Dávid og Hiram

v1  Hiram kongur av Týrus sendi sendimenn til Dávids við sedrisviði og somuleiðis grótmenn og træsmiðir til tess at reisa honum hús. v2  Tá skilti Dávid, at Harrin hevði staðfest kongsvald hans yvir Ísrael, og at hann hevði hátt hevjað kongsdømi hans fyri sakir fólks síns, Ísraels.

Ætt Dávids í Jerúsalem

v3  Dávid tók sær í Jerúsalem enn fleiri konur og gat enn synir og døtur. v4  Hesi eru nøvnini á teimum børnum, ið hann fekk í Jerúsalem: Sjammua, Sjóbab, Nátan, Sálomon, v5  Jibhar, Elisjua, Elpelet, v6  Nóga, Nefeg, Jáfia, v7  Elisjáma, Beeljada og Elifelet.

Dávid vinnur sigur á Filistum (smbr. 2 Sám 5,11-25)

v8  Men tá ið Filistar frættu, at Dávid var salvaður til kong yvir øllum Ísrael, løgdu teir allir út at leita eftir honum. Og tá ið Dávid fekk tað at vita, fór hann ímóti teimum. v9  Filistar komu nú og spjaddu seg út um Refaimdal. v10  Tí fór Dávid at leita sær ráð við Guð og segði: »Eigi eg at fara ímóti Filistum? Manst tú geva teir upp í hendur mínar?« Harrin svaraði honum: »Far, tí at eg man geva teir upp í hendur tínar!« v11  Síðan hildu teir niðan til Báal-Perazim; og har vann hann sigur á teimum. Tá mælti Dávid: »Guð hevur latið meg bróta ígjøgnum fíggindar mínar, eins og vatn ryður sær rás!« Tí verður staðurin nevndur Báal-Perazim. v12  Men teir lótu gudar sínar vera eftir har, og eftir boði Dávids vórðu teir brendir á báli.

v13  Men Filistar hildu áfram at reika um í dalinum. v14  Tá leitaði Dávid aftur ráð við Guð; men Guð svaraði honum: »Halt ikki aftan á teir; men far í bug um teir og kom síðan teimum á baki og herja á teir út undan bakarunnunum. v15  Tá ið tú tá hoyrir ljóð av fetum uppi í bakarunnunum, tá skalt tú leggja til orrustu, tí at tá er tað Guð, sum gongur undan tær til tess at sláa her Filista.« v16  Og Dávid gjørdi, eins og Guð hevði boðið honum; og teir vunnu sigur á heri Filista frá Gibeon og alt at Gezer. v17  Soleiðis barst ágiti Dávids út um øll lond; og Harrin læt ræðslu fyri honum koma yvir allar tjóðir.