v1 Dávid rýmdi haðan og hølaðist í fjallavirkjunum í En-Geddi. v2 Men tá ið Sául kom aftur av herferð móti Filistum, fekk hann hesi tíðindi: »Sí, Dávid er í En-Geddi oyðimørk.« v3 Tá tók Sául trý túsund mans av valaliði úr øllum Ísrael og legði út at leita eftir Dávidi og monnum hansara eysturi í Steingeitahomrum. v4 Og hann kom fram at seyðabyrgjunum við vegin; har var helli, sum Sául fór inn í at hylja føtur sínar. Men innast á botni í hellinum sat Dávid við monnum sínum. v5 Tá søgdu menn Dávids við hann: »Nú er dagurin komin, ið Harrin talaði um við teg: Sí, eg man geva tær fígginda tín upp í hendur og far við honum, sum tær líkar best.« v6 Men hann svaraði monnum sínum: »Harrin lati tað vera mær fjart at gera tílíka gerð; nei, eg leggi ikki hond á hann, ið Harrin hevur salvað; tí at Harrans salvaði er hann.« Og hann hevði harðliga at monnum sínum og loyvdi teimum ikki at gera seg inn á Sául. v7 Tá reis Dávid upp og skar loyniliga skeyt av skikkju Sáuls; men aftaná tók samvitskan at órógva hann, vegna tess at hann hevði skorið skeyt av skikkju Sáuls.
v8 Men tá ið Sául var farin út úr hellinum og var farin avstað, v9 fór Dávid eisini út úr hellinum aftan á hann og rópaði á Sául: »Harra kongur!« Og tá ið Sául leit aftur um seg, bendi Dávid andlit sítt til jarðar og lútaði honum. v10 Og Dávid mælti við Sául: »Hví fert tú eftir illmælisorðum teirra, ið siga: Dávid leggur upp ilskuráð ímóti tær? v11 Í dag hevur tú sæð við egnum eygum, at Harrin gav teg upp í hendur mínar í hellinum; kortini vildi eg ikki taka teg av lívi, men várkunnaði tær og hugsaði við mær: Ikki skal eg leggja hond á harra mín; tí at Harrans salvaði er hann. v12 Hygg her, faðir! hygg at skeytinum av skikkju tíni í hond míni! Tí at av tí, at eg skar hetta skeyt av skikkju tíni og drap teg ikki, mást tú duga at skyna á og skilja, at mær býr ikki ilska og svik í huga, og at eg havi ikki syndað móti tær. Men tú stundar á at taka meg av lívi. v13 Harrin dømi millum mín og tín, og Harrin hevni meg á teg; ikki skal eg leggja hond á teg. v14 Eins og hitt forna orðafellið sigur: Ilt nýtst av illum. Nei, ikki skal eg leggja hond á teg. v15 Hvønn eltir Ísraels kongur, hvørjum søkir tú at? Deyðum hundi! Einari loppu! v16 Harrin veri dómari og dømi okkara millum; hann gæti og verji mál mítt og veiti mær sigur á tær í rættinum!«
v17 Men tá ið Dávid hevði mælt hesi orð, tá rópaði Sául: »Dávid, sonur mín, er hetta ikki rødd tín?« og Sául skar í grát; v18 og hann segði við Dávid: »Tú ert rættvísari enn eg; tí at tú hevur gjørt mær gott; men eg havi gjørt tær ilt. v19 Í dag hevur tú økt mikið um alt tað góða, ið tú hevur gjørt mær, við tað at tú ikki drapst meg, tá ið Harrin hevði givið meg upp í hendur tínar, v20 tí at hvør hittir fígginda sín og letur hann fara leið sína í friði? Harrin samsýni tær tað góða, ið tú hevur gjørt ímóti mær í dag! v21 Og nú veit eg, at tú verður kongur, og at kongsdømi Ísraels verður trygt í tínum hondum. v22 Tí skalt tú svørja mær við Harran, at tú ikki oyðir út eftirkomarar mínar og ikki strikar út navn mítt úr ætt faðirs míns!« v23 Tá ið Dávid hevði gjørt Sáuli henda eið, fór Sául heim til sín sjálvs, meðan Dávid og menn hansara fóru niðan aftur í fjallavirkið.