v1 Flokkarnir, ið skiftust at vera duravørðir, vóru av Kóraitum: Mesjelemja Kóreson av Ábiasafs sonum. v2 Synir Mesjelemja vóru: Zekarja hin frumgitni, annar Jediael, triði Zebadja, fjórði Jatniel, v3 fimti Elam, sætti Jóhanan, sjeyndi Eljóenai. v4 Synir Óbed-Edóms vóru: Sjemaja hin frumgitni, annar Józabad, triði Jóa, fjórði Sákar, fimti Netánel, v5 sætti Ammiel, sjeyndi Issakar og áttandi Peultai; tí Guð hevði vælsignað hann. v6 Sonur hans, Sjemaja átti synir, ið ráddu fyri sínum ættarflokkum, av tí at teir vóru av mætastu monnum. v7 Synir Sjemaja vóru: Otni, Refael, Óbed, Elzabad og brøður hans, reystir menn, Elihu og Semakja. v8 Allir hesir vóru ættaðir frá Óbed-Edóm, teir og synir og brøður teirra tiltiknir til styrki og dugandi í tænastuni, í alt seksti og tveir av Óbed-Edóms ætt. v9 Mesjelemja átti eisini synir og brøður, dugandi menn, átjan í alt. v10 Hósa, ein av sonum Merari, átti synir: Sjimri høvdingi tí tó at hann ikki var frumgitin, gjørdi faðir hans hann til høvdinga v11 annar Hilkia, triði Tebalja, fjórði Zekarja; allir synir og brøður Hósa vóru trettan í tali.
v12 Hesir flokkar, sum skiftust at vera duravørðir, tað er: oddamenninir, fingu nú saman við brøðrum sínum tænastustørv í húsi Harrans. v13 Og teir kastaðu lut um hvørt liðið, bæði hin minsti og hin størsti, eftir ættarbólkum sínum. v14 Lutkastið um eysturliðið fell á Sjelemja; eisini kastaðu teir lut fyri Zekarja, son hans, ein vitugur ráðgevi, og luturin fell á norðurliðið. v15 Fyri Óbed-Edóm fell luturin á suðurliðið og fyri synir hans á goymsluhúsið. v16 Og fyri Hósa fell luturin á vesturliðið og á Sjalleketliðið, har vegurin liggur niðaneftir, varðstøð við varðstøð. v17 Móti eystri stóðu seks Levitar, móti norðuri dagliga fýra, móti suðuri dagliga fýra og við hvørt goymsluhúsið tveir. v18 Við Parbar móti vestri stóðu fýra fram við vegnum og tveir við Parbar. v19 Hesir vóru teir flokkar av Kórasonum og Merarisonum, ið skiftust at vera duravørðir.
v20 Levitarnir, frændur teirra, vóru fyri fægoymslunum í húsi Guðs og fyri halgigávugoymslunum. v21 Synir Ládans, tað er Gersjonitarnir av Ládans ætt, høvdingarnir fyri ættarbólki Ládans Gersjonita, vóru Jehielitarnir. v22 Jehielitasynirnir Zetam og bróðir hans Jóel høvdu umsjón við fægoymslunum í húsi Guðs. v23 Um Amramitar, Jizharitar, Hebronitar og Ásielitar er at siga, v24 at Sjúbael Gersjomsson Mósesonar var yvirumsjónarmaður yvir fægoymslunum; v25 frændur hans av Eleazars ætt vóru Rehabja Eleazarsson, sonur hansara Jesjaja, sonur hansara Jóram, sonur hansara Zikri og sonur hansara Sjelomit. v26 Hesin Sjelomit og frændur hans høvdu umsjón við øllum teimum halgigávufægripum, sum Dávid kongur, ættarhøvdingarnir, túsundhøvdingarnir, hundraðhøvdingarnir og herhøvdingarnir høvdu halgað v27 av tí herfongi, sum tikin var í bardøgum, høvdu teir halgað tað til umvælingar av húsi Harrans v28 og við øllum tí, sum Sámuel síggjari, Sául Kisjson, Ábner Nersson og Jóab Zerujuson høvdu halgað; alt tað, sum halgað varð, høvdu Sjelomit og frændur hans undir hond.
v29 Av Jizharitunum vóru Kónanja og synir hans valdir til at starva úti um Ísrael sum tilsjónarmenn og dómarar. v30 Av Hebronitunum stóðu Hásjabja og synir hans, seytjan hundrað dugandi menn, fyri øllum stjórnarstørvum í Ísrael fyri vestan Jórdan, í øllum viðvíkjandi stjórnarstørvum Harrans og tænastu kongs. v31 Ein av Hebronitunum og oddamaður teirra var Jerija, eftir ætt og kynslóð teirra; á fjørutiunda ríkisári Dávids vórðu teir kannaðir, og funnust millum teirra mætir menn í Jázer í Gilead v32 og brøður hansara, tvey túsund og sjey hundrað fráskila góðir ættarhøvdingar, teir setti Dávid kongur yvir Rubenitunum, Gáditunum og hálvari Manasse ætt til tess at greiða øll málevni Guðs og kongs.