Dagurin hildin við ofrum og lovsongi

v1  Síðan bóru teir Guðs ørk niðan og settu hana inn í tjaldið, sum Dávid hevði reist henni; og teir ofraðu brennioffur og takkaroffur fyri ásjón Guðs. v2  Og tá ið Dávid var liðugur at ofra brennioffur og takkaroffur, vælsignaði hann fólkið í navni Harrans v3  og líknaði hvørjum einstøkum Ísraelita, bæði køllum og konum, ein breyðbita, eitt kjøtstykki og eina vínberjakøku.

v4  Frammi fyri ørk Harrans setti hann nakrar av Levitunum til at gera tænastu og til at takka, tigna og lova Harranum, Guði Ísraels. v5  Ásaf var oddamaður, og honum næstur gekk Zekarja, síðan Uzziel, Sjemiramot, Jehiel, Mattitja, Eliab, Benaja, Óbed-Edóm og Jeiel við hørpum og søltrum, meðan Ásaf læt glymskálirnar glymja, v6  og prestarnir Benaja og Jáhaziel støðugt blástu í lúðrarnar frammi fyri sáttmálaørk Guðs. v7  Tá, á tí degi, setti Dávid á fyrsta sinni Ásaf og brøður hans til at syngja Harranum lov: v8  Harranum lovið, ákallið navn hans, kunngerið tjóðanna millum stórverk hans! v9  Fyri honum syngið! Fyri honum leikið! Um undurverk øll hans mælið! v10  Rósið tykkum av hans heilaga navni! Teir, ið Harran dýrka, verið glaðir í hjarta! v11  Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir! v12  Minnist á undur tey, sum hann gjørdi, á tekin hans og dómsorð av munni hans! v13  Tit tænarar hans, Ísraels avkom, tit, ið hann kjósaði, synir av Jákupi! v14  Hann, Harrin, hann er vár Guð, um allan heim ganga dómar hans, v15  um ævir hann minnist sáttmála sín, í túsund ættarlið, tað orðið, hann gav, v16  sáttmálan, hann gjørdi við Ábraham, og eið sín við Ísak, v17  ið hann setti sum skipan fyri Jákup sum ævigan sáttmála fyri Ísrael, v18  við tað at hann segði: »Tær gevi eg Kánáanland, tað skal vera arvalutur tykkara.« v19  Fámentir vóru teir tá, fáir og fremmandir har. v20  Teir gingu frá fólki til fólks, úr einum ríki í annað. v21  Men ongum hann loyvdi at kúga teir, fyri teirra sakir hann revsaði kongar: v22  »Nertið ikki hinar salvaðu mínar og gerið profetum mínum einki mein!« v23  Syng fyri Harranum verøldin øll! Kunnger frelsu hans dag eftir dag! v24  Sigið frá dýrd hans heidninganna millum, fólkanna millum frá undurverkum hans! v25  Tí at mikil er Harrin og hálovaður, øgiligur er hann yvir øllum gudum, v26  tí at allir tjóðanna gudar eru falsgudar, men Harrin hevur himinin skapað. v27  Hátign og dýrd fyri ásjón hans eru, lov og gleði í halgidómi hans. v28  Veitið Harranum, tit fólkanna ættir, veitið Harranum heiður og lov! v29  Veitið Harranum navns hans sóma, berið gávur og komið í forgarðar hans; nígið fyri Harranum í heilagum skrúði, v30  titra fyri ásjón hans verøldin øll! Hann foldina festi, so at ikki hon vikast! v31  Himin fegnist! Gleðist heimur! Ljóði tað heidninganna millum: »Harrin tók kongsvald!« v32  Havið bróti, alt sum tað er! Hagin fegnist og alt tað, hann ber! v33  Tá rópi øll trø í skóginum fagnaðarróp fyri ásjón Harrans, tí at hann kemur; hann kemur jarðarríkið at døma. v34  Harranum lovið, tí at góður hann er, og miskunn hans varir um ævir! v35  Og sigið: Bjarga okkum, frelsunnar Guð vár; frá heidningunum savna okkum saman og frels okkum, at vit mega lova tínum heilaga navni og av tíni dýrd okkum rósa! v36  Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, um aldur og allar ævir! Og fólkið alt segði: »Amen!« og »Halleluja!«

Tænastan við ørkina

v37  Síðan læt hann Ásaf og brøður hansara verða eftir har frammi fyri sáttmálaørk Harrans til tess at gera tænastu við ørkina eftir tí, sum tørvur var á á hvørjum degi. v38  Og Óbed-Edóm Jeditunsson og Hósa og brøður teirra, í alt seksti og átta, setti hann sum duravørðir. v39  Men Zádok prest og brøður hansara, prestarnar, læt hann vera frammi fyri bústaði Guðs á offurheygnum í Gibeon v40  til tess at frambera Harranum brennioffur á brennioffuraltarinum støðugt bæði morgun og kvøld beint eftir teirri lóg, sum Harrin hevði lagt fyri Ísrael; v41  og saman við teimum Heman og Jedutun og hinar, ið navngreiniliga vóru útvaldir til at lova Harranum við hesum niðurlag: »Tí at miskunn hans varir um ævir!« v42  Og teir høvdu hjá sær lúðrar og glymskálir til teirra, ið leikaðu, og ljóðføri til songir Guðs. Men synir Jedutuns vóru duravørðir.

Fólkið fer heim aftur (smbr. 2 Sám 6,17-20. Sl 96,1,13; 105,1-15; 106,1.47-48)

v43  Síðan fór alt fólkið hvør heim til sín sjálvs; og Dávid snúðist heim at signa hús sítt.