v1 Og Hanna helt bøn og mælti: »Hjarta mítt fegnast í Harranum. Hátt er horn mítt hevjað av Guði mínum. Opin er muður mín móti fíggindum mínum, tí at eg gleðist um frelsu tína. v2 Eingin er heilagur sum Harrin; tí at eingin er til uttan hann; og eingin klettur sum Guð okkara. v3 Verið ikki hástór í talu tykkara, dramblæti komi ikki av munni tykkara; tí at Harrin er Guð alvitur, og hann vigar allar gerðir. v4 Sorlaður er hetjanna bogi, men teir lúgvaðu gyrða seg við megi. v5 Mettir verða bønarmenn fyri breyð, men svangir sleppa frá at træla. Hon, ið ikki barnaðist, føðir sjey, men móðir margra barna følnar burtur. v6 Harrin týnir lív og gevur lív, rindar til heljar oman og leiðir upp haðan. v7 Harrin ger ein fátækan og annan ríkan, hann boyggir henda, men hevjar handa. v8 Hann reisir hin máttleysa úr dustinum, hevjar hin fátæka upp úr díkinum til tess at geva teimum sæti hjá høvdingum og seta teir á tignarstól. Tí at súlur jarðarinnar eru Harrans; á tær grundaði hann jarðarríkið. v9 Føtur teirra gudrøknu varðveitir hann, men gudleysir farast í myrkri; tí at eingin sigrar við egnari megi. v10 Ræðsla kemur á teir, ið stríðast móti Harranum, Harrin letur toruna ganga uppi yvir teimum. Harrin dømir allan jarðarkringin, veitir kongi sínum megi og hevjar horn hins salvaða síns.«
v11 Síðan fór Elkana heim aftur til sín sjálvs í Ráma; men sveinurin gjørdi tænastu fyri Harranum hjá Eli presti. v12 Men synir Eli vóru bølmenni; teir hirdu hvørki um Harran v13 ella um tey rættindi, prestarnir høvdu hjá fólkinum: Hvørja ferð einhvør bar fram sláturoffur, kom sveinur prestsins, meðan kjøtið kókaði, við trítindaðum gafli í hendi v14 og rendi hann niður í ketilin, kókikerið, krukkuna ella pottin; alt tað, ið gaffilin kom upp við, tók presturin til sín. Soleiðis gjørdu teir við allar Ísraelsmenn, ið komu niðan til Silo at ofra. v15 Eisini var sveinur prestsins vanur at koma, áðrenn tað feita var brent sum roykoffur, og siga við mannin, ið ofraði: »Gev prestinum kjøt at steikja; hann skoytir ikki um soðið kjøt frá tær, men rátt.« v16 Segði maðurin tá við hann: »Fyrst má tað feita verða brent sum roykoffur; síðan mást tú taka so nógv, sum hugur tín stendur til.« Tá svaraði hann: »Nei, kom nú við tí beinanvegin, ella taki eg tað við makt.« v17 Og synd sveinanna var mikil fyri Harranum; tí at menninir vanvirdu offurgávu Harrans.
v18 Og Sámuel gjørdi tænastu fyri ásjón Harrans, og sveinurin var ílatin línakul. v19 Og móðir hansara var von at geva honum lítlan møttul, sum hon hevði við til hansara á hvørjum ári, tá ið hon fór niðan við manni sínum til tess at bera fram hitt árliga ofrið. v20 Og Eli vælsignaði Elkana og konu hansara og segði: »Harrin gevi tær avkom við hesi konu aftur fyri hann, ið givin varð Harranum.« Síðan fóru tey heim aftur til sín sjálvs. v21 Og Harrin vitjaði Honnu; hon varð við barn og føddi tríggjar synir og tvær døtur. Men sveinurin Sámuel vaks upp hjá Harranum.
v22 Og Eli var ógvuliga gamal; og tá ið hann hoyrdi, hvussu synir hansara fóru við øllum Ísrael, hvussu teir løgdu seg við teimum konum, ið gjørdu tænastu við dyr samfundartjaldsins, v23 segði hann við teir: »Hví gera tit allar hesar vándu gerðir, sum eg hoyri fólk leggja tykkum undir? v24 Ikki má vera svá, synir mínir! Ikki er tað gott ummæli, eg hoyri fólk Harrans hava um tykkum. v25 Um maður syndar móti manni, dømir Guð teirra millum; men um maður syndar móti Harranum, hvør skal tá koma upp í millum at biðja honum grið?« Men teir lýddu ikki orðum Harrans, av tí at Harrin hevði tokka í deyða teirra. v26 Og sveinurin Sámuel vaks og mentist og vann yndi bæði hjá Guði og monnum.
v27 Tá kom Guðsmaður ein til Eli og segði við hann: »So sigur Harrin: Eg havi opinberað meg fyri húsi faðirs tíns, tá ið teir vóru trælir hjá Fárao í Egyptalandi. v28 Og av øllum ættum Ísraels valdi eg teir til at vera prestar til at ganga upp á altar mítt at bera fram roykilsisoffur og til at bera akul fyri ásjón míni. Og húsi faðirs tíns havi eg givið øll eldoffur Ísraelsmanna. v29 Hví øvundar tú sláturoffur og grónoffur míni, ið eg havi fyriskipað, og metir synir tínar meira enn meg, við tað at tit gøða tykkum sjálvar við tí besta av øllum offurgávum Ísraels, fólks míns? v30 Tí sigur Harrin, Ísraels Guð: »Fullvæl havi eg sagt: Hús títt og hús faðirs tíns skulu um ævir ganga fyri ásjón míni.« Men nú sigur Harrin: »Nei, tað veri mær fjart! Tí at tann, ið meg heiðrar, vil eg heiðra, og teir, ið meg vanvirða, skulu fáa skemd. v31 Sí, dagar munnu koma, tá ið eg slíti arm tín og arm ættar tínar, so at eingin verður gamal í ætt tíni. v32 Og tú manst fáa neyð at sjá í húsi tínum, tó at Ísrael fer væl í øllum førum; og ongantíð skal nakar verða gamal í ætt tíni; v33 Og einans ein av tínum vil eg ikki týna burtur frá altari mínum so eygu tíni daprast, og sál tín ørmaktast; men allir hinir av ætt tíni skulu lúta fyri svørði manna. v34 Og hetta skal verða tekinið, ið verða skal báðum sonum tínum fyri, Hofni og Pinehas: Á sama degi munnu teir báðir doyggja. v35 Men eg vil kjósa mær trúgvan prest, ið gera skal eftir hjarta mínum; honum man eg reisa hús, ið verður standandi, og hann skal ganga fyri ásjón hins salvaða míns allar dagar. v36 Tá man fara at vera so, at hvør tann, ið eftir er av ætt tíni, kemur at lúta honum til tess at biðja um smápening ella breyðbita og siga: »Gev mær okkurt prestastarv, so at eg kann fáa ein bita at leggja í munnin.««