v1 Síðan bygdi hann sær hús í Dávidsborgini og gjørdi bústað til ørk Guðs við at reisa henni tjald. v2 Ta ferðina segði Dávid: »Eingin má bera Guðs ørk uttan Levitarnir, tí at teir hevur Harrin útvalt til at bera Guðs ørk og til at tæna sær um ævir.« v3 Síðan stevndi Dávid øllum Ísrael saman til Jerúsalem til tess at flyta Guðs ørk niðan á tann stað, sum hann hevði búgvið henni til. v4 Og Dávid stevndi saman sonum Árons og Levitunum. v5 Av Kehatitunum: Uriel høvdinga og brøðrum hans, eitt hundrað og tjúgu. v6 Av Meraritunum: Ásaja høvdinga og brøðrum hans, tvey hundrað og tjúgu. v7 Av Gersonitunum: Jóel høvdinga og brøðrum hans, eitt hundrað og tríati. v8 Av sonum Elizáfans: Sjemaja høvdinga og brøðrum hans, tvey hundrað. v9 Av sonum Hebrons: Eliel høvdinga og brøðrum hans, áttati. v10 Av sonum Uzziels: Amminadab høvdinga og brøðrum hans, eitt hundrað og tólv.
v11 Síðan sendi Dávid boð eftir prestunum Zádoki og Ebjatari og Levitunum Uriel, Ásaja, Jóel, Sjemaja, Eliel og Amminadab v12 og segði við teir: »Tit eru ættarhøvdingar Levita; halgið tykkum nú og brøður tykkara og flytið ørk Harrans, Guðs Ísraels, niðan á tann stað, sum eg havi tilreitt henni. v13 Av tí at tit ikki vóru við hina fyrru ferðina, hevur Harrin, Guð vár, brotið skarð í okkum, av tí at vit ikki søktu hann á rættan hátt.« v14 Tá halgaðu prestarnir og Levitarnir seg til tess at flyta ørk Harrans, Ísraels Guðs, niðan. v15 Og synir Levi bóru ørk Guðs á herðum sínum við stongum, eins og Móses hevði boðið eftir orði Harrans.
v16 Tínæst beyð Dávid høvdingum Levita at lata brøður sínar, sangararnar, stíga fram við ljóðførum, við hørpum, søltrum og glymskálum til tess at lata ljóma fagnaðarróm; v17 til tess settu Levitarnir Heman Jóelsson, og av brøðrum hans Ásaf Berekjason, og av brøðrum teirra, Meraritunum, Etan Kusjajason, v18 og við teimum brøður teirra av øðrum flokki: Zekarja, Uzziel, Sjemiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Benaja, Máaseja, Mattitja, Elipelehu og Miknejáhu og duravørðirnar Óbed-Edóm og Jeiel; v19 sangararnar Heman, Ásaf og Etan við ljómandi glymskálum, v20 Zekarja, Uzziel, Sjemiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Máaseja og Benaja við háttljómandi hørpum; v21 og Mattitja, Elipelehu, Miknejáhu, Óbed-Edóm og Jeiel skuldu skipa songinum við djúpljómandi søltrum; v22 Kónanja, oddamaður Levitanna, skuldi skipa fyri beringini, tí at hann hevði skil á hesum. v23 Berekja og Elkana vóru duravørðir við ørkina. v24 Prestarnir Sjebanja, Jósjafet, Netánel, Ámasai, Zekarja, Benaja og Eliezer skuldu blása í lúðrarnar frammi fyri ørk Guðs; og Óbed-Edóm og Jehija skuldu vera duravørðir við ørkina.
v25 Síðan fóru Dávid og Ísraels elstu og túsundhøvdingarnir við fagnaði undir at flyta sáttmálaørk Harrans úr húsi Óbed-Edóms. v26 Og við tað at Guð hjálpti Levitunum, ið bóru sáttmálaørk Harrans, slátraðu teir sjey tarvar og sjey veðrar. v27 Dávid var í fínari línskikkju og somuleiðis Levitarnir, ið bóru ørkina, og sangararnir og Kónanja, sum skipaði teimum fyri, sum bóru. Dávid var eisini í línakuli. v28 Og allur Ísrael flutti sáttmálaørk Harrans niðan við fagnaðarrópi, meðan blást varð í horn og lúðrar og glymskálir, hørpur og gígur ljómaðu. v29 Men tá ið sáttmálaørk Harrans kom niðan móti Dávidsborgini, var Mikal, dóttir Sáuls, hyggjandi út um gluggan; og tá hon bar eyga við Dávid kong, ið hoppaði og dansaði, háðaði hon hann í hjarta sínum.