v1 Maður er nevndur Elkana, ættaður úr Rámatáim, ein Zufiti frá Efraims fjøllum; hann var sonur Jeróhams Elihusonar, Tóhusonar, Zufssonar Efraimita. v2 Hann hevði tvær konur; onnur æt Hanna og hin Peninna. Peninna átti børn, men Hanna var barnleys. v3 Hesin maður fór á hvørjum ári úr bygd síni til Silo at halda bøn og ofra til Harra herliðanna. Men har vóru báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, prestar fyri Harranum. v4 Hvørja ferð Elkana fór at ofra, gav hann Peninnu, konu síni, og øllum sonum og døtrum hennara nakrar lutir; v5 men tó at hann elskaði Honnu, gav hann henni bert ein lut, av tí at Harrin hevði lokað móðurlív hennara. v6 Og elja hennara háðaði hana fyri ta skomm, at Harrin hevði lokað móðurlív hennara. v7 Soleiðis gjørdi hann ár undan ári, hvørja ferð tey fóru niðan í Harrans hús, og soleiðis háðaði hon hana. Tá fór hon at gráta og vildi ikki eta. v8 Men Elkana, maður hennara, segði við hana: »Hanna, hví grætur tú, og hví etur tú einki, og hví ert tú sorgarbundin? Eri eg tær ikki betri enn tíggju synir?« v9 Og einaferð, tá tey høvdu etið og drukkið í Silo, fór Hanna á føtur, meðan Eli prestur sat á stóli við durastavin í templi Harrans, v10 og hon var ógvuliga tung í huga og tók at biðja til Harrans og sáran at gráta. v11 Og hon strongdi heiti og segði: »Harri herliðanna! um tú lítur at eymd trælkonu tínar og minnist mín og gloymir ikki trælkonu tína, men gevur trælkonu tíni son, so skal eg geva Harranum hann allar ævidagar hansara, og ikki skal rakiknívur koma á høvur hansara.« v12 Soleiðis bað hon leingi fyri ásjón Harrans; og Eli gav gætur eftir munni hennara. v13 Men av tí at Hanna talaði innantanna, so einans varrar hennara rørdust, meðan røddin hoyrdist ikki, hugsaði Eli, at hon var drukkin. v14 Og hann segði við hana: »Hvussu leingi ætlar tú tær at ganga drukkin? Lat vínið renna av tær!« v15 Tá mælti Hanna og svaraði: »Nei, harri mín, eg eri kona við sorg í barmi, vín og sterkan drykk havi eg ikki drukkið; eg havi bert úthelt sál mína fyri ásjón Harrans. v16 Halt ikki tænastukonu tína vera eitt vittuggi; tí at av miklum trega og harmi havi eg talað alla tíðina.« v17 Og Eli svaraði og segði: »Far tú í friði; Ísraels Guð man veita tær tað, sum tú hevur biðið hann um.« v18 Og hon mælti: »Gævi tænastukona tín hevði funnið náði í eygum tínum!« Síðan fór hon leið sína, og hon át og var ikki longur døpur í ásjón. v19 Morgunin eftir fóru tey snimma upp og nigu fyri Harranum og fóru síðan heim aftur til Ráma. Og Elkana kendi Honnu, konu sína, og Harrin mintist hennara; v20 og hon varð við barn og átti son árið eftir og nevndi hann Sámuel at navni; »tí,« segði hon, »eg havi biðið Harran um hann.«
v21 Tá ið nú Elkana fór við øllum húski sínum niðan at bera Harranum ársofrið og heitoffur sítt, v22 fór Hanna ikki við, tí at hon segði við mann sín: »Eg bíði, til drongurin er vandur av brósti; tá flyti eg hann hagar, til tess at hann má koma fram fyri ásjón Harrans og vera har alla ævi sína.« v23 Og Elkana, maður hennara, segði við hana: »Ger, sum tær líkar; dvølst heima, til tú hevur vant hann av brósti. Hevði Harrin bert latið orð títt gingið út!« Og konan sat heima og aldi son sín, til hon hevði vant hann av brósti. v24 Men tá hon hevði vant hann av brósti, fór hon niðan við honum og hevði við sær træveturtarv, eina efu av mjøli og vínkagga; hon fór við honum inn í hús Harrans í Silo; men hann var enn smádrongur. v25 Og tá tey høvdu dripið tarvin, kom móðir drongsins til Eli v26 og segði: »Hoyr meg, harri mín, so satt sum tú livir, harri mín, eri eg hin konan, ið stóð her við lið tína og bað til Harrans. v27 Um henda drong bað eg, og Harrin veitti mær tað, sum eg bað hann um. v28 Tí vil eg eisini geva Harranum hann; alla ævi sína skal hann vera Harranum givin.« Síðan nigu tey har fyri ásjón Harrans.