Levitarnir, tal og størv teirra

v1  Tá ið Dávid var vorðin gamal og mettur av døgum, setti hann son sín Sálomon sum kong yvir Ísrael. v2  Og hann stevndi saman øllum høvdingum Ísraels, prestunum og Levitunum. v3  Levitarnir frá tríati ára aldri og haðan eldri vórðu taldir; og var tal teirra alt tilsamans tríati og átta túsund menn. v4  »Av hesum,« segði hann, »skulu tjúgu og fýra túsund vera fyri verkum við hús Harrans, og seks túsund vera umsjónarmenn og dómarar; v5  fýra túsund skulu vera duravørðir, og fýra túsund lova Harranum við ljóðførum teimum, ið eg havi gjørt til at lovsyngja við.«

v6  Og Dávid skifti teir sundur í flokkar eftir Levisonum, Gersjon, Kehat og Merari. v7  Av Gersjonitum vóru Ládan og Sjimei. v8  Synir Ládans: Jehiel, sum var oddamaður, Zetam og Jóel, tríggir í alt. v9  Synir Sjimei: Sjelomit, Háziel og Háran; hesir tríggir vóru ættarhøvdingar Ládansættar. v10  Synir Sjimei: Jáhat, Ziza, Jeusj og Beria; hesir fýra vóru synir Sjimei. v11  Jáhat var oddamaður og Ziza næstur; men Jeusj og Beria áttu ikki nógvar synir, so at teir taldust ein ætt, ein embætisflokkur.

v12  Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel, fýra í alt. v13  Synir Amrams: Áron og Móses. Men Áron varð saman við sonum sínum fráskilaður hinum til at verða vígdur sum háheilagur um allar ævir, til tess at teir skuldu kynda offureld frammi fyri Harranum, tæna honum og vælsigna í navni hans um aldur og ævir. v14  Men synirnir hjá tí Guðsmanni Mósesi taldust upp í Levi ætt. v15  Synir Mósesar: Gersjom og Eliezar. v16  Synir Gersjoms: Sjúbael, ið var oddamaður. v17  Synir Eliezars: Rehabja, sum var oddamaður; aðrar synir átti Eliezar ikki; men synir Rehabja vóru fjølmargir. v18  Synir Jizhars: Sjelomit, sum var oddamaður. v19  Synir Hebrons: Jerija, sum var oddamaður, annar Ámarja, triði Uzziel, fjórði Jekámeam. v20  Synir Uzziels: Mika, sum var oddamaður, og annar Jissjija.

v21  Synir Merari: Máli og Musji. Synir Máli: Eleazar og Kisj. v22  Eleazar átti ongar synir, tá ið hann doyði, einans døtur, og frændur teirra, synir Kisj, tóku tær til konu. v23  Synir Musji: Máli, Eder og Jeremot, tríggir í alt.

v24  Hesir vóru synir Levi eftir ættarfólki teirra, ættarhøvdingarnir, ið kannaðir vóru við navnateljing eftir høvdum teirra, teir, sum høvdu tænastustørv í húsi Harrans, tjúgu ára gamlir og haðan eldri. v25  Tí at Dávid hugsaði: »Harrin, Guð Ísraels, hevur nú givið fólki sínum hvílu og tikið upp bústað sín í Jerúsalem um ævir. v26  Levitunum tørvar tí ikki longur at bera tjaldtemplið og tænastuamboð tess. v27  Eftir síðstu formælum Dávids vórðu teir Levitar taldir, ið vóru tjúgu ára gamlir og haðan eldri. v28  Men starv teirra skal vera at hjálpa sonum Árons við tænastuni í húsi Harrans, í forgørðum og herbergum og við at reinsa allar halgilutir og starva við øllum, ið er at gera í húsi Guðs; v29  teir skulu stíla fyri sýnisbreyðum og mjøli til grónoffurs, hinum ósúrgaðu køkunum, pannuni og deignum og øllum rúmmátum og longdarmátum v30  og hvønn morgun ganga fram til at tigna og lovsyngja Harranum og somuleiðis um kvøldið v31  og hvørja ferð, tá ið brennioffur verða ofrað Harranum á hvíludøgum, tendringardøgum og á hátíðunum, so nógvir í tali, sum teimum er tilskilað at standa ísenn fyri ásjón Harrans. v32  Soleiðis skulu teir hava í varðveitslu alt tað, sum er at gera við samfundartjaldið og við tað heilaga og hjálpa brøðrum sínum, sonum Árons, við tænastuni í húsi Harrans.