Harrin birtist Ábrahami í Mamrelund

v1  Síðan birtist Harrin fyri honum í Mamrelund, har hann sat í tjalddurum sínum í hádegishitanum. v2  Og tá ið hann hugdi upp og leit seg um, sí, tá stóðu tríggir mans framman fyri honum; og tá ið hann sá teir, fór hann úr tjalddurunum rennandi ímóti teimum og lútaði til jarðar, v3  og mælti: »Harri, havi eg funnið náði í eygum tínum, tá far ikki um træl tín! v4  Loyv okkum at fara eftir einum sindri av vatni, so at tit mega tváa føtur tykkara; og hvílið tykkum síðan undir trænum! v5  Eg skal eisini fáa tykkum ein breyðbita, so at tit mega styrkja tykkum til at halda ferðina fram, tá ið tit nú kortini eru komnir her framvið hjá træli tykkara.« Teir svaraðu: »Ger, sum tú sigur.« v6  Tá skundaði Ábraham sær inn í tjaldið til Sáru og mælti: »Tak sum skjótast trý mál av mjøli, elt tað og baka køkur!« v7  Sjálvur rann hann út til neytini og tók ein snotiligan og góðan kálv og fekk sveininum hann, sum alt í einum matgjørdi hann. v8  Síðan tók hann rómastamp og mjólk og kálvin, ið til var gjørdur; og hann setti fyri teir og gekk teimum sjálvur til handa undir trænum, meðan teir fingu sær.

Harrin heitir Ábrahami aftur føðing Ísaks

v9  Teir søgdu tá við hann: »Hvar er Sára, kona tín?« Hann svaraði: »Har inni í tjaldinum.« v10  Tá segði hann: »Vissuliga skal eg vitja teg aftur í áramótið, og tá man Sára, kona tín, hava son.« Sára stóð og lurtaði í durum tjaldsins, ið var aftan fyri teir. v11  Men Ábraham og Sára vóru gomul og høvdu nógv ár á baki, so at tað ikki longur gekst Sáru eins og konum annars; v12  tí læði hon við sær sjálvari og hugsaði: »Man girndarhugur koma á meg, nú tá ið ellin hevur boygt meg, og maður mín eisini er vorðin gamal?« v13  Tá segði Harrin við Ábraham: »Hví lær Sára og hugsar: Hvussu skal eg, sum eri so gomul, føða son? v14  Man nakað vera Harranum óført? Tá ið eg komi aftur til tín í áramótið, tá skal Sára hava son!« v15  Men av tí at Sára nú var vorðin rædd, noktaði hon fyri tí og segði: »Nei, eg læði ikki!« Men hann svaraði: »Jú, víst læði tú!«

Harrin boðar oyðing Sódomu

v16  Síðan reistust teir frá borði og fóru avstað haðan niðan móti Sódomu; og Ábraham fylgdi teimum á leið. v17  Tá hugsaði Harrin: »Eigi eg at loyna fyri Ábrahami tað, sum eg ætli mær at gera? v18  Ábraham verður jú vissuliga stór og máttmikil tjóð, og allar tjóðir á fold munnu fáa signing av honum; v19  tí at hann havi eg valt út til tess, at hann skal bjóða børnum sínum og ætt síni eftir seg at varðveita veg Harrans og inna rætt og rættlæti, so at Harrin kann lata Ábraham fáa tað, sum hann hevur fyrijáttað honum.« v20  Tá segði Harrin: »Vissuliga er rópið yvir Sódomu og Gómorru mikið, og synd teirra er ovurtung; v21  tí skal eg stíga oman til tess at sjá, um teir hava borið seg at soleiðis, sum hetta rópið sigur mær frá, ella ikki; tað vil eg vita!«

Forbøn Ábrahams

v22  Síðan snúðust menninir haðan og fóru til Sódomu; men Harrin varð standandi eftir frammi fyri Ábrahami. v23  Tá nærkaðist Ábraham honum og mælti: »Ætlar tú av sanni at avoyða rættvísar saman við órættvísum? v24  Kanska eru fimmti rættvísir í staðnum, vilt tú tá oyða teir av og ikki eira staðnum vegna teirra fimmti rættvísu, sum har eru? v25  Fjart veri tað tær at gera tílíkt, at týna rættvísar saman við órættvísum, so at tað fer rættvísum á sama hátt sum órættvísum; fjart veri sovorðið tær; man hann, ið dømir alt jarðarríkið, ikki inna rætt?« v26  Harrin svaraði: »Finni eg í Sódomu fimmti rættvísar innanborgar, skal eg eira øllum staðnum teirra vegna.« v27  Men Ábraham tók aftur til orða og segði: »Eg eri farin at tala við Harra mín, tó at eg eri dust og øska. v28  Vera má, at fimm vanta í fimmti rættvísar; vilt tú tá oyða allan staðin vegna hesa fimm?« Hann svaraði: »Finni eg fjøruti og fimm rættvísar í honum, skal eg ikki oyða hann.« v29  Men hann helt fram at tala við hann og segði: »Vera má, at har einans finnast fjøruti.« Hann svaraði: »Vegna teirra fjøruti skal eg lata tað verða ógjørt.« v30  Uppaftur mælti hann: »Harri mín má ikki verða illur um, at eg tali, men vera má, at har einans finnast tríati.« Hann svaraði: »Finni eg tríati, skal eg ikki gera tað.« v31  Og hann segði: »Sí, eg eri farin at tala við Harra mín; men vera má, at har einans finnast tjúgu.« Hann svaraði: »Vegna teirra tjúgu skal eg ikki oyða hann.« v32  Uppaftur segði hann: »Harri mín má ikki verða illur, tá ið eg nú tali á síðsta sinni; men vera má, at har einans finnast tíggju.« Hann svaraði: »Vegna teirra tíggju skal eg lata tað verða ógjørt.« v33  Tá ið Harrin hevði endað talu sína við Ábraham, fór hann leið sína; og Ábraham vendi heim aftur til sín sjálvs.