Sangaraflokkarnir tjúgu og fýra

v1  Dávid og herhøvdingarnir tóku síðan frá til tænastuna synirnar hjá Ásafi, Hemani og Jedutuni, sum leiktu á sittarum, hørpum og søltrum av profetiskum móði. Og talið á teimum monnum, ið høvdu hetta tænastustarv, var: v2  Av sonum Ásafs: Zakkur, Jósef, Netanja og Ásarela; synir Ásaf við Ásafi á odda, sum leikti av profetiskum móði eftir forsøgn kongsins. v3  Av Jedutuni: Synir Jedutuns: Gedalja, Jizri, Jesjaja, Sjimei, Hásjabja, Mattitja, seks í alt, við faðir sínum Jedutun á odda, sum leikti á sittara av profetiskum móði, tá ið lovsangir og takkarljóð vórðu sungin fyri Harranum. v4  Av Hemani: Synir Hemans: Bukkija, Mattanja, Uzziel, Sjúbael, Jerimot, Hánanja, Hánáni, Eliata, Giddalti, Rómamti-Ezer, Jósjbekasja, Mallóti, Hótir og Máháziot. v5  Allir hesir vóru synir Hemans, ið var síggjari kongs í orði Guðs; til tess at hevja horn hans gav Guð honum fjúrtan synir og tríggjar døtur. v6  Allir hesir skipaðu songin við faðir teirra á odda í húsi Guðs við søltrum, hørpum og sittarum. Soleiðis gjørdu teir tænastu í húsi Guðs, meðan kongur, Ásaf, Jedutun og Heman løgdu teimum lag á. v7  Og talið á teimum saman við brøðrum teirra, sum lært høvdu at syngja fyri Harranum, var í alt tvey hundrað og áttati og átta alkønir menn.

v8  Og teir kastaðu lut um, hvat ið hvør skuldi hava umsjón við, bæði yngri og eldri, kennarar og lærusveinar. v9  Fyrsti luturin fell á Jósef, hann sjálvan, brøður hans og synir, tólv í tali. Annar luturin fell á Gedalja, á hann sjálvan, brøður hans og synir, tólv í tali; v10  triði á Zakkur, synir hans og brøður, tólv í tali; v11  fjórði á Jizri, á synir hans og brøður, tólv í tali; v12  fimti á Netanja, á synir hans og brøður, tólv í tali; v13  sætti á Bukkija, á synir hans og brøður, tólv í tali; v14  sjeyndi á Jesarela, á synir hans og brøður, tólv í tali; v15  áttandi á Jesjaja, á synir hans og brøður, tólv í tali; v16  níggjundi á Mattanja, á synir hans og brøður, tólv í tali; v17  tíggjundi á Sjimei, á synir hans og brøður, tólv í tali; v18  ellivti á Ázarel, á synir hans og brøður, tólv í tali; v19  tólvti á Hasjabja, á synir hans og brøður, tólv í tali; v20  trettandi á Sjúbael, á synir hans og brøður, tólv í tali; v21  fjúrtandi á Mattitja, á synir hans og brøður, tólv í tali; v22  fimtandi á Jeremot, á synir hans og brøður, tólv í tali; v23  sekstandi á Hánanja, á synir hans og brøður, tólv í tali; v24  seytjandi á Jósjbekasja, á synir hans og brøður, tólv í tali; v25  átjandi á Hánani, á synir hans og brøður, tólv í tali; v26  nítjandi á Malloti, á synir hans og brøður, tólv í tali; v27  tjúgundi á Eliata, á synir hans og brøður, tólv í tali; v28  tjúgundi og fyrsti á Hótir, á synir hans og brøður, tólv í tali; v29  tjúgundi og annar á Giddalti, á synir hans og brøður, tólv í tali; v30  tjúgundi og triði á Máháziot, á synir hans og brøður, tólv í tali; v31  tjúgundi og fjórði á Rómamti-Ezer, á synir hans og brøður, tólv í tali.