v1 Benjamin gat Bela, frumgitna son sín, annan Asjbel, triðja Áhiram, v2 fjórða Nóha og fimta Ráfa. v3 Bela átti synir: Ard, Gera, faðir Ehuds, v4 Ábisjúa, Náaman, Áhóa, v5 Gera, Sjefufan og Hufam.
v6 Hesir vóru synir Ehuds teir vóru ættarhøvdingar hjá Gebabúgvum, men vórðu herleiddir til Mánahat, v7 tá ið Náaman, Áhija og Gera herleiddu teir hann gat Uzza og Áhihud. v8 Sjáharáim gat børn á Móabslandi, eftir at hann hevði rikið frá sær konur sínar Husjim og Báaru, v9 hann gat við konu síni Hódesj: Jóbab, Zibja, Mesja, Malkam, v10 Jeuz, Sakeja og Mirma. Hesir vóru synir hansara, ættarhøvdingar; v11 og við Husjim gat hann Ábitub og Elpáal. v12 Synir Elpáals: Eber, Misjam og Sjemer, ið bygdu Óno og Lod og torparnar har íkring.
v13 Beria og Sjema vóru ættarhøvdingar hjá Ajjalonsbúgvum; teir róku burtur Gáts menn. v14 Brøður teirra vóru: Elpáal, Sjásjak og Jeremot. v15 Og Zebadja, Árad, Eder, v16 Mikael, Jisjpa og Jóha vóru synir Beria. v17 Zebadja, Mesjullam, Hizki, Heber, v18 Jisjmerai, Jizlia og Jóbab vóru synir Elpáals. v19 Jákim, Zikri, Zabdi, v20 Eljóenai, Zilletai, Eliel, v21 Ádaja, Beraja og Sjimrat vóru synir Sjimei. v22 Jisjpan, Eber, Eliel, v23 Abdon, Zikri, Hánan, v24 Hánanja, Elam, Antótija, v25 Jifdeja og Penuel vóru synir Sjásjaks. v26 Sjamsjerai, Sjeharja, Átalja, v27 Jáaresja, Elija og Zikri vóru synir Jeróhams. v28 Hesir vóru ættarhøvdingar, høvdingar eftir uppruna sínum og búðu í Jerúsalem.
v29 Í Gibeon búði Jeuel, faðir Gibeons; kona hansara æt Máaka. v30 Frumgitni sonur hansara var Abdon, síðan Zur, Kisj, Báal, Ner, Nádab, v31 Gedor, Ájo, Zeker og Miklot. v32 Miklot gat Sjimea. Eisini hesir búðu saman við brøðrum sínum beint yvir av teimum í Jerúsalem. v33 Ner gat Kisj, Kisj gat Sául, Sául gat Jónatan, Malkisjúa, Ábinadab og Esjbáal. v34 Sonur Jónatans var Meribbáal. Meribbáal gat Mika. v35 Synir Mika: Piton, Melek, Tárea og Áhaz. v36 Áhaz gat Jehóadda, Jehóadda gat Álemet, Azmavet og Zimri. Zimri gat Móza, v37 Móza gat Binea, sonur hansara var Ráfa, sonur hansara Eleasa, sonur hansara Ázel. v38 Men Ázel átti seks synir; teir itu: Azrikam, Bókeru, Jisjmael, Sjearja, Óbadja og Hánan. Allir hesir vóru synir Ázels. v39 Synir Esjeks, bróður hans: Ulam, hin frumgitni, annar Jeusj, triði Elifelet. v40 Synir Ulams vóru reystmenni og ørvagarpar miklir; teir áttu nógvar synir og sonarsynir, eitt hundrað og fimmti í alt. Allir hesir vóru eftirkomarar Benjamins.