v1 Tá ið Dávid var gingin saman í ráð við túsundhøvdingar og hundraðhøvdingar, allar høvdingarnar, v2 mælti hann við allan savnað Ísraels: »Um tað hóvar tykkum og er ætlað av Harranum, Guði okkara, tá senda vit boð til frændur okkara, ið eftir eru í øllum landslutum Ísraels, og til prestarnar og Levitarnar í borgum sínum við beitilendunum, at teir skulu savnast her hjá okkum, v3 til tess at vit kunnu flyta ørk Harrans aftur til okkara, tí at á døgum Sáuls spurdu vit ikki eftir henni.« v4 Og allur savnaðurin svaraði, at soleiðis vildu teir gera; tí at alt fólkið helt hetta vera rætt. v5 Tá stevndi Dávid øllum Ísrael saman frá Sjihor í Egyptalandi og alt at Hámat til tess at flyta ørk Guðs úr Kirjat-Jearim.
v6 Síðan fór Dávid og allur Ísrael til Báala til Kirjat-Jearim í Júda til tess at flyta haðan ørk Guðs Harrans, ið navn hans er nevnt yvir, hans, ið situr hátt yvir kerúbum. v7 Teir førdu nú á nýggjum vagni ørk Guðs úr húsi Ábinadabs; og Uzza og Ájo stýrdu vagninum. v8 Dávid og allur Ísrael dansaði fyri ásjón Guðs av øllum alvi við songi, søltrum og hørpum, við glymskálum, bumbum og lúðrum.
v9 Men tá ið teir komu at treskivølli Kidons, rætti Uzza hondina út til tess at tríva í ørkina, av tí at oksarnir snávaðu. v10 Tá tendraðist vreiði Harrans ímóti Uzza og sló hann aftur fyri, at hann rætti hondina út ímóti ørkini; og hann doyði har fyri ásjón Guðs. v11 Men Dávid harmaðist yvir, at Harrin hevði brotið skarð í Uzza, og hann nevndi staðin har Perez-Uzza, sum hann eitur enn í dag. v12 Dávid fekk á tí degi ótta fyri Guði og mælti: »Hvussu skal eg tá flyta ørk Guðs til mín?« v13 Dávid flutti tí ikki ørkina til sín í Dávidsborgina, men fór við henni í hús Óbed-Edóms Gátita. v14 Ørk Guðs varð tá verandi í húsi Óbed-Edóms í tríggjar mánaðir, og Harrin signaði hús Óbed-Edóms og alt, sum hann átti.