v1 Síðan stevndi Dávid til Jerúsalem øllum høvdingum Ísraels, høvdingunum fyri ættargreinunum og fyri flokkunum, sum vóru í kongsins tænastu, og túsundhøvdingunum og hundraðhøvdingunum og øllum teimum, ið ráddu yvir ognum og fenaði hjá kongi og sonum hans; og somuleiðis hirðmonnunum, hetjunum og øllum dugandi monnum. v2 Og Dávid kongur fór á føtur og tók til orða: »Hoyrið meg, brøður mínir og fólk mítt! Eg hevði í hyggju at byggja hvíldarstað fyri sáttmálaørk Harrans og fyri fótskør Guðs várs og búðist at byggja. v3 Men Guð segði við meg: Tú skalt ikki reisa navni mínum hús, tí at tú ert bardagamaður og hevur úthelt blóð. v4 Men Harrin, Ísraels Guð, útvaldi kortini meg av allari faðirætt míni til ævinliga at vera kongur yvir Ísrael; tí at Júda útvaldi hann til at vera tjóðhøvdinga og av Júda faðirætt mína, men av øllum sonum faðirs míns vildi hann, at eg skuldi verða kongur yvir øllum Ísrael. v5 Og av øllum sonum mínum tí at Harrin hevur givið mær nógvar synir útvaldi hann Sálomon, son mín, til at sita í kongsstóli Harrans og valda Ísrael. v6 Og hann segði við meg: Sonur tín Sálomon er tann, sum byggja skal hús mítt og forgarðar mínar; tí at hann havi eg kosið til at vera son mín, og eg skal vera honum faðir. v7 Og eg vil grundfesta kognsdømi hans um allar ævir, um hann støðugt vil halda míni boð og lógir mínar eins og nú. v8 Og nú sigi eg frammi fyri øllum Ísrael, savnaði Harrans, í áhoyrn Guðs várs: Varðveitið við áhuga øll boðorð Harrans, Guðs tykkara, so at tit mega eiga hetta frálíka landið og lata børn tykkara eftir tykkum fáa tað í arv um allar ævir! v9 Og tú, Sálomon sonur mín, hav kunnleika um Guð faðirs tíns og tæn honum av heilum hjarta og fúsum huga; tí at Harrin rannsakar øll hjørtu og skynir hugrenningar. Um tú søkir Harran, vil hann lata teg finna seg, men havnar tú honum, tá sigur hann teg ævinliga burtur. v10 Varnast nú; tí at Harrin hevur útvalt teg til at byggja halgidómshúsið; far nú við góðum treysti undir at byggja!«
v11 Síðan fekk Dávid Sálomoni syni sínum fyrimyndina til forsalin og herbergini, til gripagoymslurnar, loftsherbergini, innherbergini og arkarherbergið, v12 og fyrimynd til alt tað, sum honum var í huga: til forgarðar, hús Harrans, til herbergini alt íkring, fæhirðslurnar í húsi Harrans og halgigávugoymslurnar, v13 somuleiðis forskriftir um flokkar prestanna og Levitanna, um øll tænastustørv í húsi Harrans og um øll amboð, ið skuldu nýtast við tænastuna í húsi Harrans, v14 um gullið, hvussu nógv av gulli skuldi fara til øll tey amboð, sum nýtt vórðu við tænastuna, og hvussu nógv av silvuri skuldi fara til øll silvuramboð, sum nýtt vórðu við tænastuna; v15 framvegis um vektina á gullljósastøkunum og gulllampunum, sum á teimum vóru, vektina á hvørjum einstøkum ljósastaka og lampum hans, um silvurljósastakarnar, um vektina á hvørjum einstøkum ljósastaka eftir tí, sum hvør ljósastakin var ætlaður til, v16 somuleiðis vektina á gullinum á hvørjum sýnisbreyðaborði og á silvurinum á silvurborðunum v17 og um soðkrókarnar, offurbollarnar og køskirnar av reinum gulli; um gullsteypini, vektina á hvørjum steypi, um silvursteypini, vektina á hvørjum steypi, v18 framvegis um roykilsisaltarið av reinum gulli eftir vekt og fyrimynd til vagnin og gullkerúbarnar, ið hyljandi breiddu út veingir sínar yvir sáttmálaørk Harrans. v19 »Alt hetta stendur í riti av hond Harrans; hann hevur givið mær kunnleika um fyrimyndina til alt tað, sum eigur at verða gjørt.« v20 Síðan segði Dávid við Sálomon, son sín: »Ver nú reystur og far við góðum treysti undir verkið, óttast ikki og lat ikki hugin falla, tí at Harrin, Guð mín, vil vera við tær; hann man ikki sleppa tær av hondini og ikki fara frá tær, til alt er liðugt, sum er at gera við hús Harrans. v21 Og her eru flokkar prestanna og Levitanna búnir til alskyns tænastu í húsi Guðs, og hjá tær hevur tú alskyns hagleiksmenn, ið eru fúsir til øll størv; eisini vilja høvdingarnir og fólkið gera alt, sum tú sigur.«