan Máakason; Jósjafat Mitniti; v44 Uzzia úr Asjtarot; Sjáma og Jeuel, synir Hótams Ároerita, v45 Jediael Sjimrison og bróðir hansara Jóha Tiziti; v46 Eliel Máhaviti; Jeribai og Jósjavja, synir Elnáams og Jitma Móabiti; v47 Eliel, Óbed og Jáasiel úr Zóba.