Harrin ger sáttmála við Ábram

v1  Eftir hesar tilburðir kom orð Harrans til Ábrams í sjón soljóðandi: »Ábram, óttast ikki; eg eri skjøldur tín, løn tín skal verða ovurmikil!« v2  Men Ábram svaraði: »Harri drottin, hvat skalt tú geva mær, tá ið eg kortini má fara barnleysur burtur, og Eliezar, maður úr Dámaskus, fer at arva meg?« v3  Og Ábram segði: »Sí, son hevur tú ongan givið mær, tí fer húskallur mín at arva meg.« v4  Tá kom orð Harrans til hansara soljóðandi: »Ikki skal hesin arva teg; men tann, sum av tær verður gitin, hann skal arva teg!« v5  Síðan leiddi hann hann út á víðavang og mælti: »Lít upp móti himni og vita, um tú fært talt stjørnurnar har!« Og hann segði: »So fjølmangt skal avkom títt verða.« v6  Tá trúði Ábram Harranum; og hann roknaði honum tað til rættlætis.

v7  Og hann segði við hann: »Eg eri Harrin, ið leiddi teg út úr Ur Kaldeu til tess at geva tær hetta landið til ognar.« v8  Men hann svaraði: »Harri drottin, av hvørjum skal eg vita, at tað skal ognast mær?« v9  Tá segði hann við hann: »Tak mær trævetur kvígu, trævetur geit og trævetur veðr, turtildúgvu og dúgvuunga!« v10  Hann tók tá øll hesi djórini og skar tey sundur í tógvar lutir og legði hvønn helmingin áraka annan; einans fuglarnar skar hann ikki sundur. v11  Tá rendu úr lofti rovfuglar niður á ræini; men Ábram kístaði teir burtur. v12  Men tá ið sól var at fara til viða, tá kom tungur svøvnur á Ábram; og sí, ræðandi bølamyrkur seig á hann. v13  Og hann segði við Ábram: »Vita skalt tú, at eftirkomarar tínir skulu búgva í útisetri í landi, sum ikki er teirra; og har skulu teir verða trælkaðir og kúgaðir í fýra hundrað ár. v14  Men eisini ta tjóð, ið teir verða trælkaðir av, skal eg døma; og síðan munnu teir fara haðan við miklum fíggjarlutum. v15  Men tú skalt fara í friði til fedra tína og verða jarðaður í góðari elli. v16  Og fjórða ættarlið skal koma aftur higar, tí syndamát Ámorita er enn ikki fult.« v17  Men tá ið sól var farin til viða, og myrkt var vorðið, birtist eins og rúkandi ovnur við logandi eldi, ið fór fram ímillum hesi sundurskornu offurstykki. v18  Á tí degi gjørdi Harrin sáttmála við Ábram og mælti: »Tínum eftirkomarum gevi eg hetta landið, frá Egyptalands á og alt at stóránni, ánni Eufrat: v19  land Kenita, Kenizzita, Kadmonita, v20  Hetita, Perezita, Refaita, v21  Ámorita, Kánáanita, Girgasjita, Hivita og Jebusita.«