Ættartal Sets

v1  Hetta er ættartal Ádams. Tá ið Guð skapaði Ádam, skapaði Guð hann sær líkan. v2  Sum kall og konu skapaði hann tey; og hann vælsignaði tey og nevndi tey »menniskjur«, tá ið tey vórðu skapað. v3  Ádam livdi í eitt hundrað og tríati ár, og hann gat son í líki sínum og eftir mynd síni og nevndi hann Set. v4  Og Ádam livdi átta hundrað ár, eftir at hann hevði gitið Set; og hann gat synir og døtur. v5  Soleiðis vórðu allir ævidagar Ádams níggju hundrað og tríati ár; tá doyði hann. v6  Tá ið Set var eitt hundrað og fimm ára gamal, gat hann Enosj. v7  Og eftir at Set hevði gitið Enosj, livdi hann átta hundrað og sjey ár; og hann gat synir og døtur. v8  Soleiðis vórðu allir ævidagar Sets níggju hundrað og tólv ár; tá doyði hann.

v9  Og tá ið Enosj var níti ára gamal, gat hann Kenan. v10  Og eftir at Enosj hevði gitið Kenan, livdi hann átta hundrað og fimtan ár; og hann gat synir og døtur. v11  Og allir ævidagar Enosjar vórðu níggju hundrað og fimm ár; tá doyði hann.

v12  Tá ið Kenan var sjeyti ára gamal, gat hann Máhálalel; v13  og eftir at Kenan hevði gitið Máhálalel, livdi hann átta hundrað og fjøruti ár og gat synir og døtur. v14  Og allir ævidagar Kenans vórðu níggju hundrað og tíggju ár; tá doyði hann.

v15  Tá ið Máhálalel var seksti og fimm ára gamal, gat hann Jared. v16  Og eftir at Máhálalel hevði gitið Jared, livdi hann átta hundrað og tríati ár og gat synir og døtur. v17  Og allir ævidagar Máhálalels vórðu átta hundrað og níti og fimm ár; tá doyði hann.

v18  Tá ið Jared var eitt hundrað og seksti og tvey ára gamal, gat hann Enok. v19  Og eftir at Jared hevði gitið Enok, livdi hann átta hundrað ár og gat synir og døtur. v20  Og allir ævidagar Jareds vórðu níggju hundrað og seksti og tvey ár; tá doyði hann.

v21  Tá ið Enok var seksti og fimm ára gamal, gat hann Metúsalem. v22  Og Enok gekk við Guði; og eftir at hann hevði gitið Metúsalem, livdi hann trý hundrað ár og gat synir og døtur. v23  Og allir ævidagar Enoks vórðu trý hundrað og seksti og fimm ár. v24  Og eftir at Enok hevði livað við Guði, hvarv hann, av tí at Guð tók hann burtur.

v25  Tá ið Metúsalem var eitt hundrað og áttati og sjey ára gamal, gat hann Lamek. v26  Og eftir at Metúsalem hevði gitið Lamek, livdi hann sjey hundrað og áttati og tvey ár og gat synir og døtur. v27  Og allir ævidagar Metúsalems vórðu níggju hundrað og seksti og níggju ár; tá doyði hann.

v28  Tá ið Lamek var eitt hundrað og áttati og tvey ára gamal, gat hann son; v29  og hann nevndi hann Nóa og mælti: »Hesin skal veita okkum ugga í okkara tunga stríði og strevi á hesi jørð, sum Harrin hevur bannað.« v30  Eftir at Lamek hevði gitið Nóa, livdi hann fimm hundrað og níti og fimm ár og gat synir og døtur. v31  Og allir ævidagar Lameks vórðu sjey hundrað og sjeyti og sjey ár; tá doyði hann. v32  Og tá ið Nóa var fimm hundrað ára gamal, gat hann Sem, Kam og Jáfet.