v1 Hesir eru teir, ið komu til Dávids í Ziklag, har hann krógvaði seg fyri Sáuli Kisjsyni; teir vóru millum hetjurnar, sum í víggi veittu honum hjálp; v2 teir vóru vápnaðir við boga og kønir í at sleingja steinar bæði við høgru og vinstru hond og at skjóta ørvar av boga; teir vóru av frændum Sáuls, Benjaminitum. v3 Oddamaður teirra var Áhiezer; tínæst Jóasj Sjemáason úr Gibeu, Jeziel og Pelet, synir Azmavets, Beráka, Jehu úr Ánatot, v4 Jisjmaja úr Gibeon, hetja millum teirra tríati og oddamaður teirra, Jeremja, Jáhaziel, Jóhanan, Józabad úr Gedera, v5 Eleuzai, Jerimot; Bealja, Sjemarja, Sjefatja úr Hárif, v6 Elkana, Jissjija, Ázarel, Jóezer og Jásjobam, Kóriatar, v7 Jóela og Zebadja, synir Jeróhams úr Gedor.
v8 Nakrir av Gáditunum komu og bundu felag við Dávid í fjallavirkinum í oyðimørkini; teir vóru reystir kappar, frægir í víggi, bóru skjøldur og spjót og vóru á at líta eins og ljónið og snarpir sum skógargeitir á fjøllum. v9 Oddamaður teirra var Ezer, annar var Óbadja, triði Eliab, v10 fjórði Masjmanna, fimti Jeremja, v11 sætti Attai, sjeyndi Eliel, v12 áttandi Jóhanan, níggjundi Elzabad, v13 tíggjundi Jeremja, ellivti Makbannai. v14 Hesir vóru herhøvdingar hjá Gáditum; hin minsti teirra var maður móti hundrað monnum og hin mætasti móti túsund. v15 Hesir vóru teir, ið fóru yvir Jórdan í fyrsta mánaði, tá ið hon vaks yvir allar áarbakkar, og róku allar dalbúgvar á flótta bæði eystureftir og vestureftir.
v16 Eina ferð komu nakrir Benjaminitar og Júdaitar til Dávids í fjallavirkið; v17 Dávid fór tá út ímóti teimum, tók til máls og segði við teir: »Um tit koma til mín við friði til tess at veita mær dugnað, tá vil eg fegin binda felag við tykkum, men ætla tit at svíkja meg upp í hendur fígginda mína, tó at eg einki ilt havi gjørt, tá líti Guð fedra vára at og revsi tað!« v18 Tá læt andin seg í Ámasaj, oddamann teirra tríati; og hann mælti: »Tínir eru vit, Dávid, og við tær, tú Ísaisonur. Heilur og sælur tú og heilir hjálparar tínir; tí at Guð tín hjálpir tær!« Tá tók Dávid við teimum og setti teir á odda fyri herliði sínum.
v19 Av Manasse gingu nakrir í herlið við Dávid, tá ið hann saman við Filistum fór í bardaga móti Sáuli, uttan tó at verða teimum til hjálpar, av tí at høvdingar Filista gingu saman í ráð og sendu hann burtur av ótta fyri, at hann skuldi ganga saman við Sáuli harra sínum, og soleiðis verða teimum at bana. v20 Tá ið hann síðan fór aftur til Ziklag, tá gingu av Manasse í herlið við hann: Adna, Józabad, Jediael, Mikael, Józabad, Elihu og Zilletai, høvuðsmenn fyri kyntáttum í Manasse. v21 Teir veittu Dávidi hjálp móti ránsflokkum, tí at teir vóru allir reystar hetjur og gjørdust oddamenn í herinum. v22 Tí at dag frá degi komu menn Dávidi til hjálpar, hagar til herliðið var vorðið so stórt sum herlið Guðs.
v23 Hetta er manntalið á hinum herbúnu høvdingum, ið komu til Dávids í Hebron til at fáa honum kongsdømi Sáuls upp í hendur eftir boði Harrans: v24 Av Júdaitum, ið bóru skjøldur og spjót seks túsund og átta hundrað herbúnir menn. v25 Av Símeonitum sjey túsund og eitt hundrað reystir kappar, frægir í víggi. v26 Av Levitum fýra túsund og seks hundrað; v27 og hartil Jójada, høvdingi Áronsættar, við trý túsund og sjey hundrað monnum; v28 og Zádok, ungt reystmenni, við ættarbólki sínum, ið hevði tjúgu og tveir høvdingar. v29 Av Benjaminitum, frændum Sáuls, trý túsund; men enn hildu flestir teirra trúnað við Sáuls ætt. v30 Av Efraimitum tjúgu túsund og átta hundrað reystir kappar, navnframir í ættarbólkum sínum. v31 Av hálvari Manasse ætt átjan túsund mans, ið vóru navngreindir til at fara og gera Dávid til kong. v32 Av Issakaritum, ið dugdu á at skyna tíðunum, so at teir vistu, hvat Ísrael skuldi gera, tvey hundrað høvdingar; teimum fylgdu allir frændur teirra. v33 Av Zebulon gingu í herin fimmti túsund herbúnir menn, ið høvdu alskyns hervápn og allir sum ein fúsir til at hjálpa. v34 Av Naftali túsund høvdingar og við teimum tríati og sjey túsund mans, ið bóru skjøldur og spjót. v35 Av Dánitum tjúgu og átta túsund og seks hundrað herbúnir menn. v36 Av Ásjer gingu fjøruti túsund mans í herin búnir til bardaga. v37 Frá teimum hinumegin Jórdan: Av Rubenitum, Gáditum og hálvari Manasse ætt eitt hundrað og tjúgu túsund við alskyns vápnum til hernaðar.
v38 Allir hesir hermenn komu fylktir og samhugaðir til Hebron til tess at gera Dávid til kong yvir øllum Ísrael; og somuleiðis vóru allir hinir Ísraelsmenn samhugaðir í at taka Dávid til kong. v39 Og teir dvaldust har hjá Dávidi í tríggjar dagar og nætur og ótu og drukku, tí at frændur teirra høvdu búgvið teimum til. v40 Eisini teir, ið búðu í námindu teirra alt at Issakar, Zebulon og Naftali, førdu teimum vistir á øsnum, kamelum, múldjórum og oksum, bæði grón, fikukøkur og vínberjakøkur, vín og olju og nøgdir av stórdýrum og smalum; tí at gleði var í Ísrael.