v1 Ísraelsmenn eftir tali teirra, ættarhøvdingarnir, túsundhøvdingarnir, hundraðhøvdingarnir og tilsjónarmenninir, ið tæntu kongi í øllum viðvíkjandi flokkunum, ið skiftu hvønn mánað alt árið íkring, í hvørjum flokkinum vóru tjúgu og fýra túsund mans:
v2 Fyri fyrsta flokkinum tann fyrsta mánaðin stóð Ísjbáal, sonur Zabdiels í hansara flokki vóru tjúgu og fýra túsund mans v3 av eftirkomarum Perezar yvirherhøvdinga; tað var fyrsti mánaður. v4 Fyri flokkinum í øðrum mánaði stóð Eleazar Áhóhiti, sonur Dódai; í hansara flokki vóru tjúgu og fýra túsund mans. v5 Triði herhøvdingin, fyri triðja mánaðinum, var Benaja, sonur Jójada høvuðsprests; í hansara flokki vóru tjúgu og fýra túsund mans. v6 Hesin Benaja var hetjan millum hinar tríati og á odda fyri teimum tríati; fyri flokki hans var Ammizabad, sonur hans. v7 Fjórði var Ásahel, bróðir Jóabs, fyri fjórða mánaðinum, og eftir hann sonur hans Zebadja; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. v8 Fimti var herhøvdingin Sjamhut Zeraiti, fyri fimta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. v9 Sætti var Ira Ikkesjson úr Tekóa, fyri sætta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. v10 Sjeyndi var Helez Peloniti av Efraims ætt, fyri sjeynda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. v11 Áttandi var Sibbekai Husjatiti av Zera ætt, fyri áttanda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. v12 Níggjundi var Ábiezer úr Ánatot av Benjamins ætt, fyri níggjunda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. v13 Tíggjundi var Máharai úr Netofa av Zera ætt, fyri tíggjunda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. v14 Ellivti var Benaja úr Pireaton av Efraims ætt, fyri ellivta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. v15 Tólvti var Heldai úr Netofa av Otniels ætt, fyri tólvta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans.
v16 Á odda fyri Ísraels ættum vóru hesir: Eliezer Zikrison var høvdingi fyri Rubenitum, fyri Símeonitum Sjefatja Máakason; v17 fyri Levi Hásjabja Kemúelsson, fyri Áron Zádok; v18 fyri Júda Eliab, ein av Dávids brøðrum; fyri Issakar Omri Mikaelsson; v19 fyri Zebulon Jisjmaja Óbadjason; fyri Naftali Jerimot Azrielsson; v20 fyri Efraim Hósea Ázazjason; fyri øðrum helmingi av Manasse Jóel Pedajason; v21 fyri hinum helminginum av Manasse í Gilead Jiddo Zekarjason; fyri Benjamin Jáasiel Ábnersson; v22 fyri Dán Ázarel Jeróhamsson. Hesir vóru høvdingar fyri Ísraels ættum.
v23 Men Dávid læt ikki telja teir, sum enn ikki vóru tjúgu ára gamlir, tí at Harrin hevði heitt at gera Ísrael fjølment sum stjørnurnar á himni. v24 Jóab Zerujuson var farin undir at telja fólkið, men fullførdi tað ikki, tí at mikil vreiði kom av hesum yvir Ísrael; og talið varð ikki skrásett í árbøkurnar hjá Dávidi kongi.
v25 Azmavet Ádielsson hevði umsjón við fægoymslum kongs; og Jónatan Uzziason við fægoymslunum úti um landið í borgunum og bygdunum og í hervirkjunum. v26 Ezri Kelubsson hevði umsjón við jarðyrkismonnunum, ið starvaðu við jørðina.
v27 Sjimei úr Ráma við víngørðunum; Zabdi Sjifmiti við víngoymslunum í víngørðunum. v28 Báal-Hánan úr Geder við oljutrøunum og morberjatrøunum á láglandinum og Jóasj við oljugoymsluni. v29 Sjitrai Sároniti við neytunum, ið gingu á Sáron, Sjáfat Adlaison við neytunum, sum gingu í dølunum. v30 Óbil Ísmaeliti við kamelunum, Jedija úr Meronot við øsnunum. v31 Jáziz Hagriti við smalunum. Allir hesir høvdu umsjón við ognunum hjá Dávidi kongi. v32 Jónatan, faðirbróðir Dávids, var ráðgevi; hann var vitur og skriftlærdur maður. Jehiel Hakmonison aldi upp synir kongs. v33 Ákitofel var ráðgevi kongs og Husjai Arkiti vinur kongs. v34 Eftir Ákitofel kom Jójada Benajason og Ebjatar. Jóab var herhøvdingi kongs.