Nátan gevur Dávidi fyrijáttan (smbr. 2 Sám 7)

v1  Einaferð, tá ið Dávid sat heima við hús, segði hann við Nátan profet: »Sí, eg búgvi í húsi av sedrisviði, og sáttmálaørk Harrans stendur undir tjalddúkum!« v2  Nátan svaraði Dávidi: »Ger tú alt, sum hugur tín stundar á, tí at Guð er við tær!« v3  Men somu nátt kom orð Guðs til Nátans soljóðandi: v4  »Far og sig við Dávid, tænara mín: So sigur Harrin: Ikki tú skalt reisa mær tað hús, sum eg skal búgva í; v5  eg havi jú ikki búð í húsi frá tí degi, eg leiddi Ísrael út og alt fram at hesum degi, men á allari ferðini búði eg í tjaldi. v6  Havi eg nakrantíð alla ta tíð, sum eg havi gingið millum allar Ísraelsmenn, sagt við nakran av Ísraels dómarum, ið eg setti sum hirðar yvir fólki mínum: Hví reisa tit mær ikki hús av sedrisviði? v7  Tí skalt tú siga við tænara mín Dávid: So sigur Harri herliðanna: Eg tók teg úr haganum, har tú gekst og goymdi at smalum, til tess at seta teg sum høvdinga yvir fólki mínum Ísrael; v8  eg havi verið við tær á øllum leiðum tínum og týnt allar fíggindar tínar fyri tær; eg man gera teg navnframan sum mætastu menn á fold v9  og geva fólki mínum Ísrael heimstað og gróðurseta tað, so at tað má búgva ekkaleyst á sínum staði, uttan at yvirgangsmenn aftur oyða tað eins og áður, v10  sum tá ið eg setti dómarar yvir fólki mínum Ísrael; og eg skal níva allar fíggindar tínar. Tí kunngeri eg tær nú: Harrin skal reisa tær hús! v11  Tá ið dagar tínir eru at enda, og tú fert til fedra tína, tá vil eg reisa avkom títt eftir teg, ein av sonum tínum, og staðfesta kongsdømi hans. v12  Hann skal reisa mær hús, og eg skal staðfesta hásæti hans um ævir. v13  Eg vil vera honum faðir, og hann skal vera mær sonur; og miskunn mína vil eg ikki taka frá honum, eins og eg tók hana frá undanmanni tínum; v14  og eg vil seta hann yvir húsi mínum og kongsdømi mínum um ævir, og hásæti hans skal standa fast um ævir!« v15  Nátan flutti Dávidi øll hesi orð og segði honum frá øllum, sum hann hevði sæð.

v16  Tá fór Dávid kongur inn og dvaldist fyri ásjón Harrans og mælti: »Hvør eri eg, Harri Guð, og hvat er hús mítt, at tú hevur latið alt hetta vera mær fyri? v17  Og tað var tær ikki nóg mikið, Guð; men tú, Harri Guð, gavst eisini fyrijáttanir um hús tænara tíns í framtíðini og lætst meg skoða komandi ættir. v18  Men hvat kann Dávid enn við teg mæla? Tú kennir sjálvur tænara tín. v19  Harri, fyri sakir tænara tíns og eftir vild tíni hevur tú útint alt hetta mikla verk og boðað øll hesi stórverk, v20  Harri, eingin er javnlíki tín, og eingin er Guð uttan tú, samsvarandi øllum tí, sum vit hava hoyrt við oyrum várum. v21  Hvar á foldini finst eitt fólk eins og fólk títt Ísrael, fólk, sum Guð kom og loysti út og gjørdi til fólk sítt til tess at vinna sær frægdir og útinna øgilig stórverk við at reka burtur tjóðir fyri fólki sínum, sum hann loysti út úr Egyptalandi. v22  Tú hevur grundfest fólk títt Ísrael til at vera fólk títt um ævir; og tú, Harri, ert vorðin Guð teirra. v23  Lat nú, Harri, fyrijáttan tína um tænara tín og hús hans standa við um aldur og ævir og evna tað, sum tú hevur heitt. v24  Tá man navn títt roynast álítandi og verða mikið um allar ævir, og ljóða skal: Harri herliðanna, Guð Ísraels, Guð yvir Ísrael! Og hús Dávids, tænara tíns, skal standa grundfest fyri ásjón tíni. v25  Tí at tú, Guð mín, hevur birt tænara tínum, at tú vilt reisa honum hús; tí hevur tænari tín havt dirvi til at biðja hesa bøn til tín. v26  Og nú, Harri, tú ert Guð og hevur givið tænara tínum hesa fyrijáttan. v27  Lat tær nú líka at vælsigna hús tænara tíns, so at tað má standa støðugt um allar ævir fyri ásjón tíni; tí at tað, sum tú, Harri, vælsignar, verður vælsignað um ævir!«