v1 Synir Levi: Gersjon, Kehat og Merari. v2 Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. v3 Synir Amrams: Áron, Móses og Mirjam. Synir Árons: Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar. v4 Eleazar gat Pinehas; Pinehas gat Ábisjua; v5 Ábisjua gat Bukki; Bukki gat Uzzi; v6 Uzzi gat Zeraja; Zeraja gat Merajot; v7 Merajot gat Ámarja; Ámarja gat Áhitub; v8 Áhitub gat Zádok; Zádok gat Áhimáaz; v9 Áhimáaz gat Ázarja; Ázarja gat Jóhanan; v10 Jóhanan gat Ázarja, sum var prestur í tí templi, sum Sálomon bygdi í Jerúsalem. v11 Ázarja gat Ámarja; Ámarja gat Áhitub; v12 Áhitub gat Zádok; Zádok gat Sjallum; v13 Sjallum gat Hilkia; Hilkia gat Ázarja; v14 Ázarja gat Seraja; Seraja gat Józadak. v15 Men Józadak fór við, tá ið Harrin læt Júda og Jerúsalem verða herleidd av Nebukadnezari.
v16 Synir Levi: Gersjon, Kehat og Merari. v17 Hesi vóru nøvn Gersjons sona: Libni og Sjimei. v18 Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. v19 Synir Merari: Máli og Musji. Hesar vóru ættargreinir teirra eftir ættarfedrum teirra. v20 Av Gersjoni eru komnir: Sonur hansara Libni, sonur hansara Jáhat, sonur hansara Zimma, v21 sonur hansara Jóa, sonur hansara Iddo, sonur hansara Zera, sonur hansara Jeáterai. v22 Synir Kehats: Sonur hansara Amminadab, sonur hansara Kóra, sonur hansara Assir, v23 sonur hansara Elkana, sonur hansara Ebjasaf, sonur hansara Assir, v24 sonur hansara Táhat, sonur hansara Uriel, sonur hansara Uzzia og sonur hansara Sjául. v25 Synir Elkana: Ámasai og Áhimot; v26 sonur hansara Elkana, sonur hansara Zófai, sonur hansara Tóhu, v27 sonur hansara Eliab, sonur hansara Jeróham, sonur hansara Elkana og sonur hansara Sámuel. v28 Synir Sámuels: Jóel, hin frumgitni, og hin annar Ábia. v29 Synir Merari: Máli, sonur hansara Libni, sonur hansara Sjimei, sonur hansara Uzza, v30 sonur hansara Sjimea, sonur hansara Haggija og sonur hansara Ásaja.
v31 Hesir eru teir, ið Dávid setti til at skipa songinum í húsi Harrans, eftir at ørkin hevði funnið hvíldarstað, v32 og sum intu tænastu frammi fyri bústaði samfundartjaldsins sum sangarar, hagar til Sálomon bygdi hús Harrans í Jerúsalem; teir intu tænastu eftir teimum reglum, ið teimum vóru ásettar. v33 Og hesir eru teir, sum intu hesa tænastu og synir teirra: Av Kehatitum sangarin Heman Jóelsson, Sámuelssonar, v34 Elkanasonar, Jeróhamssonar, Elielssonar, Tóasonar, v35 Zufssonar, Elkanasonar, Máhatssonar, Ámasaisonar, v36 Elkanasonar, Jóelssonar, Ázarjasonar, Zefanjasonar, v37 Táhatssonar, Assirssonar, Ebjasafssonar, Kórasonar, v38 Jizharssonar, Kehatssonar, Levisonar, Ísraelssonar. v39 Og bróðir hansara Ásaf stóð honum við høgru lið: Ásaf Berekjason, Sjimeasonar, v40 Mikaelssonar, Báasejasonar, Malkijasonar, v41 Etnisonar, Zerasonar, Ádajasonar, v42 Etanssonar, Zimmasonar, Sjimeisonar, v43 Jáhatssonar, Gersjonssonar, Levisonar. v44 Og brøður teirra, synir Merari, stóðu til vinstru: Etan Kisjison, Abdisonar, Mallukssonar, v45 Hásjabjasonar, Ámazjasonar, Hilkiasonar, v46 Amzisonar, Bánisonar, Sjemerssonar, v47 Málisonar, Musjisonar, Merarisonar, Levisonar.
v48 Brøður teirra Levitarnir vóru settir yvir øllum starvi við tempulbústað Guðs. v49 Men Áron og synir hans ofraðu á brennioffuraltarinum og á roykilsisaltarinum; teir intu alla tænastu í tí alraheilagasta og veittu Ísrael sáttargerð, beint so sum Móses, tænari Guðs, hevði boðið. v50 Synir Árons vóru hesir: Sonur hansara Eleazar, sonur hansara Pinehas, sonur hansara Ábisjua, v51 sonur hansara Bukki, sonur hansara Uzzi, sonur hansara Zeraja, v52 sonur hansara Merajot, sonur hansara Ámarja, sonur hansara Áhitub, v53 sonur hansara Zádok og sonur hansara Áhimáaz.
v54 Og hetta vóru bústaðir teirra, tjaldborgir teirra innan landøki teirra: Sonum Árons av ættargrein Kehatita tí teir fingu fyrstir lut sín v55 góvu teir Hebron í Júdalandi og beitilendini kring um hana. v56 Men bø borgarinnar og torpar góvu teir Kálebi Jefunnesyni. v57 Og sonum Árons góvu teir griðstaðin Hebron; framvegis Libna við beitilendum, Jattir við beitilendum, Esjtemoa við beitilendum, v58 Hilen við beitilendum, Debir við beitilendum, v59 Ásjan við beitilendum, Jutta við beitilendum og Bet-Sjemesj við beitilendum. v60 Av Benjamins ætt: Gibeon við beitilendum, Geba við beitilendum, Álemet við beitilendum og Ánatot við beitilendum; í alt trettan borgir við beitilendum.
v61 Hinir av Kehats sonum fingu eftir ættargreinum sínum við lutkasti tíggju borgir burtur av Efraims ætt og Dáns ætt og hálvari Manasse ætt. v62 Sonum Gersjons lutaðust eftir ættargreinum teirra trettan borgir burtur av Issakars ætt, Ásjers ætt, Naftali ætt og hálvari Manasse ætt í Básjan. v63 Synir Merari fingu eftir ættargreinum sínum við lutkasti tólv borgir burtur av Rubens ætt, Gáds ætt og Zebulons ætt.
v64 Síðan góvu Ísraelsmenn Levitunum borgirnar við beitilendum;
v65 teir góvu teimum eftir lutkasti navngreindu borgir burtur av ætt Júdasona, ætt Símeonssona og ætt Benjaminssona.
v66 Synir Kehats fingu eftir ættargreinum sínum burtur av Efraims ætt tær borgir, ið teimum lutaðust; v67 og teir góvu teimum griðstaðin Sikem við beitilendum á Efraims fjøllum, Gezer við beitilendum, v68 Jokmeam við beitilendum, Bet-Hóron við beitilendum, v69 Ajjalon við beitilendum og Gát-Rimmon við beitilendum. v70 Av hálvari Manasse ætt Áner við beitilendum og Jibleam við beitilendum; hetta lutaðist hinum av Kehats ætt.
v71 Sonum Gersjons lutaðist eftir ættargreinum teirra hin helmingurin av Manasse ætt: Gólan í Básjan við beitilendum og Asjtarot við beitilendum; v72 av Issakars ætt: Kedesj við beitilendum, Dobrat við beitilendum, v73 Jarmut við beitilendum og En-Gannim við beitilendum; v74 av Ásjers ætt: Masjal við beitilendum, Abdon við beitilendum, v75 Hukok við beitilendum og Rehob við beitilendum; v76 av Naftali ætt: Kedesj í Gálileu við beitilendum, Hammot við beitilendum og Kirjatáim við beitilendum.
v77 Hinum Levitunum, Merarutunum lutaðist burtur av Zebulons ætt: Rimmon við beitilendum og Tábor við beitilendum; v78 og hinumegin Jórdan áraka Jeriko eystan fyri Jórdan burtur av Rubens ætt: Bezer í oyðimørkini við beitilendum, Jáza við beitilendum, v79 Kedemot við beitilendum og Mefáat við beitilendum. v80 Av Gáds ætt: Rámot í Gilead við beitilendum, Máhanáim við beitilendum, v81 Hesjbon við beitilendum og Jázer við beitilendum.