v1 Synir Árons, skiftir sundur í flokkar, vóru Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar. v2 Men Nádab og Ábihu doyðu undan faðir sínum og áttu ongar synir, og soleiðis fingu Eleazar og Ítámar prestadømið. v3 Saman við Zádoki av sonum Eleazars og Áhimeleki av sonum Ítámars skifti Dávid teir sundur í embætisflokkar eftir tænastu teirra. v4 Men tá ið tað kom í ljós, at synir Eleazars høvdu fleiri yvirmenn enn synir Ítámars, vórðu teir soleiðis sundurskiftir, at synir Eleazars fingu sekstan ættarhøvdingar og synir Ítámars átta. v5 Og teir skiftu báðar flokkarnar sundur við lutkasti; tí at bæði av sonum Eleazars og sonum Ítámars vórðu heilagir høvdingar og Guðshøvdingar valdir. v6 Ríkisritarin Sjemaja Netánelsson, ein av Levitunum, skrásetti teir, meðan kongur var hjá og høvdingarnir Zádok prestur, Áhimelek Ebjatarsson og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna; hvørja ferð ein ætt av Ítámari varð frátikin, vórðu tvær ættir av Eleazari frátiknar. v7 Fyrsti luturin fell á Jójarib, annar á Jedaja, v8 triði á Hárim, fjórði á Seorim, v9 fimti á Malkija, sætti á Mijjamin, v10 sjeyndi á Hakkoz, áttandi á Ábija, v11 níggjundi á Jesjua, tíggjundi á Sjekanja, v12 ellivti á Eljasjib, tólvti á Jákim, v13 trettandi á Huppa, fjúrtandi á Jisjbáal, v14 fimtandi á Bilga, sekstandi á Immer, v15 seytjandi á Hezir, átjandi á Happizzez, v16 nítjandi á Petaja, tjúgundi á Jehezkel, v17 tjúgundi og fyrsti á Jákin, tjúgundi og annar á Gámul, v18 tjúgundi og triði á Delaja, tjúgundi og fjórði á Máazja. v19 Hetta var tann skipan, sum teir skuldu gera tænastu eftir, tá ið teir gingu inn í Guðs hús, eins og Áron, ættarfaðir teirra, hevði fyriskipað samsvarandi tí, sum Harrin, Ísraels Guð, hevði boðið honum.
v20 Viðvíkjandi hinum Levitunum var Sjúbael ein av eftirkomarum Amrams og Jedeja ein av eftirkomarum Sjúbaels; v21 av sonum Rehabja var Jissjija høvdingi, v22 av Jizharitunum Sjelomot, av sonum Sjelomots Jáhat. v23 Synir Hebrons: Fyrsti Jerija høvdingi, annar Ámarja, triði Uzziel, fjórði Jekámeam. v24 Av sonum Uzziels: Mika, av sonum Mika Sjámir; v25 bróðir Mika Jissjija; av sonum Jissjija Zekarja. v26 Synir Merari: Máli, Musji og synir Jáasija sonar hans. v27 Synir Uzzia Merarisonar: Sjóham, Zakkur og Ibri. v28 Av Máli var Eleazar komin; hann átti ongar synir, og Kisj; v29 ein av sonunum hjá Kisj var Jerameel.
v30 Synir Musji: Máli, Eder og Jerimot. Hesir vóru eftirkomarar Levitanna eftir ættum teirra. v31 Eisini teir kastaðu lut eins og frændur teirra synir Árons, meðan Dávid kongur var hjá og Zádok og Áhimelek og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna, ættarhøvdingarnir eins og yngru frændur teirra.