Dávid fyrireikar tempulbyggingina

v1  Tá mælti Dávid: »Her skal hús Harrans Guðs standa; her skal Ísraels brennioffuraltar vera!« v2  Síðan beyð Dávid at stevna saman øllum fremmandum í Ísraels landi; og hann setti steinhøggarar til at høgga steinar til tess at reisa hús Guðs. v3  Dávid fekk eisini til vegar ovurmikið av jarni til naglar og spengur í liðahurðarnar og so nógv av kopari, at tað ikki varð vegið, v4  og so nógvar sedrisstokkar, at ikki fekst tølur á; tí at Zidonitar og Týrusmenn førdu Dávidi ovurmikið av sedrisviði. v5  Tí at Dávid hugsaði: »Sálomon, sonur mín, er ungur og stimburlítil, men stórt skal húsið vera, sum skal verða bygt Harranum til handar, so at tað má verða glæsiligt og navngitið um øll lond; tí vil eg reika honum fyri.« Og Dávid gjørdi miklar fyrireikingar, áður enn hann doyði.

Dávid býður Sálomoni at byggja templið

v6  Síðan kallaði hann Sálomon, son sín, til sín og beyð honum at reisa Harranum, Ísraels Guði, tempul. v7  Og Dávid segði við Sálomon: »Sonur mín! Eg hevði sjálvur í hyggju at reisa hús fyri navni Harrans, Guðs míns. v8  Men tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: Tú hevur úthelt almikið blóð og staðið í mongum bardøgum; tú mást ikki byggja navni mínum hús, tí at mikið blóð hevur tú úthelt á jørðina fyri ásjón míni. v9  Men tær skal sonur verða føddur; hann skal vera friðarmaður; og eg vil lata hann hava frið fyri fíggindum sínum alt íkring; tí at hann skal eita Sálomon; og frið og náðir skal eg lata Ísrael hava, meðan hann er á døgum. v10  Hann skal byggja navni mínum hús; og hann skal vera mær sonur og eg honum faðir; og eg man grundfesta kongsstól hans í Ísrael allar ævir. v11  Veri nú Harrin við tær, sonur mín, so at tú verður eydnumaður og byggir hús Harrans, Guðs tíns, eins og hann hevur heitt viðvíkjandi tær. v12  Hevði bert Harrin givið tær hyggindi og skynsemi til at skipa fyri Ísrael og varðveita lóg Harrans, Guðs tíns. v13  Tá manst tú verða eydnumaður, um tú vandaliga heldur tær fyriskipanir og lógir, ið Harrin hevur boðið Mósesi um Ísrael; ver reystur og hugdjarvur; óttast ikki og ver ikki ræddur fyri nøkrum! v14  Sí, við miklum strevi havi eg fingið til vegar hundrað túsund talentir av gulli og eina millión talentir av silvuri og so nógv av kopari og jarni, at tað verður ikki vegið, eisini bjálkar og steinar havi eg fingið til vegar, og um hetta skalt tú økja. v15  Tú hevur nógvar verkamenn, bæði steinhøggarar, grótlaðarar og træsmiðir og alskyns hagleiksmenn í øllum smíði. v16  Og gull, silvur, kopar og jarn er fingið til vegar í ovurnøgd. Far nú undir verkið, og Harrin veri við tær!«

v17  Dávid beyð nú øllum høvdingum Ísraels at veita Sálomoni, syni sínum, hjálp og segði: v18  »Harrin, Guð tykkara, er við tykkum og hevur veitt tykkum frið allar vegir; tí at hann hevur givið frumbúgvar landsins undir mítt vald, og landið er undirokað fyri Harranum og fólki hans. v19  Søkið tí Harran, Guð tykkara, av hjarta og sál; og farið undir at byggja halgidóm Harrans Guðs, til tess at sáttmálaørk Harrans og allir halgilutir Guðs mega verða fluttir inn í tað húsið, sum eigur at verða bygt navni Harrans til handar.