Børn Jákups við Billu

v1  Tá ið Rakul sá, at hon eingi børn føddi Jákupi, varð hon øvundsjúk inn á systur sína; og hon mælti við Jákup: »Lat meg fáa børn, tí at annars má eg doyggja!« v2  Tá reiddist Jákup inn á Rakul og segði: »Eri eg Guð? Tað er jú hann, ið hevur sýtt tær avkom!« v3  Síðan segði hon: »Her er Billa, terna mín, far inn til hennara, til tess at hon má føða á fang mítt, og eg soleiðis fáa avkom av henni!« v4  Tá fekk hon honum Billu, ternu sína, til konu; og Jákup fór inn til hennar. v5  Og Billa varð við barn og føddi Jákupi son. v6  Tá segði Rakul: »Nú hevur Guð veitt mær rætt og bønhoyrt meg og givið mær son!« Av tí nevndi hon hann Dán. v7  Og Billa, terna Rakular, varð við barn á øðrum sinni og føddi Jákupi annan son. v8  Tá segði Rakul: »Í stríði Guðs havi eg staðið móti systur míni og vunnið!« Tí nevndi hon hann Naftali.

Børn Jákups við Zilpu

v9  Men tá ið Lea sá, at hon hevði hildið uppat at eiga børn, tók hon Zilpu, ternu sína, og fekk Jákupi hana til konu. v10  Og tá ið Zilpa, terna Leu, hevði føtt Jákupi son, v11  segði Lea; »Nú eri eg eydnurík!« Og hon nevndi hann Gád. v12  Og Zilpa, terna Leu, føddi Jákupi annan son; v13  tá segði Lea: »Nú eri eg eydnusæl; og eydnusæla munnu konur meg prísa!« Tí nevndi hon hann Ásjer.

Børn afturat við Leu

v14  Eina ferð í hveitiskurðartíð fór Ruben út í bøin; har fann hann nøkur ástarepli, sum hann hevði heim við sær til Leu, móður sína. Tá segði Rakul við Leu: »Gev mær nøkur av ástareplum sonar tíns!« v15  Lea svaraði: »Er tað tær ikki nóg mikið at hava tikið mannin frá mær? Ætlar tú eisini at taka ástarepli sonar míns?« Men Rakul svaraði: »Aftur fyri ástarepli sonar tíns má hann sova hjá tær í nátt.« v16  Tá ið Jákup um kvøldið kom aftur úr bønum, fór Lea út ímóti honum og segði: »Tú skalt vera hjá mær í nátt, tí at eg havi keypt teg fyri ástarepli sonar míns.« Ta náttina svav hann hjá henni. v17  Og Guð bønhoyrdi Leu; hon varð við barn og føddi Jákupi hin fimta sonin. v18  Tá segði Lea: »Guð hevur lønt mær aftur fyri, at eg gav manni mínum ternu mína.« Tí nevndi hon hann Issakar. v19  Og Lea varð aftur við barn og føddi Jákupi hin sætta sonin. v20  Tá segði Lea: »Góða gávu hevur Guð givið mær; nú vil húsbóndi mín búgva hjá mær, tí at eg havi føtt honum seks synir.« Tí nevndi hon hann Zebulon. v21  Seinni føddi hon dóttur og nevndi hana Dinu.

Jósef føddur

v22  Tá kom Guði Rakul í huga; og Guð bønhoyrdi hana og læt upp móðurlív hennara. v23  Hon varð tá við barn og føddi son og segði: »Guð hevur tikið burtur ósømd mína.« v24  Tessvegna nevndi hon hann Jósef, tí at hon segði: »Guð lati meg enn fáa ein son!«

Eyður Jákups

v25  Tá ið Rakul hevði føtt Jósef, mælti Jákup við Lában: »Loyv mær nú at fara heim aftur í land mítt. v26  Fá mær konur mínar og børn míni, sum eg havi tænt fyri hjá tær, og lat meg fara! Tú veitst jú sjálvur, hvussu eg havi tænt hjá tær!« v27  Men Lában svaraði honum: »Mátti eg funnið náði í eygum tínum! Eg havi fingið varhugan av, at Harrin hevur vælsignað meg tín vegna.« v28  Og hann segði: »Sig mær, hvat tú vilt hava í løn; og eg skal gjalda tær tað.« v29  Men Jákup segði: »Tú veitst jú sjálvur, hvussu eg havi tænt tær, og hvat ið fenaður tín er vorðin av mínum ávum! v30  Tí lítið átti tú, áður enn eg kom; men nú eigur tú almikið; Harrin hevur vælsignað teg við hvørt fótafet mítt. Og nú, nær ætlar tú, at eg skal gera nakað hjá mær sjálvum?« v31  Men Lában segði: »Hvat skal eg geva tær?« Jákup svaraði: »Tú skalt als einki geva mær; men um hetta hóvar tær, tá lat meg framvegis røkta seyðir tínar og gæta teir. v32  So ætli eg í dag at fara um allan fenað tín, og eg vil skilja burtur úr alt tað, sum flekkut og mislitt er; allir teir svørtu seyðirnir og allar tær flekkutu ella mislittu geitirnar skulu vera løn mín. v33  Frá morgindegnum skal sakloysi mítt vitna fyri meg, tá ið tú kemur at kanna tað fylgi, sum skal vera løn mín: alt tað av geitum, ið ikki er flekkut ella mislitt, og alt tað av seyðum, ið ikki er svart, skal teljast at vera stolið av mær.« v34  Lában svaraði: »Lat tað tá verða, eins og tú hevur sagt!« v35  Sama dag skildi Lában teir havrar frá, ið vóru flekkutir og mislittir, og allar flekkutar og mislittar geitir, alt, sum hevði onkran hvítan flekk, og allar svartar seyðir, og fekk sonum sínum tað í varðveitslu. v36  Og hann læt tríggjar dagsferðir vera millum sín og Jákups. Síðan røktaði Jákup tað, ið eftir var av seyðum Lábans. v37  Men Jákup fekk sær grønar greinar av øsp og mandluviði og platánviði; og hann skavaði burtur av greinunum, soleiðis at hvítar rendur komu á tær. v38  Síðan setti hann greinarnar, sum hann hevði skavað burtur av, niður í vatntrogini fyri framman fenaðin, í vatnrennurnar, hagar ið hann kom at drekka; tí at hann paraðist oftast, tá ið hann kom at drekka. v39  Tá ið nú smalurnar paraðust frammi fyri greinunum, fingu tær gjørðut, flekkut og mislitt lomb. v40  Jákup skildi nú lombini frá og læt smalurnar venda høvdinum móti tí flekkuta og øllum tí svarta í fylgi Lábans. Soleiðis vann hann sær sjálvum fæflokkar; men læt teir ikki koma saman við Lábans. v41  Og hvørja ferð tað vóru valadjór, ið paraðust, setti Jákup greinarnar í vatntrogini framman fyri tey, til tess at tey skuldu parast frammi fyri greinunum. v42  Men tá ið tað vóru óvandadjórini, setti hann ikki greinarnar framman fyri tey. Soleiðis fekk Lában tey ringu djórini, men Jákup tey góðu. v43  Á henda hátt varð maðurin ovurríkur og fekk miklar fæflokkar, trælkvendi og trælir, kamelar og asnar.