v1 Og Dávid kongur mælti við allan savnaðin: »Sálomon, sonur mín, sum Guð hevur útvalt, er ungur og óroyndur, og verkið er stórt, tí at húsið er ikki ætlað manni, men Guði Harranum. v2 Eg havi tí av øllum alvi roynt at útvega húsi Guðs míns gull og silvur, kopar, jarn og við til alt tað, ið gjørt skal verða úr gulli, silvuri, kopari, jarni og træi og hartil sjóhamsteinar og groypingarsteinar, fríðkanarsteinar og ymist littar steinar, alskyns dýrar steinar og ovurmikið av marmorsteinum. v3 Framvegis vil eg av tokka til hús Guðs míns geva tí alt, sum eg eigi sjálvur av gulli og silvuri umframt alt, sum eg havi útvegað halgidóminum: v4 trý túsund talentir av gulli, av Ofirgulli, og sjey túsund talentir av reinsaðum silvuri til at leggja tempulveggirnar við, v5 gull og silvur til teir lutir, ið lagdir skulu verða við gulli og silvuri, og til alskyns listasmíð. Og hvør er nú fúsur at fylla hendur sínar við gávum Harranum til handar?«
v6 Tá komu av egnum ávum ættarhøvdingarnir og høvdingar ættargreina Ísraels, túsundhøvdingarnir og hundraðhøvdingarnir og formenninir fyri størvum kongs v7 og góvu gávur til at gera hús Guðs fyri, fimm túsund talentir og tíggju túsund dárikar av gulli, tíggju túsund talentir av silvuri, átjan túsund talentir av kopari og hundrað túsund talentir av jarni. v8 Og hvør, sum átti gimsteinar, gav teir í fægoymslurnar í húsi Harrans, ið Jehiel Gersjoniti hevði umsjón við. v9 Og fólkið gleddist yvir, at teir góvu sjálvbodnir, tí at av heilum huga góvu teir ókravdir Harranum gávur; eisini Dávid kongur gleddi seg stórum.
v10 Tá lovaði Dávid Harranum, meðan allur savnaðurin var hjá; og hann segði: »Lovaður veri tú, Harri, Guð Ísraels, faðir várs frá ævum og um allar ævir! v11 Tær, Harri, hoyrir tignin til og mátturin, heiðurin, æran og dýrdin, tí at alt er títt bæði á himni og á jørð; og títt, Harri, er ríkið, og tú ert hevjaður sum høvur yvir øllum! v12 Frá tær kemur eyður og hátign, og øllum tú valdar; í tíni hond er megi og máttur, í tíni hond tað stendur, hvør ið skal vera mikil og máttugur; v13 tí tignum vær teg, vár Guð, og lovsyngjum tínum dýrdarríka navni; v14 tí at hvat eri eg, og hvat er fólk mítt, at vær skulum vera førir fyri at geva hetta sjálvkravdir? Nei, frá tær er alt, og av tí, sum hond tín hevur givið, gevum vær tær gávur. v15 Tí at vær erum fremmandir fyri ásjón tíni og gestir eins og allir fedrar várir; sum skuggin eru dagar várir á fold og uttan vón. v16 Harri, vár Guð, allur hesin eyður, sum vær høvum fingið saman til tess at byggja tær og tínum heilaga navni bústað, frá tíni hond er tað, og tær hoyrir tað alt samalt til! v17 Guð mín, eg veit, at tú roynir hjørtuni, og at tú hevur tokka í rættlæti; eg havi tí av reinum hugi sjálvkravdur givið alt hetta, og eg síggi við gleði, hvussu fólk títt, sum her stendur, hevur sjálvboðið givið tær gávur! v18 Harri, Guð Ábrahams, Ísaks og Jákups, fedra vára, lat fólk títt allar ævir hava tílíkt skaplyndi og tílíkt hjartalag og bein hjørtu teirra til tín; v19 og gev tú Sálomoni, syni mínum, heilt hjarta til at halda boðorð tíni, vitnisburðir og fyriskipanir til at útinna alt hetta og reisa hetta hús, sum eg havi savnað tilfar til!«
v20 Síðan mælti Dávid við allan savnaðin: »Lovið nú Harranum, Guði tykkara!« Og allur savnaðurin lovaði tá Harranum, Guði fedra sína; og tey fullu fram eftir rommum fyri Harranum og kongi. v21 Síðan frambóru teir Harranum sláturoffur, og dagin eftir bóru teir honum brennioffur, túsund oksar, túsund veðrar og túsund lomb við droypiofrum, ið tilhoyrdu og somuleiðis nøgdir av sláturofrum fyri allan Ísrael. v22 Og teir ótu og drukku fyri ásjón Harrans á tí degi við miklari gleði og tóku á øðrum sinni Sálomon Dávidsson til kong og salvaðu hann til høvdinga Harrans og Zádok til prest. v23 Sálomon settist tá sum kongur í hásæti Harrans eftir Dávid, faðir sín; eydnan fylgdi honum, og allur Ísrael var honum lýðin. v24 Allir høvdingarnir og hetjurnar, somuleiðis allir synir Dávids kongs heiðraðu Sálomon kong og góvu seg undir hann. v25 Og Harrin gjørdi hann framúr mætan hjá øllum Ísrael og gav honum tílíka kongstign, sum eingin kongur í Ísrael undan honum hevði havt.
v26 Dávid Ísaison hevði verið kongur yvir øllum Ísrael. v27 Og tann tíð, hann ríkti yvir Ísrael, var fjøruti ár; í Hebron ríkti hann sjey ár, og í Jerúsalem ríkti hann í tríati og trý ár. v28 Hann doyði í góðari elli mettur av døgum, eyði og heiðuri; og Sálomon, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
v29 Og søgan um Dávid kong frá upphavi til enda stendur í søgu Sámuels síggjara, í søgu Nátans profets og í søgu Gáds síggjara. v30 Har er eisini sagt frá øllum kongsdømi hans, frá roysnisverkum hans og øllum teimum tilburðum, ið honum og Ísrael vóru fyri, og øllum ríkjum og londum.