Ættartal tjóðanna

v1  Hetta er ættartal Nóa sona, Sems, Kams og Jáfets; teimum føddust synir eftir vatnflóðina. v2  Synir Jáfets vóru Gómer, Mágog, Mádai, Jávan, Túbal, Mesjek og Tíras. v3  Og synir Gómers vóru Asjkenaz, Rífat og Tógarma. v4  Og synir Jávans vóru Elisja, Tarsis, Kittar og Ródanitar. v5  Út frá teimum greinaðust oyggjalands tjóðirnar. Hetta eru synir Jáfets í londum sínum, hvør við sínum tungumáli, eftir ættargreinum og tjóðflokkum sínum.

v6  Synir Kams vóru Kusj, Mizráim, Put og Kánáan. v7  Synir Kusj vóru Seba, Hávila, Sabta, Ráma og Sabteka, og synir Ráma vóru Sjeba og Dedan. v8  Kusj gat Nimrod; hann var fyrsti veldismaður á fold. v9  Hann var mikil veiðimaður fyri Harranum; tí verður sagt: Mikil veiðimaður fyri Harranum eins og Nimrod. v10  Upphavið at ríki hans var Bábel og Erek, Akkad og Kalne í Sinears landi. v11  Úr hesum landi fór hann til Assýriu og bygdi Nineve og Rehobot-Ir, Kela v12  og Resen millum Nineve og Kela – tað er borgin mikla. v13  Og Mizráim gat Luditar og Ánamitar, Lehabitar og Naftuhitar, v14  Patrusitar og Kasluhitar, haðan Filistar vóru ættaðir, og Kaftoritar. v15  Kánáan gat Zidon, sín frumgitna, og Het, v16  Jebusitar, Ámoritar, Girgasjitar, v17  Hivitar, Arkitar, Sínitar, v18  Arvaditar, Zemaritar og Hámatitar. Síðan spreiddust ættargreinar Kánáanitanna um, v19  so at landamark Kánáans gekk frá Zidon um Gerar alt at Gaza, framvegis til Sódomu og Gómorru, Adma, Zeboim og alt at Lasja. v20  Hesir vóru synir Kams eftir kyntáttum sínum, eftir tungumálum sínum, í londum sínum, í tjóðum sínum. v21  Men eisini Sem, ættfaðir at øllum sonum Ebers, elsti bróðir Jáfets, fekk synir. v22  Synir Sems vóru Elam, Assur, Arpaksjad, Lud og Áram. v23  Synir Árams vóru Uz, Hul, Geter og Masj. v24  Arpaksjad gat Sjela, og Sjela gat Eber. v25  Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg, tí á hansara døgum spjaddist fólkið á jørðini sundur; bróðir hansara æt Joktan. v26  Joktan gat Almodad, Sjelef, Házarmavet, Jera, v27  Hádóram, Uzal, Dikla, v28  Óbal, Ábimael, Sába, v29  Ofir, Hávila og Jóbab. Allir hesir vóru synir Joktans. v30  Og bústaðir teirra vóru frá Mesja og allan vegin at Sefar, at eysturfjøllum. v31  Hesir eru synir Sems eftir ættargreinum og tungumálum sínum, í londum sínum, eftir tjóðum sínum. v32  Hetta eru ættargreinar sona Nóa eftir ættartali sínum, í tjóðflokkum sínum. Og frá teimum spjaddust tjóðirnar út um jørðina eftir vatnflóðina.