v1 Nakað eftir hetta vann Dávid sigur á Filistum og kúgaði teir; og hann tók frá teimum borgina Gát og torpar hennar. v2 Hann vá eisini Móabitar; og soleiðis gjørdust Móabitar skattskyldigir tegnar hjá Dávidi. v3 Somuleiðis vá Dávid Hádarezer av Zóba nærindis Hámat, tá ið hann var farin út at leggja undir seg landið við Eufrat ánna. v4 Dávid tók av honum túsund vagnar, sjey túsund reiðmenn og tjúgu túsund mans av gonguherliði og kvetti hælsinurnar á øllum rossunum uttan á hundrað, sum hann eirdi. v5 Og tá ið Áramitar úr Dámaskus komu Hádarezeri, konginum av Zóba, til hjálpar, vá Dávid tjúgu og tvey túsund mans av Áramitum. v6 Síðan setti Dávid landsstjórar yvir Dámaskus-Áramitum; og Áramitar vórðu skattskyldigir tegnar hjá Dávidi; soleiðis veitti Harrin Dávidi hjálp á øllum leiðum hans. v7 Dávid tók eisini gullskildirnar, ið tænarar Hádarezers høvdu borið, og flutti teir til Jerúsalem; v8 umframt tað tók Dávid ovurmikið kopar í Tibhat og Kun, borgum Hádarezers; av tí gjørdi Sálomon koparhavið, súlurnar og koparamboðini.
v9 Men tá ið Tóu, kongur av Hámat, frætti, at Dávid hevði vigið allan herin hjá Hádarezeri kongi av Zóba, v10 sendi hann son sín Hádóram til Dávid kong at bera honum kvøðu og biðja gott yvir hann, fyri at hann hevði stríðst ímóti Hádarezeri og vigið hann tí at ófriður hevði gingið á millum Tóu og Hádarezers og við honum sendi hann alskyns gripir av gulli, silvuri og kopari. v11 Eisini hetta halgaði Dávid kongur Harranum saman við tí silvuri og gulli, sum hann hevði tikið frá øllum hesum tjóðum: frá Edómitum, Móabitum, Ammonitum, Filistum og Ámalekitum. v12 Og Absjai Zerujuson vá Edómitar í Saltdalinum, átjan túsund mans. v13 Hann setti tá landsstjórar yvir Edóm, og vórðu tá allir Edómitar tegnar Dávids. Soleiðis veitti Harrin Dávidi hjálp á øllum leiðum hans. v14 Dávid var nú kongur yvir øllum Ísrael og læt alt fólk sítt njóta lóg og rætt.
v15 Jóab Zerujuson var fyri herinum; Jósjafat Áhitubsson var frásagnarmeistari. v16 Zádok Áhiludsson og Ábimelek Ebjatarsson vóru prestar, Sjavsja var ríkisritari; v17 men Benaja Jójadason var oddamaður fyri Kretum og Pletum; og synir Dávids vóru mætastir av kongsins monnum.