Harrans dagur; áminning um at vaka

v1  Men um tíðir og tímar, brøður, er tykkum ikki tørvur á, at skrivað verður til tykkara; v2  tí at sjálvir vita tit gjølla, at Harrans dagur kemur sum tjóvur á nátt. v3  Tá ið menn siga: »Friður og eingin fári!« tá kemur bráður undirgangur á teir, eins og verkir á barnakonu, og teir skulu als ikki komast undan. v4  Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so at dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur. v5  Tí at allir eru tit børn ljósins og børn dagsins, vit eru ikki børn náttarinnar ella myrkursins. v6  Latum okkum tí ikki sova eins og hini, men latum okkum vaka og vera ódruknir! v7  Tí at tey, sum sova, sova um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina. v8  Men vit, sum hoyra deginum til, skulu vera ódruknir, klæddir í trúar og kærleiks brynju og frelsunnar vón sum hjálm. v9  Tí at ikki hevur Guð ætlað okkum til vreiði, men at ognast frelsu við harra várum Jesusi Kristi, v10  sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vaka ella vit sova, skulu liva saman við honum. v11  Áminnið tí hvør annan og uppbyggið hvør annan, soleiðis sum tit eisini gera!

Ymiskar áminningar

v12  Men vit biðja tykkum, brøður, um at kennast við teir, sum arbeiða tykkara millum og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum, v13  og at hava teir í serliga miklum metum í kærleika fyri gerning teirra. Haldið frið tykkara millum! v14  Og vit leggja tykkum tað í sinni: Áminnið tey óflýggjaligu, uggið tey mótlítlu, hjálpið teimum veiku, havið tol við øll! v15  Gevið gætur, at eingin lønar nøkrum ilt aftur við illum; men roynið altíð at gera tað góða, bæði hvør móti øðrum og móti øllum! v16  Verið altíð glaðir! v17  Biðið uttan íhald! v18  Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara. v19  Sløkkið ikki andan! v20  Vanmetið ikki profetaorð! v21  Roynið alt, haldið fast á tí, sum gott er! v22  Haldið tykkum frá tí illa av øllum slagi!

Signingarynski

v23  Men sjálvur Guð friðarins halgi tykkum til fulnar, og gævi, at andi tykkara og sál og likam mega verða varðveitt í heilum líki, ólastandi við komu várs harra Jesu Krists! v24  Trúfastur er tann, sum kallaði tykkum, og hann skal eisini gera tað.

Heilsanir

v25  Brøður, biðið fyri okkum! v26  Heilsið øllum brøðrunum við heilagum kossi! v27  Eg leggi tykkum við Harranum dýran við, at tit lata brævið verða lisið upp fyri øllum brøðrunum. v28  Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum!