v1 Nakað eftir hetta doyði Náhasj, kongur Ammonita, og sonur hansara Hánun tók ríkið eftir hann. v2 Tá hugsaði Dávid: »Eg vil sýna Hánuni Náhasjsyni blíðskap, tí at faðir hansara sýndi mær blíðskap.« Síðan sendi Dávid ørindrekar at ugga hann eftir lívlát faðirs hans. Men tá ið tænarar Dávids vóru komnir inn í land Ammonita til Hánuns til tess at ugga hann, v3 tá søgdu høvdingar Ammonita við Hánun: »Heldur tú, at tað er til at heiðra faðir tín, at Dávid sendir menn at ugga teg? Man tað ikki vera til tess at njósna og týna og kanna landið, at tænarar Dávids eru komnir til tín?« v4 Tá tók Hánun tænarar Dávids, rakaði teimum og skar helmingin av klæðum teirra burtur alt at klovinum og sendi teir síðan burtur. v5 Tá ið Dávid frætti, hvussu menninir vóru viðfarnir, sendi hann sendiboð ímóti teimum, tí at menninir vóru illa skemdir; og kongurin læt siga: »Verðið verandi í Jeriko, til skegg tykkara er afturvaksið og komið síðan heim aftur!«
v6 Men tá ið nú Ammonitar sóu, at teir høvdu gjørt seg illa toknaðar av Dávidi, tá sendi Hánun og Ammonitar túsund talentir av silvuri til tess at leiga sær vagnar og reiðmenn úr Áram-Náharáim, úr Áram-Máaka og úr Zóba. v7 Og teir leigaðu sær tríati og tvey túsund hervagnar og kongin av Máaka við øllum monnum sínum; hesir komu og settu herbúðir sínar við Medeba; tessámillum høvdu Ammonitar savnað seg úr borgum sínum og hildu í bardagan. v8 Tá ið Dávid frætti hetta, sendi hann Jóab avstað við øllum kappaherliðinum. v9 Ammonitar løgdu nú út og tóku at fylkja seg til bardaga fyri uttan borgarliðið, meðan kongarnir, ið komnir vóru, stóðu einsæris úti á víðavangi. v10 Men tá ið Jóab sá, at ófriður gekk á hann bæði á baki og fyri framman, tá valdi hann út av Ísrael allar hinar reystastu og búði seg til bardaga við Áramitar. v11 Hitt herliðið fekk hann Absjai, bróður sínum; og teir búðu seg til bardaga við Ammonitar. v12 Og Jóab mælti: »Um Áramitar bera yvirluta yvir meg, skalt tú koma mær til hjálpar; og um Ammonitar bera yvirluta yvir teg, tá skal eg koma tær til hjálpar. v13 Ver nú reystur og verjum vær manniliga fólk várt og borgir Guðs várs og geri tá Harrin tað, sum honum líkar!« v14 Síðan legði Jóab við monnum sínum til orrustu við Áramitar; og teir flýddu undan honum. v15 Og tá ið Ammonitar sóu, at Áramitar flýddu undan Jóabi, flýddu eisini teir undan Absjai, bróður hans, og hildu inn í borgina. Síðan kom Jóab aftur til Jerúsalem.
v16 Men tá ið Áramitar sóu, at teir høvdu lútað fyri Ísrael, sendu teir ørindrekar avstað til at fáa Áramitar, sum búðu hinumegin ánna, út í hernað við Sjófak herhøvdinga Hádarezers á odda. v17 Men tá ið Dávid frætti hetta, savnaði hann allan Ísrael saman, fór yvir um Jórdan og kom til Helam; og har búði hann seg til bardaga við Áramitar, og har løgdu teir til orrustu við hann. v18 Men Áramitar flýddu fyri Ísrael; og Dávid jarðlegði sjey túsund vagnhestar og fjøruti túsund mans av gonguherfólki, og eisini vá hann Sjófak herhøvdinga. v19 Tá ið menn Hádarezers sóu, at teir høvdu lútað fyri Ísrael, bundu teir frið við Dávid og tæntu honum; eftir hetta vildu Áramitar ikki aftur veita Ammonitum hjálp.