v1 Um hetta bilið fór Náhasj Ammoniti og kringsetti Jábesj í Gilead; og allir menninir í Jábesj søgdu við Náhasj: »Ger sáttmála við okkum, so vilja vit tæna tær.« v2 Men Náhasj Ammoniti svaraði teimum: »Við hesum treytum skal eg gera sáttmála við tykkum, at eg stingi út á øllum tykkum høgra eyga til vanvirðingar fyri allan Ísrael.« v3 Tá søgdu hinir elstu í Jábesj við hann: »Gev okkum sjey daga frest, so skulu vit lata ørindrekar fara um í øllum Ísraels landi, og kemur tá eingin okkum til hjálpar, munnu vit gevast upp til tín.«
v4 Og tá ið boðberarnir komu til Sáuls Gibeu og søgdu fólkinum ørindi síni, skóru tey øll í at gráta. v5 Men í sama bili kom Sául úr bønum við oksunum, og hann spurdi: »Hví grætur fólkið?« Teir søgdu honum tá ørindi Jábesjmanna. v6 Men tá ið Sául hoyrdi hesi tíðindi, kom andi Guðs yvir hann, og øgilig vreiði kom í hann. v7 Hann tók tveir oksar og høgdi teir í nógvar lutir, ið boðberar bóru um alt Ísraels land og søgdu: »Soleiðis skal verða gjørt við oksar alra teirra, ið ikki vilja fylgja Sáuli og Sámueli í bardaga!« Tá kom ótti Harrans á fólkið, so at teir allir fylgdu í ferðini. v8 Síðan kannaði hann herliðið í Bezek; vóru tað trý hundrað túsund av Ísraelsmonnum og tríati túsund av Júdamonnum.
v9 Og hann segði við boðberarnar, ið komnir vóru: »Sigið Jábesjmonnum í Gilead: Í morgin, tá sólin tekur at brenna, fáa tit hjálp.« Tá ið Jábesjmenn frættu hesi tíðindi av boðberunum, vórðu teir glaðir v10 og søgðu við Náhasj: »Í morgin geva vit okkum upp til tykkara; gerið tá við okkum, sum tykkum lystir.« v11 Morgunin eftir skifti Sául herliðið sundur í tríggjar bólkar; teir brutu síðan á morgunvøkuni inn í herbúðirnar og feldu Ammonitar alt at hádegi; og teir, ið komust undan, spjaddust í allar ættir, so ikki tveir av teimum vóru saman.
v12 Tá segði fólkið við Sámuel: »Hvørjir vóru teir, ið søgdu: Eigur Sául at vera kongur yvir okkum? Flýggið okkum teir menn, so vilja vit týna teimum av lívi.« v13 Men Sául mælti: »Á hesum degi má eingin týna lív; tí at í dag hevur Harrin givið Ísrael sigur.« v14 Sámuel segði nú við fólkið: »Komið, latum okkum fara til Gilgals og endurnýggja kongsdømið.« v15 Og alt fólkið fór til Gilgals og gjørdi har Sául at kongi fyri ásjón Harrans í Gilgal; og tey ofraðu takkaroffur fyri Harranum, og Sául og allir Ísraelsmenn fegnaðust har stórliga.