Dreymar Fáraos

v1  Tá ið tvey ár vóru umliðin, bar so á, at Fárao droymdi dreym. Hann droymdi, at hann stóð við Nílánna. v2  Og sí, upp úr Nílánni komu sjey kýr, prúðar og væl í holdum; tær løgdust at bíta sevgrasið. v3  Og sí, aftan á tær komu aðrar sjey kýr upp úr Nílánni, ljótar og illa í holdum. Tær stóðu á áarbakkanum saman við hinum fyrru kúnum. v4  Men kýrnar, ið vóru ljótar og illa í holdum, gloyptu hinum kúnum, ið vóru prúðar og væl í holdum. Tá vaknaði Fárao. v5  Men hann sovnaði aftur og droymdi á øðrum sinni, og sí, sjey valaøks vuksu upp á einum hálmstrái; v6  og sí, aftan á tey spruttu fram sjey deyðaøks sviðin av eystanvindinum. v7  Deyðaøksini gloyptu valaøksunum. Síðan vaknaði Fárao, og sí, tað var dreymur. v8  Um morgunin var Fárao dapur í huga; og hann sendi boð eftir øllum spásagnarmonnum Egyptalands og vísmonnum tess og segði teimum dreymar sínar; men eingin kundi ráða Fárao dreymar hans. v9  Tá mælti høvuðsskeinkjarin við Fárao og segði: »Eg má í dag minna á synd mína. v10  Hina ferðina, tá ið Fárao reiddist inn á tænarar sínar og setti teir í varðhald í húsi lívvarðarhøvdingans, meg og høvuðsbakaran, v11  tá droymdi okkum báðar á somu nátt hvønn sín dreym; og hvør dreymurin hevði sína serligu merking. v12  Men har var saman við okkum ungur Hebrei, tænari lívvarðarhøvdingans. Vit søgdu honum frá hesum, og hann ráddi okkum dreymarnar, eins og hvønn okkara hevði droymt. v13  Og so varð, sum hann hevði rátt okkum dreymarnar: Eg varð settur aftur í embæti mítt, og hin varð hongdur.« v14  Tá sendi Fárao boð eftir Jósefi; og hann var í skundi fingin út úr myrkustovu; og tá ið hann hevði rakað sær og skift klæði, gekk hann inn fyri Fárao. v15  Og Fárao segði við Jósef: »Meg hevur droymt dreym, og her er eingin, ið kann ráða hann; men nú havi eg hoyrt, at tú ræður hvønn dreym, sum tú hoyrir.« v16  Tá svaraði Jósef Fárao og segði: »Ikki er tað í mínum valdi – men Guð skal geva Fárao gævuligt svar.« v17  Og Fárao segði við Jósef: »Meg droymdi, at eg stóð við Níláarbakkan. v18  Og sí, upp úr Nílánni komu sjey kýr væl í holdum og prúðar og løgdust at bíta sevgrasið. v19  Og sí, aftan á tær komu sjey aðrar kýr, ússaligar og rakfalnar og so illa í holdum, at eg ikki havi sæð tílíkt í øllum Egyptalandi. v20  Og tær ússaligu og rakfalnu kýrnar gloyptu hinum fyrru sjey feitu. v21  Og tá ið tær høvdu etið tær, kundi tað ikki síggjast á teimum, at tær høvdu etið tær; tær vóru eins rakfalnar, og tær áður høvdu verið. Tá vaknaði eg. v22  Men eg sovnaði aftur og sá í dreymum sjey valaøks vaksa upp á einum hálmstrái. v23  Aftaná sá eg spretta sjey deyðaøks sviðin av eystanvindi. v24  Og deyðaøksini gloyptu hinum sjey valaøksunum. Eg havi sagt hetta fyri spásagnarmonnunum; men eingin kundi greina mær tað.« v25  Tá segði Jósef við Fárao: »Dreymar Fáraos merkja báðir tað sama; tað, sum Guð ætlar at gera, hevur hann boðað Fárao frá. v26  Tær sjey góðu kýrnar merkja sjey ár, og tey sjey valaøksini merkja somuleiðis sjey ár; tað er ein og sami dreymur. v27  Tær sjey ússaligu og rakfalnu kýrnar, ið komu upp aftan á hinar, merkja sjey ár, og tey sjey deyðaøksini sviðin av eystanvindi munnu vera sjey hallár. v28  Hetta var tað, sum eg sipaði til, tá ið eg segði við Fárao: Tað, sum Guð ætlar at gera, hevur hann latið Fárao skoða. v29  Sí, sjey ár skulu koma, og skulu tá verða ovurnøgdir um alt Egyptaland. v30  Men aftan á tey skulu koma sjey hallár, so at nøgdirnar í Egyptalandi verða gloymdar; og hungur skal oyða landið, v31  so at eingin minnist ta nøgdina, sum í landinum var vegna tann hungur, ið koma skal; tí at svárt skal tað verða. v32  Men tað, at teg droymdi hetta tvær ferðir, merkir, at Guð hevur fast avgjørt hetta, og at Guð skjótt vil lata tað berast á. v33  Nú skuldi Fárao funnið sær skilagóðan mann og vitran og sett hann yvir Egyptaland. v34  Hetta skal Fárao gera og skipa umsjónarmenn yvir landið til tess at taka fimtingin av úrtøku Egyptalands tey sjey ovurnøgdarárini. v35  Teir skulu savna saman alla grøði frá teim góðu árunum, ið koma skulu, og fáa Fárao nøgdir av korni og føðslu til handar og goyma tað í bygdunum undir lási og loku, v36  til tess at landið má hava grøðina til vistir tey sjey hallárini, sum koma skulu yvir Egyptaland, so at ikki hungur skal oyða landið.«

Eydna Jósefs

v37  Hetta ráð líkaði Fárao og øllum tænarum hansara væl. v38  Og Fárao segði við tænarar sínar: »Man nakar maður finnast, ið eins og hesin hevur anda Guðs í sær?« v39  Fárao segði nú við Jósef: »Við tað at Guð hevur birt alt hetta fyri tær, er eingin so hyggin og vitur sum tú. v40  Tí skalt tú hava umsjón yvir húsi mínum; og boðum tínum skal alt fólk mítt lýða; einans hásætið vil eg hava fram um teg.« v41  Framvegis segði Fárao við Jósef: »Sí, eg seti teg at ráða yvir øllum Egyptalandi.« v42  Fárao tók innsiglisringin av hond síni og setti hann á hond Jósefs, læt hann í klæði av mentarlíni og hongdi gullfestið um háls hansara; v43  og hann læt hann aka í øðrum vagni sínum, og menn gingu undan honum og rópaðu: »Abrek«. Soleiðis setti hann hann at ráða yvir øllum Egyptalandi. v44  Fárao segði við Jósef: »Eg eri Fárao, og uttan tín vilja skal eingin røra hond ella fót í øllum Egyptalandi!« v45  Fárao nevndi Jósef Zafenat-Panea og gifti honum Asnat, dóttur Potifera prests í Ón. Og Jósef ferðaðist um Egyptaland.

Jósef gevur góð ráð

v46  Jósef var tríati ára gamal, tá hann kom fram fyri Fárao, Egyptalands kong. Og Jósef fór út frá Fárao og ferðaðist um alt Egyptaland. v47  Og grøði landsins var ovurmikil tey sjey nøgdarárini. v48  Tá savnaði Jósef alla grøðina frá teim sjey árunum, tá ið ovurnøgd var í Egyptalandi og goymdi hana í bygdunum; í hvørjari bygd savnaðu teir grøðina av teimum akrum, ið kring hana lógu. v49  Soleiðis rúgvaði Jósef saman ovurmikið korn eins og sandurin við sævarflóð, til teir góvust at máta tað, av tí at tað ikki kundi mátast.

Synir Jósefs

v50  Áður enn hallárini komu, fekk Jósef tveir synir við Asnat, dóttur Potifera prests í Ón. v51  Og Jósef nevndi hin frumgitna Manasse; »tí at Guð,« segði hann, »hevur latið meg gloyma treytir mínar og alt hús faðirs míns.« v52  Og hin nevndi hann Efraim; »tí at Guð,« segði hann, »hevur latið meg fjølgast í landi eymdar mínar.«

Hallárini byrja

v53  Tá ið tey sjey nøgdarárini í Egyptalandi vóru at enda, v54  byrjaðu hallárini, eins og Jósef hevði boðað. Var tá hallár í øllum londum; men í Egyptalandi var breyð. v55  Men tá ið hungurin gekk á alt Egyptaland, rópaði fólkið á Fárao um breyð. Men hann segði við tey: »Farið til Jósefs, tað, sum hann sigur tykkum, skulu tit gera!« v56  Hungursneyð var nú um alla jørðina; men tá læt Jósef upp kornbingini og seldi Egyptum korn. Og hungursneyðin var svár í Egyptalandi. v57  Úr øllum londum komu tá menn til Jósefs í Egyptalandi at keypa korn, tí at hungursneyðin var um alla jørðina.