v1 Sámuel segði við Sául: »Harrin sendi meg at salva teg til kong yvir Ísrael, fólki hansara; lýð tí boðorðum Harrans! v2 So sigur Harri herliðanna: Eg vil hevna aftur á Ámalek tað illa, sum hann gjørdi móti Ísrael, tá ið hann tálmaði teimum ferðina úr Egyptalandi. v3 Far nú og herja á Ámalek og víg hann og alt hansara deyðanum; eir honum ikki, men deyða bæði menn og konur, børn og bróstabørn, neyt og seyðir, kamelar og asnar!« v4 Sául beyð tá liðinum saman og kannaði tað í Telaim, tvey hundrað túsund mans av gonguherfólki og tíggju túsund Júdamenn. v5 Og Sául kom at høvuðsborg Ámaleks og legði seg á loynum í dalinum. v6 Men Sául segði við Kenitar: »Skiljið tykkum frá Ámalekitum og farið burtur, so at eg oyði ikki tykkum saman við teimum; tí at tit sýndu jú góðvild móti øllum Ísraelsmonnum á ferð teirra úr Egyptalandi!« Tá fóru Kenitar burtur frá Ámalekitum. v7 Og Sául vann sigur á Ámaleki frá Hávila og suður móti Sjúr, ið liggur fyri eystan Egyptaland. v8 Og Ágag, kongin hjá Ámalekitum, tók hann livandi; men alt fólkið vígdi hann deyðanum og týndi tað við svørði. v9 Sául og fólkið eirdu Ágagi og øllum tí besta av smalum og neytum; øll tey feitu og vælgøddu djór, alt tað besta vildu teir ikki víga deyðanum; men alt tað, ið rak var og ringt tað vígdu teir deyðanum.
v10 Tá kom til Sámuels hetta orð frá Harranum: v11 »Meg iðrar tað, at eg gjørdi Sául til kong, tí at hann er vikin frá mær og hevur ikki framt boðorð míni.« Og Sámuel varð ógvuliga vreiður og rópaði til Harrans alla náttina. v12 Tá ið Sámuel morgunin eftir ætlaði sær á fund Sáuls, frætti hann, at Sául var komin til Karmels og hevði reist sær minnisvarða har og var síðan farin oman í Gilgal. v13 Og Sámuel hitti Sául; tá segði Sául við hann: »Signaður verði tú av Harranum! Eg havi framt boðorð Harrans.« v14 Men Sámuel mælti: »Hvat hevur henda jarmanin av smalum at týða, henda beljanin av neytum, eg hoyri rymja fyri oyrum mínum?« v15 Sául svaraði: »Hasum komu teir við frá Ámalekitum; tí at fólkið eirdi tí besta av smalum og neytum til tess at ofra tað Harranum, Guði tínum; hitt, ið eftir var, vígdu vit deyðanum.« v16 Tá segði Sámuel við Sául: »Tað er nóg mikið! Nú skal eg siga tær, hvat Harrin hevur kunngjørt mær í nátt!« Og hann svaraði: »Tala!«
v17 Og Sámuel mælti: »Tó at tú lítilsvirðir teg sjálvan, ert tú kortini høvdingi yvir Ísraels ættum, og Harrin hevur salvað teg til kong yvir Ísrael. v18 Og Harrin beyð tær at fara herferð og segði: Gakk og víg Ámalekitar, hasar syndarar, deyðanum og legg á teir við svørði so dygt, at teir farast med alla! v19 Hví hevur tú tá ikki lýtt boði Harrans, men legðist á herfongin og gjørdi tað, ið ikki var rætt í eygum Harrans?« v20 Sául svaraði Sámueli: »Eg havi lýtt boði Harrans; eg fór ta herferð, sum Harrin beyð mær at fara, og eg eri komin higar við Ágagi, kongi Ámalekita, og havi vígt Ámalekitar deyðanum. v21 Men fólkið tók smalur og stórdýr av herfonginum, tað besta av tí, sum skuldi verið vígt deyðanum, til tess at ofra tað Harranum, Guði tínum, í Gilgal.« v22 Tá mælti Sámuel: »Man Harrin leggja so nógv lag í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni móti boðum sínum? Nei, lýdni er betri enn sláturoffur og geymi betri enn veðranetjur. v23 Tvørlyndi er ikki mætari enn fjølkunnusynd, og treiskni ikki mætari enn húsgudar. Av tí at tú hevur havnað boðorðum Harrans, hevur Harrin eisini rikið teg frá kongsdøminum.« v24 Tá mælti Sául við Sámuel: »Eg havi syndað og brotið boð Harrans og fyriskipanir tínar; men eg óttaðist fólkið og lagaði meg eftir teimum. v25 Men fyrigev mær nú synd mína og kom við mær aftur, so vil eg níga í bøn til Harrans.« v26 Men Sámuel svaraði Sáuli: »Eg komi ikki aftur við tær; tí at tú hevur havnað boðorðum Harrans; og nú hevur Harrin havnað tær, so at tú ikki longur verður kongur yvir Ísrael!« v27 Og Sámuel snúðist og ætlaði at fara; men Sául treiv í skeytið á skikkju hansara, so tað skrædnaði. v28 Tá segði Sámuel við hann: »Harrin hevur í dag skrætt kongsdømið yvir Ísrael av tær og givið øðrum tað, ið betri er enn tú! v29 Og ikki lýgur Harrin, dýrd Ísraels, og ikki iðrar hann seg, tí at hann er ikki maður, so at hann iðrar seg!« v30 Tá mælti hann: »Eg havi syndað; men sýn mær nú sóma frammi fyri fólks míns elstu og frammi fyri Ísrael og vend aftur við mær, so at eg kann níga í bøn til Harrans, Guðs tíns!« v31 Sámuel snúðist tá aftur við Sáuli, og Sául neig í bøn til Harrans.
v32 Tá mælti Sámuel: »Leiðið mær Ágag, kong Ámalekita, higar.« Og Ágag gekk vælhýrdur til hansara og mælti: »Vissuliga er nú deyðans beiskleiki horvin!« v33 Men Sámuel segði: »Eins og svørð títt hevur gjørt konur barnleysar, so skal móðir tín verða barnleys fram um aðrar konur!« Síðan gav Sámuel Ágagi banahøgg fyri ásjón Harrans í Gilgal. v34 Sámuel fór so leið sína til Ráma, men Sául fór heim til sín í Sáuls Gibeu. v35 Og ongantíð á ævi síni sá Sámuel Sául aftur; tí at Sámuel syrgdi yvir Sául, og Harrin iðraði seg um, at hann nakrantíð setti Sául sum kong yvir Ísrael.