v1 Men Sátan steig upp ímóti Ísrael og tøldi Dávid til at telja Ísrael. v2 Tá mælti Dávid við Jóab og høvdingar fólksins: »Farið og teljið Ísrael alt frá Beersjebu til Dán og berið mær boð aftur, so at eg fái at vita talið á teimum!« v3 Men Jóab svaraði: »Harrin margfaldi fólkið hundrað ferðir! Munnu teir ikki allir, harri kongur, vera trælir harra míns? Hví vil harri mín gera hetta? Hví skal hetta føra sekt yvir Ísrael?« v4 Men Jóab mátti gera, sum kongur segði. Jóab helt tá avstað og fór um allan Ísrael; síðan kom hann aftur til Jerúsalem. v5 Og Jóab gav Dávidi talið á fólkinum, ið kannað hevði verið; og var tá allur Ísrael ein millión og hundrað túsund mans, førir til víggja, og av Júda fýra hundrað túsund mans, førir til víggja. v6 Men Levi og Benjamin hevði hann ikki talt uppí, tí at orð kongs hóvaði honum ógvuliga illa.
v7 Men hetta líkaði Guði illa; og hann sló Ísrael. v8 Tá segði Dávid við Guð: »Illa havi eg syndað, at eg framdi hetta verk; men fyrigev nú misbrot tænara tíns; tí at sum ein býttlingur havi eg borið meg at!« v9 Men Harrin segði við Gád, síggjara Dávids: v10 »Far og sig við Dávid: So sigur Harrin: Tríggjar kostir leggi eg fyri teg; kjósa tær ein av teimum, og hann skal eg lata verða tær fyri!« v11 Gád fór tá til Dávids og segði við hann: »So sigur Harrin: Kjósa tær nú v12 annað hvørt trý hungursár, ella at tú í tríggjar mánaðir skalt flýggja undan mótstøðumonnum tínum og svørði fígginda tína, ella at svørð Harrans og drepsótt skal koma yvir landið, og eingil Harrans fara oyðandi um alt Ísraels land í tríggjar dagar. Hugsa teg nú um, hvørji boð eg skal bera honum, ið sendi meg!« v13 Dávid svaraði Gád: »Eg eri staddur í miklum vanda falli eg heldur í hendur Guðs, tí at almikil er miskunn hans; í manna hendur vil eg ikki falla!«
v14 Harrin læt tá drepsótt koma yvir Ísrael, so at tað doyðu sjeyti túsund mans av Ísrael. v15 Og Guð sendi eingil til at oyða Jerúsalem; men beint sum hann var farin undir at oyða, var Harranum hyggjandi at; tá iðraði hann seg um tað illa, og hann segði við eingilin, sum oyddi: »Nú er nóg mikið, tak hondina aftur til tín!« Eingil Harrans stóð tá við treskivøll Ornans Jebusita. v16 Men tá ið Dávid hugdi upp og sá eingil Harrans standa millum himins og jarðar við bregðaðum svørði í hondini útrættari móti Jerúsalem, tá fell Dávid og allir hinir elstu fram á ásjón sína klæddir í sekki. v17 Og Dávid mælti við Guð: »Var tað ikki eg, sum beyð at telja fólkið? Tað eri eg, sum havi syndað og borið meg illa at; men hesir seyðirnir hvat hava teir gjørt? Legg, Harri, Guð mín, hond tína á meg og ættarfólk mítt, men ikki á fólk títt til tess at bana tí!«
v18 Tá beyð eingil Harrans Gád fara og siga við Dávid, at hann skuldi reisa Harranum altar á treskivølli Ornans Jebusita. v19 Og Dávid fór niðan hagar eftir tí orði, sum Gád hevði talað í navni Harrans. v20 Og tá ið Ornan snúði sær á, sá hann kongin koma gangandi og fýra synir hansara við honum; Ornan fekst tá við at treskja hveiti.
v21 Dávid kom tá til Ornans; og tá ið Ornan leit upp og sá Dávid, gekk hann út av treskivøllinum og fell fram á ásjón sína til jarðar fyri Dávidi. v22 Tá mælti Dávid við Ornan: »Lat meg fáa henda treskivøll, so vil eg reisa Harranum altar á honum; fyri fult virði skalt tú lata meg fáa hann, til tess at plágan má lætta av fólkinum!« v23 Ornan svaraði Dávidi: »Kongur, harri mín, taki hann og geri so, sum honum líkar; eg gevi oksarnar til brennioffur, treskisleðurnar til brennivið og hveitina til grónoffur; eg lati tað alt frá mær!« v24 Men Dávid kongur svaraði Ornani: »Nei, fyri fult virði vil eg keypa tað; tí at eg vil ikki taka nakað av tínum Harranum til handar og frambera brennioffur, sum er fingið fyri einki!« v25 Síðan greiddi Dávid Ornani seks hundrað siklar av gulli fyri treskivøllin. v26 Og Dávid reisti Harranum altar har og ofraði brennioffur og takkaroffur; og tá ið hann kallaði á Harran, svaraði hann við at senda eld av himni niður yvir brennioffuraltarið. v27 Harrin beyð tá einglinum at stinga svørð sítt aftur í slíðrarnar.
v28 Tá ið Dávid sá, at Harrin hevði svarað honum á treskivølli Ornans, tá ofraði hann har. v29 Men tjaldtempul Harrans, ið Móses hevði gjørt í oyðimørkini, og brennioffuraltarið stóðu um tað leitið á offurheygnum í Gibeon. v30 Men Dávid tordi ikki fram fyri altarið at søkja Guð, tí at hann óttaðist fyri svørðinum hjá eingli Harrans.