v1 Synir Rubens, frumgitna sonar Ísraels tí hann var hin frumgitni; men av tí at hann hevði vanhalgað rekkju faðirs síns, var frumburðarrættur hansara givin sonum Jósefs Ísraelssonar; tó vóru teir ikki taldir frumgitnir í ættartalinum; v2 tí at Júda valdaði brøðrum sínum, og av honum skuldi høvdingin koma; men frumburðarrættin fekk Jósef v3 synir Rubens, frumgitna sonar Ísraels: Hánók, Pallu, Hezron og Karmi. v4 Synir Jóels: Sonur hansara var Sjemaja, sonur hansara Góg, sonur hansara Sjimei, v5 sonur hansara Mika, sonur hansara Reaja, sonur hansara Báal, v6 sonur hansara Beera, sum Tillegat-Pilneser, Assurs kongur, herleiddi; hann var høvdingi fyri Rubenitar. v7 Og brøður teirra eftir ættargreinum sínum, eins og teir vóru skrásettir í ættartali eftir uppruna sínum: Fyrst Jeiel, síðan Zekarja og v8 Bela Ázazson, Sjemasonar, Jóelssonar; hann búði í Ároer og alt at Nebo og Báal-Meon. v9 Bústaðir hansara vóru allar vegir eystureftir alt at oyðimørkini fyri vestan Eufratánna; tí teir høvdu miklar fæflokkar í Gileads landi. v10 Á Sáuls døgum løgdu teir bardagar við Hágritar; og tá ið Hágritar høvdu lútað fyri teimum, tóku teir upp bústað í tjøldum teirra um alt eystara økið í Gileads landi.
v11 Synir Gáds, ið búðu beint yvir av teimum í Básjans landi alt at Salka: v12 Fyrst Jóel, tínæst Sjáfam, Jáenai og Sjáfat í Básjan; v13 og brøður teirra eftir fedranna ættum teirra: Mikael, Mesjullam, Sjeba, Jórai, Jákan, Zia og Eber, sjey í alt. v14 Hesir vóru synir Ábihails, Hurisonar, Jároasonar, Gileadssonar, Mikaelssonar, Jesjisjaisonar, Jádosonar, Buzsonar. v15 Áhi Abdielsson Gunisonar var ættarhøvdingi teirra. v16 Teir búðu í Gilead og Básjan og øllum torpunum har og øllum beitilendunum, so langt sum tey rukku. v17 Allir hesir vórðu skrásettir í ættartal á døgum Jótams Júda kongs og Jeróboams, Ísraels kongs.
v18 Rubenitar, Gáditar og hálv Manasse ætt, reystir menn, ið bóru svørð og skjøldur og spentu boga, fjøruti og fýra túsund og sjey hundrað og seksti mans, ið vóru bardagavandir og førir til víggja, v19 teir løgdu bardagar sínar móti Hagritum, Jetur, Náfisj og Nódab; v20 og teir fingu hjálp ímóti teimum, so at teir vunnu sigur á Hágritum og øllum feløgum teirra; tí teir rópaðu til Harrans mitt í orrustuni, og hann bønboyrdi teir, av tí at teir troystaðu á hann. v21 Og teir høvdu burtur við sær fæflokkar teirra sum herfong, fimmti túsund kamelar, tvey hundrað og fimmti túsund smalur, tvey túsund asnar og eitt hundrað túsund mans. v22 Tí at har var mikið mannspell, av tí at Guð hevði elvt bardagan. Síðan búðu teir í landi teirra, hagar til teir vóru herleiddir.
v23 Teir, ið tilhoyrdu hálvari Manasse ætt, búðu í landinum frá Básjan alt at Báal-Hermon, Senir og Hermon fjalli. Teir vóru fjølmentir; v24 og hesir vóru ættarhøvdingar teirra: Efer, Jisjei, Eliel, Azriel, Jeremja, Hódavja og Jádiel, reystir menn og navnframir, høvdingar fyri ættarkynum sínum. v25 Men teir vóru ótrúgvir móti Guði fedra sína og horaðust við gudunum hjá teimum tjóðflokkum, sum vóru í landinum, og sum Guð hevði oytt fyri teimum. v26 Tá setti Ísraels Guð ilt í Pul, Assurs kong, og í Tillegat-Pilneser, Assurs kong, so at hann herleiddi Rubenitar, Gáditar og hálva Manasse ætt og flutti teir til Hála, Hábor, Hára og Gózan ánna, har teir enn eru.