Íbúgvar Jerúsalems

v1  Allir Ísraelsmenn vóru ættartaldir og ritaðir í bók Ísraels konga. Men Júda varð herleiddur til Bábelborgar fyri ótrúskapar sakir. v2  Hinir fyrru íbúgvar, ið sótu við jørð síni í borgum sínum, vóru: Vanligir Ísraelsmenn, prestarnir, Levitarnir og tempultrælirnir. v3  Í Jerúsalem búðu av Júdamonnum, Benjaminitum, Efraimitum og Manassitum: v4  Av Júdamonnum: Utai Ammihudsson, Omrisonar, Imrisonar, Bánisonar, sum var ættaður frá Perezi Júdasyni. v5  Av Sjelanitum: Ásaja, hin frumgitni, og synir hansara. v6  Av Zeraitum: Jeuel og brøður teirra, seks hundrað og níti í alt. v7  Av Benjaminitum: Sallu Mesjullamsson, Hódavjasonar, Hassenuasonar; v8  Jibneja Jeróhamsson; Ela Uzzison, Mikrisonar; Mesjullam Sjefatjason, Reuelssonar, Jibnejasonar; v9  framvegis brøður teirra eftir kyntáttum teirra, í tali níggju hundrað og fimmti og seks. Allir hesir vóru oddamenn fyri kyntáttum sínum.

v10  Av prestunum: Jedaja, Jójarib, Jákin, v11  Ázarja Hilkiason, Mesjullamssonar, Zádokssonar, Merajotssonar, Áhitubssonar, ið høvuðsmaður var fyri templi Guðs, v12  Ádaja Jeróhamsson, Pasjhursson, Malkijason; Másai Ádielsson, Jázerasonar, Mesjullamssonar, Mesjillemitssonar, Immerssonar; v13  framvegis brøður teirra, seytjan hundrað og seksti ættarhøvdingar, fráskilamenn til at inna tænastu í templi Guðs.

v14  Av Levitum: Sjemaja Hassjubsson, Azrikamssonar, Hásjabjasonar, av Meraritum. v15  Framvegis Bakbakkar, Heresj, Gálal, Mattanja Mikason, Zikrisonar, Ásafssonar, v16  Óbadja Sjemajason, Gálalssonar, Jedutunssonar, Berekja Ásason, Elkanasonar, sum búði í torpum Netofatita. v17  Og duravørðirnir: Sjallum, Akkub, Talmon og Áhiman og brøður teirra. Sjallum var hægstur v18  og goymir enn at kongsliðinum eystantil. Hesir vóru duravørðirnir í herbúðum Levita. v19  Sjallum Kóreson, Ebjasafssonar, Kórasonar og brøður hans, ið vóru av hansara ætt, Kóraitarnir, intu tænastu við at goyma at tjaldgáttunum; eisini fedrar teirra høvdu verið vørðir við inngongdina í herbúðir Harrans. v20  Pinehas Eleazarsson hevði forðum verið oddamaður teirra – Harrin veri við honum. v21  Zekarja Mesjelemjason var duravørður við samfundartjaldið. v22  Teir, sum útvaldir vóru til at goyma at gáttunum, vóru til samans tvey hundrað og tólv; hesir vóru í torpum sínum ritaðir í ættartal. Dávid og síggjarin Sámuel skipaðu teimum í embæti; v23  teir og synir teirra vóru duravørðir við hús Harrans, við tjaldbúðina. v24  Móti teimum fýra ættunum skulu duravørðirnir standa, móti eystri og vestri, móti norðuri og suðuri. v25  Og brøður teirra í torpum teirra skuldu koma av og á sjey dagar í senn og veita teimum atstøðu. v26  Tí at hinir fýra yvirduravørðirnir intu støðugt størv síni. Tað vóru Levitarnir. Teir høvdu eisini umsjón við herbergunum og goymsluhúsunum í húsi Guðs. v27  Teir hildu til um náttina kring tempul Guðs; tí at teir áttu at halda vakt og á hvørjum morgni at lata upp liðini. v28  Nakrir teirra høvdu umsjón við teimum amboðum, ið nýtt vóru í tænastuni; teir taldu tey, bæði tá ið teir goymdu tey burtur, og tá ið teir tóku tey fram aftur; v29  og aðrir teirra høvdu umsjón við amboðunum og øllum halgigripunum, við hveitimjølinum, víninum, oljuni, roykilsinum og kryddurtunum. v30  Nakrir av prestasonunum gjørdu salvu úr hinum vælangandi urtunum. v31  Men Matitja, ein av Levitunum, frumgitni sonur Sjallums Kóriata, hevði fingið starvið at baka litið til.

v32  Nakrir av Kehatitunum, brøðrum teirra, høvdu umsjón við sýnisbreyðunum og skuldu leggja tey til rættis hvønn hvíludag.

v33  Tað vóru sangararnir, ættarhøvdingar Levitanna; teir búðu í herbergunum og vóru leysir við onnur størv, tí at teir høvdu tænastu dag og nátt.

v34  Hesir vóru ættarhøvdingar Levitanna, høvuðsmenn fyri kyntáttum sínum í Jerúsalem.

Eftirkomarar Sáuls

v35  Í Gibeon búði Jeuel, faðir Gibeons; kona hansara æt Máaka; v36  frumgitni sonur hansara var Abdon, tínæst Zur, Kisj, Báal, Ner, Nádab, v37  Gedor, Ájo, Zekarja og Miklot. v38  Miklot gat Sjimeam. Eisini teir búðu yvir av brøðrum sínum í Jerúsalem saman við brøðrum sínum. v39  Ner gat Kisj; Kisj gat Sául; Sául gat Jónatan, Malkisjúa, Ábinadab og Esjbáal. v40  Sonur Jónatans var Meribbáal; Meribbáal gat Mika. v41  Synir Mika: Piton, Melek, Tárea og Áhaz. v42  Áhaz gat Jehóadda; Jehóadda gat Álemet, Asmavet og Zimri. Zimri gat Móza, v43  Móza gat Binea. Sonur hansara var Refaja, sonur hansara Eleasa, sonur hansara Ázel. v44  Ázel átti seks synir; teir itu: Ázrikam, Bókeru, Jisjmael, Sjearja, Óbadja og Hánan. Hesir vóru synir Ázels.