Hágar og Ísmael

v1  Sárai, kona Ábrams, føddi honum eingi børn; men hon átti egyptiska trælkonu, Hágar at navni. v2  Sárai segði nú við Ábram: »Sí, Harrin hevur noktað mær gitnað; men gakk tú inn til trælkonu mína; kanska eg kann fáa avkom av henni!« Og Ábram lýddi Sárai. v3  Tá tók Sárai, kona Ábrams, Hágar, hina egyptisku trælkonu sína, eftir at Ábram hevði búð tíggju ár í Kánáanlandi, og gav manni sínum Ábrami hana sum konu. v4  Hann gekk tá inn til Hágar, og hon varð við barn; men tá ið hon kendi á sær, at hon var við barn, bretti hon sær ímóti húsfrú síni. v5  Tá mælti Sárai við Ábram: »Tann órættur, ið mær er fyri, komi yvir teg! Eg legði trælkonu mína í favn tín; og nú, ið hon sær, at hon er við barn, brettir hon sær upp ímóti mær; Harrin dømi millum mín og tín!« v6  Men Ábram svaraði Sárai: »Trælkona tín er í tínum valdi; ger við hana, sum tær lystir!« Tá fór Sárai so illa við henni, at hon flýggjaði frá henni. v7  Men eingil Harrans fann hana við vatnlindina í oyðimørkini, við lindina á vegnum til Sjúr. v8  Og hann mælti: »Hágar, trælkona Sárai, hvaðan kemur tú, og hvar ætlar tú tær?« Hon svaraði: »Eg eri flýdd frá Sárai, húsfrú míni.« v9  Eingil Harrans segði við hana: »Vend tú heim aftur til húsfrú tína og gev teg undir vald hennara!« v10  Og eingil Harrans segði við hana: »Eg skal gera avkom títt so fjølmangt, at ikki skal fáast tal á tí vegna fjøld tess.« v11  Framvegis segði eingil Harrans við hana: »Sí, tú ert við barn og skalt føða son; hann skalt tú nevna Ísmael; tí at Harrin hevur hoyrt neyðarróp tíni. v12  Hann skal vera maður líkur villiasna; hond hansara skal vera ímóti hvørjum manni, og hvørs mans hond ímóti honum; hann skal ikki víkja fyri nøkrum av frændum sínum!« v13  Men Harranum, sum við hana hevði talað, gav hon navnið: Tú ert Guð, sum sært. Tí hon segði: »Havi eg hómað hann, ið sær meg?« v14  Tí eitur brunnurin Lákai-Roi brunnur; hann er millum Kádesj og Bered. v15  Og Hágar føddi Ábrami son; og Ábram nevndi sonin, sum Hágar føddi honum, Ísmael. v16  Ábram var áttati og seks ára gamal, tá ið Hágar føddi honum sonin Ísmael.