Eftirkomarar Esavs

v1  Hetta er ættartal Esavs, tað er Edóms. v2  Esav tók sær konur av døtrum Kánáanita: Adu, dóttur Elons Hetita og Ohólibámu, dóttur Ána, sonar Zibeons Hivita, v3  og Básemat, dóttur Ísmaels, systur Nebajots. v4  Ada føddi Esavi Elifaz, og Básemat føddi Reuel. v5  Og Ohólibáma føddi Jeusj, Jálam og Kóra; hesir vóru synir Esavs, ið føddust honum í Kánáanlandi. v6  Síðan tók Esav konur sínar, synir og døtur og alt húski sítt og allan fenað sín og allar ognir sínar, sum honum høvdu ognast í Kánáanlandi, og fór burtur frá Jákupi, bróður sínum, í Se'irs land; v7  tí at ognir teirra vóru so nógvar, at teir kundu ikki búgva saman; landið, har teir búðu í útisetri, kundi ikki rúma teimum, so miklir vóru fæflokkar teirra. v8  Esav búsettist á Se'irs fjøllum; men Esav tað er Edóm. v9  Hetta er ættartal Esavs, ættarfaðirs Edómita á Se'irs fjøllum. v10  Hesi vóru nøvnini á sonum Esavs: Elifaz, sonur Adu, konu Esavs, og Reuel, sonur Básemat, konu Esavs. v11  Men synir Elifaz vóru Teman, Ómar, Zefo, Gátam og Kenaz. v12  Timna var hjákona Elifaz, sonar Esavs; og hon føddi Elifazi Ámalek; hesir vóru synir Adu, konu Esavs. v13  Hesir vóru synir Reuels: Náhat, Zera, Sjamma og Mizza; hesir vóru synir Básemat, konu Esavs. v14  Og hesir vóru synir Ohólibámu, dóttur Ána Zibeonssonar, konu Esavs; hon føddi Esavi: Jeusj, Jálam og Kóra. v15  Hesir vóru ættarhøvdingar hjá sonum Esavs: Synir Elifaz, hins frumgitna sonar Esavs: Høvdingarnir Teman, Ómar, Zefo, Kenaz, v16  Kóra, Gátam, og Ámalek. Hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Elifazi í Edóms landi; hesir vóru synir Adu. v17  Hesir vóru synir Reuels Esavssonar, høvdingarnir Náhat, Zera, Sjamma, Mizza; hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Reuel í Edóms landi; hesir vóru synir Básemat, konu Esavs. v18  Og hesir vóru synir Ohólibámu, konu Esavs: Høvdingarnir Jeusj, Jálam og Kóra; hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Ohólibámu, dóttur Ána, konu Esavs. v19  Hesir vóru synir Esavs; og hesir vóru ættarhøvdingar teirra; hetta var Edóm. v20  Hesir vóru synir Se'irs, Hórita, frumbúgvar landsins: Lótan, Sjóbal, Zibeon, Ána, v21  Disjon, Ezer og Disjan; hesir vóru ættarhøvdingar Hórits, synir Se'irs í Edóms landi. v22  Synir Lótans vóru Hóri og Heman; og systir Lótans var Timna. v23  Hesir vóru synir Sjóbals: Alvan, Mánahat, Ebal, Sjefo og Ónam. v24  Hesir vóru synir Zibeons: Ajja og Ána; tað var tann Ána, sum fann heitar keldur í oyðimørkini, tá ið hann goymdi at asnum Zibeons, faðirs síns. v25  Hesi vóru børn Ána: Disjon og Ohólibáma, dóttir Ána. v26  Hesir vóru synir Disjons: Hemdan, Esjban, Jitran og Keran. v27  Hesir vóru synir Ezers: Bilhan, Záavan og Ákan. v28  Hesir vóru synir Disjans: Uz og Áran. v29  Hesir vóru ættarhøvdingar Hóritanna: Høvdingarnir Lótan, Sjóbal, Zibeon, Ána, v30  Disjon, Ezer og Disjan. Hesir vóru ættarhøvdingar Hóritanna eftir ættarkynjum teirra í Se'irs landi. v31  Hesir vóru teir kongar, sum ríktu í Edóms landi, áður enn Ísraelsmenn høvdu kongar: v32  Bela, sonur Beors, var kongur í Edóm, og borg hansara æt Dinhába. v33  Og tá ið Bela doyði, tók Jóbab Zerason frá Bozra ríki eftir hann. v34  Tá ið Jóbab doyði, tók Húsjam úr landi Temanita ríki eftir hann. v35  Tá ið Húsjam doyði, tók Hádad Bedadsson ríki eftir hann; hann vá Midianitar á Móabs vøllum; borg hansara æt Ávit. v36  Tá ið Hádad doyði, tók Samla frá Masreka ríki eftir hann. v37  Tá ið Samla doyði, tók Sjául úr Rehobot við ánna ríki eftir hann. v38  Tá ið Sjául doyði, tók Báal-Hánan Akborsson ríki eftir hann. v39  Og tá ið Báal-Hánan Akborsson doyði, tók Hádar ríki eftir hann; borg hansara æt Páu; og kona hansara æt Mehetabel, dóttir Matredar, dóttur Mezáhabs. v40  Hesi vóru nøvn ættarhøvdinga Esavs eftir ættargreinum teirra, bústøðum og nøvnum: Høvdingarnir Timna, Alva, Jetet, v41  Ohólibáma, Ela, Pinon, v42  Kenaz, Teman, Mibzar, v43  Magdiel og Íram. Hesir vóru ættarhøvdingar Edómita eftir bústøðum teirra í tí landi, sum teimum hevði ognast. Hesin Esav var ættarfaðir Edómita.