v1 Dávid fekk nú tey tíðindi, at Filistar kringsettu Ke'ilu, og at teir rændu treskivøllirnar. v2 Tá spurdi Dávid Harran og mælti: »Eigi eg at fara at berjast móti hesum Filistum?« Og Harrin svaraði: »Far og jarðlegg teir og frels Ke'ilu!« v3 Men menn Dávids søgdu við hann: »Sum er, liva vit í ótta; hvussu kunnu vit tá fara til Ke'ilu ímóti fylkingum Filista?« v4 Og Dávid spurdi tá uppaftur Harran, og Harrin svaraði honum og mælti: »Far á føtur og halt oman til Ke'ilu, tí at eg man geva tær Filistar upp í hendur.« v5 Síðan hildu Dávid og menn hansara ferðini til Ke'ilu, og hann herjaði á Filistar og rak fenað teirra burtur og elvdi teimum mikið mannfall. Soleiðis bjargaði Dávid teimum, sum búðu í Ke'ilu. v6 Ebjatar Áhimeleksson, sum var flýddur til Dávids og hevði havt akulin við, hann var nú við í ferðini til Ke'ilu.
v7 Men tá ið Sául frætti, at Dávid var komin til Ke'ilu, mælti hann: »Nú hevur Guð givið mær hann upp í hendur; tí at hann hevur sjálvur byrgt seg inni við at fara inn í borg, sum hevur lið og lokur.« v8 Og hann beyð út øllum herliði sínum í hernað til tess at fara til Ke'ilu at kringseta Dávid og menn hansara. v9 Men tá ið Dávid frætti, at Sául legði upp ilskuráð, beyð hann Ebjatari presti at koma við aklinum. v10 Og Dávid mælti: »Harri, Ísraels Guð: Tænari tín hevur hoyrt fyri satt, at Sául ætlar sær til Ke'ilu til tess at oyða borgina vegna mín. v11 Munnu nú menninir í Ke'ilu geva meg upp í hendur hansara? Man Sául koma, sum tænari tín hevur hoyrt? Harri, Ísraels Guð, kunnger tænara tínum hetta!« Og Harrin svaraði: »Ja, hann fer at koma.« v12 Og Dávid mælti: »Munnu menninir í Ke'ilu fara at geva meg og menn mínar upp í hendur Sáuls?« Og Harrin svaraði: »Ja, tað fara teir at gera.« v13 Tá legði Dávid avstað við monnum sínum, úti við seks hundrað mans; teir rýmdu úr Ke'ilu og fjakkaðu um á villum vegum; men tá ið Sául frætti, at Dávid hevði bjargað sær burtur úr Ke'ilu, lætti hann av herferðini.
v14 Dávid tók nú upp bústað sín í oyðimørkini í fjallavirkjunum og búði í fjøllunum í Zif reyninum. Og Sául royndi eftir honum alla ævi sína, men Guð gav hann ikki upp í hendur hansara. v15 Og Dávid var ógvuliga ræddur, av tí at Sául royndi at taka hann av lívi. Og Dávid var í Zif reyninum í Hóresj. v16 Tá fór Jónatan, sonur Sáuls, til Dávids í Hóresj og dirvdi hann í Guði; v17 hann segði við hann: »Óttast ikki, tí at ikki man hond Sáuls, faðirs míns, røkka tær; tú verður kongur yvir Ísrael, og eg verði tá at ganga tær næstur. Eisini Sául, faðir mín, veit hetta fullvæl.« v18 Teir gjørdu tá báðir sáttmála fyri ásjón Harrans. Og Dávid varð verandi í Hóresj, meðan Jónatan fór heimaftur.
v19 Tá komu Zifitar niðan til Sáuls í Gibeu og søgdu: »Veitst tú ikki, at Dávid krógvar seg hjá okkum í fjallavirkjunum við Hóresj í Gibeat-Hákila fyri sunnan reynið? v20 Nú skal kongur koma hagar, so sum hann leingi hevur tráað eftir; so skulu vit geva hann upp í hendur kongs.« v21 Tá svaraði Sául: »Signaðir veri tit av Harranum fyri tað, at tykkum hevur tókt synd í mær! v22 Farið nú og haldið við at gæta hann og hyggið eftir, hvar hann vitjar á sínum skundisligu ferðum; tí tað hevur verið mær sagt, at hann skal vera ógvuliga snúgvin. v23 Njósnist nú og fregnist um allar staðir, har hann kann krógva seg, og komið so aftur til mín við vissari fregn; so skal eg koma við tykkum; og er hann tá í landinum, skal eg leita hann upp í øllum túsundum Júda.« v24 Teir fóru nú heim aftur til Zif undan Sáuli. Men Dávid og menn hansara vóru í Máon oyðimørk á slættanum fyri sunnan reynið.
v25 Og Sául og menn hansara løgdu út at leita eftir honum; men tá ið Dávid fekk varhugan av hesum, fór hann at hamrinum, sum er í Máon oyðimørk. Og tá ið Sául hoyrdi tað, elti hann Dávid inn í Máon oyðimørk. v26 Sául og menn hansara gingu nú øðrumegin fjallið og Dávid og menn hansara hinumegin, og Dávid komst við neyð og deyð undan Sáuli. Men tá ið Sául og menn hansara skuldu kringseta Dávid og menn hansara til tess at taka teir á hondum, v27 tá kom í sama bili ørindreki til Sáuls og mælti: »Kom, ver skjótur, tí at Filistar ráðast á landið!« v28 Sául gavst tá at elta Dávid og fór móti Filistum; av tí verður tann staðurin nevndur Skilnaðarklettur.